30.10.10

Klumma: Hvat er rotið í statinum Danmark?



So upprann tann fryktaði dagurin, tá fyrstføddi fleyg úr reiðrinum.

20 ár, studentur og stóran hvítan brævbjálva frá hægri lærustovni um, at hann var komin inn. Jubiii mamma, eg slapp inn, jublar hann. Eg jubli sjálvandi saman við honum, tí tað er so spennandi og stuttligt.

Men byrðan, sum nú átti at fokið av herðum mínum, kennist tyngri enn nakrantíð, og tvær djúpar foyrur festa seg millum eygnabrýrnar, har tær helst vera sitandi restina av lívinum.

Og vit bíleggja bilettir niður. Ja, í fleirtali, tí sjálvandi skal eg niður við honum. Avlevera hann. Ikki í barnagarði ella í 1. flokk, men fyrsta skúladag á universitetinum (ongan kommentar, takk:)
Niðurkomin við Atlantsflogi og aftan á obligatoriskan Ikeatúr og fleiri føroyingavitjanir, sleppa vit loksins inn á leigaða kamarið við tekøki, har studenturin skal búgva. Nú skal alt tað praktiska fáast frá hondini. Songin reiðast upp, Bingokúlurnar í køliskápið og sjokolátaviðskera undir køksborðið. Og so hava vit skrivað okkum eitt alnalangt yvirlit við ørindum; fólkayvirlit, skatt, SU og so víðari. Danska persóntalið hevur hann tíbetur frá barnaárunum í Danmark. Men, sum nýggjur borgari skal hann kortini møta persónliga upp á fólkayvirlitinum og boða frá flyting.

Vit oman á fólkayvirlitið. Hann meldar til og velur lækna. Longu lítla løtu seinni er hann innskrivaður í Gentofte Kommunu við einum lógvataki yvirum diskin og einum ”Vælkomin og takk fyri. Nú lækkaði miðalaldurin í kommununi eitt sindur”. Síðan gongur leiðin fimm metrar yvir til næsta skrivaraborð, har tvey fólk sita og avgreiða skatt og útskriva pass. Tveir minuttir seinni stendur unglingin mitt á gólvinum við skattakorti og forskotsuppgerð í hondini. Tríggjar metrar til vinstri situr konan, sum avgreiðir pensiónir og boligsikring. Har orðnar hann boligsikringina. Aftanfyri situr ein onnur kona, hon sum hevur barnaansing og frípláss undir sær. Og sami stóri kommunubygningur hýsir eisini sonevnda ”jobsentrinum” og sosialkontórinum. Hesum hevur hann tíbetur ikki brúk fyri (enn í øllum førum..).
Utkomin eru øll ørindini avgreidd, og tað, sum stendur eftir í minninum er, at við at savna allar tænastur til borgaran undir somu lon, fingu vit avgreitt meginpartin av ørindunum sama dag og sama stað.

Hetta er tað, tey í Danmark rópa Borgerservice, sum givið er eitt úrslit av almennum rationaliseringum og borgarligum effektiviseringum, men heilt forbankað smart hjá okkum, sum skulu brúka tænasturnar.
Og tað steðgar ikki her. Tí hóast tað framvegis ber til at møta upp persónliga til medmenniskjaliga avgreiðslu, til dømis hjá pensionistum og øðrum, sum ikki eru komin á netið enn, so er borgaratænastan nú so framkomin í Danmark, at tú kanst avgreiða snøgt sagt ØLL ørindi hjá tí almenna umvegis telduna, har tú ert stødd. Hetta krevur bert, at tú hevur atgongd til teldu og sjálvandi eisini førleikar at brúka hana.

Við skipanum sum Nem-konto, Nem-ID og Digital Signatur má sigast, at danir eru komnir imponerandi, men eisini eitt sindur ræðandi, langt fram á leið. Hetta krevur ikki sørt av áliti á, at skipanirnar eru tryggar og støðugar, og at fólk eru opin og hava tol til at seta seg inn í tær. Og tær hava sjálvandi allar sínar byrjunartrupulleikar, tað er vist.

Alt hetta kann sjálvandi tykjast fremmandagerandi hjá summum. Men hinvegin eru almennar skrivstovur ikki hitastovur, og eg havi so ongantíð kent nakran tryggleika við at møta persónliga upp hjá tí almenna.

Í Føroyum havi eg ikki upplivað sama effektiva støði enn, men uggi meg við, at tað fer helst at koma. Hóast eg ikki havi brúk fyri tí almenna í gerandisdegnum, havi eg varhugan av, at avgreiðslurnar liggja spjaddar strategiskt út yvir tann heila bý, burtursæð frá kommunalu snarskivuni, har tey bjóða ymsar tænastur.

