28.2.21

TÁ BUMBAN BRAST

Hendingin, sum Virgar plagar at sipa til, tá ið Dammurin og tingfólk floksins vórðu fyri bumbuatsókn, sum vakti tann heila bý úr svøvni hin 18. september 1945. Virgar og onnur pástanda, at man hevur valt at tiga ógerðina burtur, tí talan var um álop á javnaðarmenn. Møguliga er tað so.

Eyðsýnt er, at søgan í alstørstan mun er skrivað av og um sjálvstýrisstríðið og ikki sosialsøgu fólksins.

 

Tá bumban brast, var politiska støðan sera spent. Fólk vóru ikki í iva um, at Dammurin var málið fyri atsóknina, tí fólk vistu, at hann plagdi at sita í tinginum og skriva til út á næturnar. Men júst hetta kvøldið fylti Bjarma, dótturin, so hann fór fyrr heim í føðingardag - lukkutíð! 

5000 kr. vórðu lovaðar í dusør, men gerningsmaðurin varð ongantíð funnin. Familjan sigur, at abbi segði seg kenna gerningsmannin, men viðkomandi hevði biðið um fyrigeving, tá hann lá at doyggja. Abbi fyrigav og tók vitanina við í grøvina. 

Greinin er frá 22. September 1945


27.2.21

HEILSAÐU SIGNAR P. DAM VIÐ FLØGGUM OG HORNMUSIKKI


Tað var í gjár, hin 26. februar 2021, at farbróður mín, Signar P. Dam, kommunulækni á Tvøroyri í skjótt 50 ár, hevði síðsta arbeiðsdag.
Hóast almenna hátíðarløtan verður seinni í summar, so hevði Malla, dóttir hansara, fyrireikað eitt lítið 'surprice' við at boðsenda Tvøroyrar Hornorkestur at spæla nøkur løg fyri honum úti í sjúkrahúsgarðinum. 

Løtan var ikki sørt nemandi, nú vinir og starvsfelagar fingu høvi at senda Signar eina takkarheilsan við fløggum, lógvabrestum og hornmusikki. 

Óivað verður trupult at finna ein kommunulækna av Signarsa kalibur at røkja embætið, nú hann eftir hálva øld kennir hvørja kleyv og hvørja pirru á staðnum fleiri ættarlið aftur. Tað er helst ein farin tíð, at fólk dedikeraðu seg so til kallið. Men vónandi hepnast at finna aðrar læknar til oynna, sum koma at støðast og trívast eins væl á Tvøroyri sum Signar og familjan. 

Takk góði Signar fyri títt megnar íkast til heilsurøktina í Suðuroynni, og frá okkum í familjuni, sum javnan hava heitt á teg, tá heilsulig ivamál tóku seg upp. 









Síggj filmsbrot frá hátíðarløtuni her: 

GG: Almenn móttøka verður 8. mai í Seglloftinum á Tvøroyri.
Kringvarpið sendi eitt innslag 1. mars HER!

27.9.11

FRÁ 2011: Føroyska prísstøðið er hol í høvdið

(Hendan greinin er óhóskandi fyri útisetar, sum umhugsa at flyta heim).

Sum eg var glað hendan dagin. Onkur hevði stovnað ein bólk á Facebook undir heitinum "Svakir føroyskir prísir". Her kunnu øll leggja myndir og søgur inn um prísir, sum eru heilt av leið. Til dømis, at mjólkin kostar 11-13 krónur í Føroyum, meðan hon fæst fyri eina trillirunda fimmkrónu í syðra enda av ríkinum.

Tað er í tøkum tíma, at føroyingar vakna og gera uppreistur móti prísstøðinum her á landi.

Eitt er, at hundadýru prísirnir styggja útisetar frá at flyta heim. Teir eru eisini við til at reka fólk av landinum, og gera tað óhugaligari hjá okkum øðrum, sum royna at fáa tingini at fungera her heima.

