17.5.21

Lasagna a la Rigmor - best lasagna ever

Ókey, so fáa tit hana her ...

Uppskriftin røkkur til gestaboð ella til tveir dagar fyri eina familju við tveimum børnum.

 

Lasagna a la Rigmor

 
Kjøtsós
1-2 spsk. av karry
1-2 spsk. av paprika
2 spsk. av matarolju
1 kg. av malnum neytakjøti
2 skornir leykir
3 rivnar gularøtur
3 skornir stelkar av blaðselleri
2 skornar reyðar piparfruktir
3 dl av vatni
2 boullion-terningar (Knorr oksa)
2 ds. av tomat konsentrat
1 pk av róma
knúst chili, salt og pipar
 
Ímillum og omaná
Morney sós
Rivin ostur
Lasagnuplátur
 

Ger so
Brúnka krydd, leyk og kjøt í olju. Koyr restina í grýtuna (minus róman) og kóka væl í 15 min. Smakka til við chili, salti og pipari. Lat róman í til endans. Smyr tvey føt við olju, legg lasagnuna saman, enda við Morney sós og rivnum osti.

Baka mitt í ovninum í uml. 35 min á 180 stigum. Hav staniól ella lok yvir fyrstu 20 minuttirnar. Tú kanst líka geva henni eitt drøn undir grillini allarsíðstu minuttirnar.
 
Bjóða rákost við rivnum gularótum, súreplum og appilsin afturvið. Ella bara rivin súrepli.