Tað nærmasta eg komi sovorðnum smørtum er kanska netbankin frá mínum kæra bank-nordik. Ein skipan, sum eg so dánt hevði vant meg við, men sum nú fullkomiliga er farin í ommu sína (eftir at hon gjørdist donsk(!). Ella snilda teldutøka leitiskipanin hjá postverkinum, tá ein pakki er burturblivin, men bara uttan fyri Føroyar. Hetta stolta verk, sum altíð hevur riggað fínt, men nú bara kemur út tríggjar ferðir um vikuna og slett ikki riggar í allarflestu bygdum. Men tíbetur ber til at fáa flogferðaseðilin teldutøkan frá einkarflogfelagnum, har bæði tænasta og prísur annars eru farin á glið. Og telefonverkið, sum var álitið hjá okkum út í heim, men nú er so hundadýrt, at tað er skomm at fortelja tað úti í heimi.
So her er ikki nógv ”borgerservice” yvir tí almenna. Ella hov.. hvat hendi her? Hatta eru jú ikki almennir stovnar longur, men almenn partafeløg, sum skuldu tryggja eitt framhaldandi gott tænastustøði, kappingarføri og .. hmmm

Nei, lat meg bara frøast um, at tað privata fylgir við, so eg fái sms'áminning, tá eg skal til frisør, tannlækna ella á verkstað við bilinum: ”Vit gleða okkum at síggja bil tín á verkstaðnum í morgin kl. 10:)”. Altso, altso tey eru fitt at gleða seg at síggja mín bil.

Forrestin ætlaði eg mær so fyri vist at sleppa við soninum á Rús-túr*, men har setti hann altso groynsuna!


*samansjóðingarlega fyri nýggj lesandi..

Klumman er prentað í nýggjasta Starvsblaðnum

Rigmor hevur rullað bollar



Í dag hevur frúan bakað bollar, so frystiboksin stendur at bresta.
Skoðsmálið frá familjuni var: "Hetta eru bestu bollarnir nakrantíð!"
Sig so tað:)
Vilt tú herma, kanst tú bara gera soleiðis:

Gularrótabollar
(20 stórir bollar ella 40 smærri)

250 g. av havragrýni
4½ dl. av kókandi vatni
3 dl. av flógvum vatni
50 g. av geri
50 g. av smeltaðum smøri
3 spsk. av flótandi hunangi
3 tsk. av salti
4 stórar, rivnar gularrøtir
250 g. av sólblómufræi
uml. 1 kg. av hveitimjøli



Set havragrýnið á blot í kókaða vatninum, meðan tú orðnar gularrøturnar.
Lat smørið í flógva vatnið og upploys gerina í vætuna. Blanda hunang, gularrøtur, salt og sólblómufræ í vætuna og lat bloytta havragrýnið í. Lat mjølið í og knoða væl. Deiggið skal kennast blankt og mjúkt og akkurát sleppa ílatinum. Ein góð rørimaskina er hent at knoða við.
Set deiggið at ganga til dubulta stødd. Slá tað niður og knoða aftur. Rulla bollar og set teir á bakipappír á bakiplátuna. Set teir at ganga í 45 minuttir. Smyr við eggi ella vatni og baka í umleið 20 minuttir við 200 stigum til teir eru gyltir.

29.10.10

Tann syndafulla køkumentanin

4 opnur um serføroysku køkumentanina í seinastu útgávuni av Atlantic Review. 
Føroyskar køkur eru tiltiknar. Øsandi søtar og lokkandi leskiligar. Serliga í andaligum umhvørvum úti á bygd, har fullkomið anarki valdar, tá boðið verður til køkuborð. Vit fara á ferð í tí syndafulla føroyska køkuparadísinum
 
Orð: Rigmor Dam 
Myndir: Benjamin Rasmussen

Meðan danir kunnu svinga seg upp til eina kanelkringlu við perlusukri, tá ið tað ordiliga skal vera fest, eru føroyingar nærum markleysir, tá ið køkur skulu á borðið. Modernað føroysk matmentan er ikki bara snik og spik, men eisini eitt hav av kritahvítum, sukursprøtum marengs, skúmandi róma og smeltaðum sjokulátagóðgæti sum Mars, Toblerone, Daim, Aero, Fazer Mint og Malthesers.
Ein sannroynd er tað, at útlendingar øtast, tá ið teir koma fram at einum føroyskum køkuborði av teimum heilt grovu, har vit finna tær fyrstu 15-40 køkurnar, sum konur í kring hava bakað til høvið. Konur og køkur so søtar, feitar og syndafullar, at hampafólk nærum missa tamarhaldið á sær sjálvum, tá ið tey kasta seg yvir herligheitirnar og skumpa heil fjøll av marengs, róma, karamell og marcipan upp á tallerkin.
Er hetta bygdaslig bindiklubbamentan, innilæst girnd í einum dupultmoralskum paradísi ella bara tekin um eitt fólk, ið dugir at njóta tað søta lívið? Tað má hvør einstakur gera av.