Havi gjørt nøkur roknistykki, sum siga nakað um, hvussu hundadýrt tað er at keypa inn í Føroyum. Taki støði í mær sjálvari, familja við trimum stórum børnum.

Skulu vit til dømis keypa 3 litrar av mjólk dagliga, er kostnaðurin 1000 kr. um mánaðin. Sostatt skal eg tjena 2000 kr. áðrenn skatt til mjólk til eina barnafamilju.

Skulu vit øll fimm hava tilmæltu nøgdirnar av frukt og grønt dagliga, verður hetta lættliga 3000 kr. um mánaðin. So her skal eg tjena 6000 kr. áðrenn skatt!!

Lagnunnar speisemi vil tað eisini soleiðis, at tað loysir seg nógv betri at keypa útlendskan, innfluttan frystan fisk í matvøruhandlinum, enn frískan føroyskan fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi.

Og eri eg ikki vakin, kann eg lættliga koma til at keypa Zendium tannkrem í Matas fyri 49,95 - meðan tað kostar millum 22,95 á tilboð onkrastaðni, og 37,95 onkra triðja staðni. Hetta átti snøgt sagt ikki at verið lov!

Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein átrokandi politiskt avbjóðing av fáa prísstøðið niður. Serstøða Føroya ger, at vit alla somlu tíðina eru í grótharðari kapping við grannalondini, serliga Danmark.

Skal tað vera lokkandi at liva her, mugu prísirnir niður.

Eg ynski at seta mær sum politiskt mál, at Føroyar ikki skal vera heimsins allardýrasta land at liva í.

Vilt tú vita hvussu, kanst tú halda fram við lesnaðinum!

Eitt amboð, er at endurstovna príseftirlitið, sum hevur verið óvirkið í fleiri ár. Onkur má umboða brúkaran mótvegis handilsvinnuni, sum í løtuni kann áseta vøruprísin út frá devisuni um at "går den, så går den".

Vantandi príseftirlit og kapping eru høvuðsorsøkirnar til høga prísstøðið í Føroyum. Tí okkara avgjøld eru ikki hægri enn tey donsku.

Hóast vit altíð hava ein ávísan flutningskostnað, so eigur prísstøðið ikki at vera 14 prosent hægri enn tað danska, sum tað er í løtuni! 

Hetta, samstundis sum, at føroyska miðalinntøkan er 22 prosent lægri enn hin danska!

Vit eiga ikki at góðtaka, at okkara livistøðið er so nógv lægri enn tað danska.

"Går den, så går den" hugburðurin gongur sjálvandi, tí onki eftirlit er við prísásetingini.

Okkum væntar ein stovn, sum kann kanna, kunna um og seta tiltøk í verk, í sambandi við prísáseting.

Eitt sterkt og virkið príseftirlit skal út í handlarnar at kanna og samanbera prísir. Eisini skulu fólk kunna senda inn klagur um prísir til eftirlitið, sum harumframt skal hava førleika at vegleiða handilslívinum um prísáseting. Eftirlitið kann eisini koma við tilmælum til, hvussu prísstøðið kann lækkast á ávísum vørum, til dømis mjólk, breyð og frukt.

Og sjálvandi skal príseftirlitið virka saman við kappingarráðnum og brúkaraumboðnum, alt við sama endamáli: at verja okkum ímóti fríu marknaðarkreftunum, tá tær fara av sporinum.

Frí kapping er bara frí og fín, um hon er undir strongum eftirliti!

8.8.11

FRÁ 2011: Sum einglarnir flúgva

Annan jóladag fyrra árið las eg søguna "Sum einglarnir flúgva" eftir danska høvundanum Naja Maria Aidt í útvarpinum. Arnbjørn Ó. Dalsgarð týddi søguna, sum stóð at lesa í Vencili 4.
Hóast tittlulin kanska ljóðar jólasligur, er lítið jólasligt yvir søguni - burtursæð frá, at neyðarsliga familjan heldur jól á Gammel Køge Landevej einastaðni í søguni.

Hoyr søguna, sum í mong ár hevur verið pensum hjá teimum, sum lesa mál og bókmentir - bæði á miðnámi og á hægri læristovnum. 
Søgan er óhóskandi fyri børn, tí sælur er rúsurin - uppreisn likams og deyða!

27.4.11

FRÁ 2011: Tær góvu og lótu lív



Tá vit fara út á bygd, vitja vit ofta lokalu kirkjuna, kirkjugarðin og minnisvarðan fyri teir, sum fórust á sjónum ella í bjørgunum. Hetta eru ofta einastu almennu støðini í bygdini, saman við mølini ella sandinum, hagar leiðin eisini ofta gongur.

Á kirkjugarðinum síggja vit, at mong doyðu longu á bestu árum, bæði børn og ung, mammur og pápar. Á onkrum gravsteini stendur navnið á einari móður í tjúgunum ella tretivunum, og kanska minnið um eitt pinkubarn eisini.

Ein hin vanligasta deyðsorsøkin hjá kvinnum var deyðin í barsilssong. Ein føðing var lívshættislig fyri bæði móður og barn av fleiri ávum. Kvinnan kundi bløða út ella fáa burðareitran, barnið kundi liggja skeivt, ella ein lítil bruni kundi gera av við kvinnuna. Reinførið var ikki hitt besta, og jarðarmóðirin dugdi best til tað vanliga. Gekk føðingin ikki eftir vild, var langt á leið til lækna ella sjúkrahús. Harumframt var vitanin um føðing og grøðing ikki hin sama, sum í dag.

Hetta hevði við sær mangar syndarligar lagnur, har móðirin lat lív á bestu árum. Eftir sat einkjumaður og ofta fleiri børn og syrgdu konu og mammu. Tá var neyðin stór, tí ein maður kundi ikki halda hús einsamallur í einum kynsuppbýttum heimi, har tey bæði høvdu hvør sínar uppgávur at røkja. Maðurin uttandura í landbúnaði ella í fiskiskapi, og konan heima við hús.

Viðhvørt kundi ein eldri dóttir fylla leiklutin hjá mammuni. Ella fann einkjumaðurin sær aðra konu beinanvegin, og børnini fingu stjúkmammu at ansa sær.

Men vanligt var eisini, at einkjumaðurin ikki megnaði at bjóða aðrari konu til borðs, og tá var illa statt. Soleiðis varð mangur barnaflokkur spjaddur fyri vág og vind millum vinir og næstringar, sum tóku børnini til fosturs. Summi barnleys og barnagóð, onnur tí teimum vantaðu ein húskall ella eina arbeiðsgentu. Vit hoyra javnan um, at summi av hesum børnum vórðu viðfarin sum trælir, og fingu ikki somu sømdir sum børnini hjá húsfólkunum.

Ofta misti systkinaflokkurin sambandið hvørt við annað, og her gingu nú hesi neyðars móðurloysingar og royndu at lívbjarga sær í einari harðari verð, har ongin góða mamma var at ugga, tá hini børnini argaðu, lærarin happaði, ella um eitt prus kom á knæið.

Einsamøll í verðini. Og sum vanligt tá, so talaði ongin um vanlukkuna ella deyðu mammuna. Tøgnin ráddi. Hetta hevur ivaleyst fest seg í viðbrekna sinnið, ikki bara hjá einstaka barninum, men fleiri ættarlið fram. Hjá okkum, sum í dag hoyra tey eldru í familjuni fortelja um og minnast aftur á røsku, ungu mammuna, sum so brádliga varð tikin frá teimum, tá hon skuldi eiga ein lítlabeiggja ella eina lítlasystir.

Tí skal mín eyðmjúka bøn vera, at vit reisa ein vakran, litfagran minnisvarða eftir hesar ættmøður landsins. Til heiðurs og æru fyri tær, sum rindaðu við sínum egna lívi, tá tær góvu lív.

Tær bygdu eisini hetta land!


v. rigmor dam