Skjót at smekka saman
Men hvat er so sermerkt við nýføroysku køkumentanini, sum ofta verður søgd at minna um ta íslendsku? Hetta spyrja vit 40 ára gomlu Ingibjørg Jacobsen, sum er serkøn innan hugskotsmenning og marknaðarføring. Hon starvast í SMS og var á sinni við til at seta Kvinnu á stovn. Harumframt er Ingibjørg kreativa sálin handan kókibøkurnar hjá Oddvør Skarðhamar. Í løtuni leggur hon seinastu hond á triðju bókina hjá Oddvør umframt eina kókibók við fiskauppskriftum fyri Miklagarð. Tí fylgir hon væl við í skiftandi lívsstílsrákinum her á landi, serliga innan matmentan.

Ingibjørg greiðir frá, at bindiklubbakøkan, sum hon rópar hana, kom fram fyri nøkrum árum síðan sum avloysari fyri 70'ara sitrónmánan, 80'ara trifluna og meiri siðbundnar køkur sum súreplakøkuna og sandkøkuna.
Eyðkennið við bindiklubbakøkuni er, at hon er køld og skjót at gera, oftast við margensbotnum ella knústum keksum og so róma og onkrum slagi av sjokulátabarr omaná ella í rómanum. Og fyri at fríska køkuna eitt sindur upp verða ofta eitt sindur av súrróma og frukt latin í.

- Onkur kemur við einari góðari køku, og so byggja hinar konurnar líkasum víðari upp á sama hugskot. Fjølbroytnið og hugflogið er stórt, hóast útgangsstøðið altíð er tað sama: Ein køka úr tí, sum vit eiga inni. Botnarnir liggja klárir í frystaranum og tiðna eftir fáum minuttum. Um tú bara eigur frískan róma og onkra sjokolátu inni, kanst tú smekka hana saman, meðan gestirnir bíða, sigur Ingibjørg.

Av bygd í stóru verð
 Sum nevnt varnast útlendingar beinanvegin, at køkurnar undan føroyskum konufólkahondum eru forkunnugar og øðrvísi, enn tey eru von við. Hetta hevur Ingibjørg eisini upplivað, tá ið hon hevur búð uttanlands, millum annað eitt áramál í USA.
- Eg havi føroyskar vinkonur í Bretlandi, Sveis og USA, og allastaðni er søgan tann sama. Tá ið eitthvørt er á vási, heita fólk á tær um at baka onkra villa føroyska køku, sum øll so vilja hava uppskriftina uppá, sigur Ingibjørg.
Hon er sannførd um, at hugskotini til køkurnar upprunaliga koma av bygd, har tað ofta er langt til handils, og har kvinnumentanin er meira húslig enn í Havn.
- Eg havi verið við til ymisk tiltøk úti á bygd, har ongi mørk eru fyri kreativitetinum, á stórum bindiklubbatiltaki í Eydnuni á Oyrabakka, í avhaldsbrúdleypum og á møtum. Har eru køkuborð, sum eftir mínum tykki ofta fara út um alla sømiligheit, sigur Ingibjørg, sum tó viðgongur, at køkurnar eisini hava funnið sær leiðina til Havnar.
- Men tíðarandin er líkasum ikki við hesum søtu kaloriubumbunum. Tær eru snøgt sagt politiskt ókorrektar, so ein modernað bindiklubbavertinna bjóðar altíð okkurt sunt eisini, til dømis sushi, salat og skorna frukt. Men gestirnir vænta sær altso eisini eina ordiliga bindiklubbakøku, sigur Ingibjørg.

Harrin veri lovaður
Hesar syndafullu køkurnar eru, kanska ikki óvæntað, vanligari í andaligum umhvørvum enn aðrastaðni. Ingibjørg nevnir avhaldsbrúdleypini, har hæddarpunktið er eitt annað enn í drykkiveitslum. Ein kundi sagt, at munur er á drykkiveitslum og drekkaveitslum.
- Borðhaldini eru ofta sera skemtilig við góðum røðum, sangi og skemti, men í staðin fyri at drekka sær kenning og dansa alla náttina gleða fólk seg mest til drekkamunnin og samrøðurnar aftan á borðhaldið, sigur Ingibjørg.
Hon heldur, at tað fyri nógvar kvinnur er ein æra at kunna bjóða eitt lokkandi og leskiligt kaffiborð, og tí spenna tær seg rættiliga út og baka tær villastu køkurnar, tær kunnu finna uppá.
Sjálv er Ingibjørg virkin í Lívdini í Hoyvík. Har er hon við í bakibólkinum, sum hevur ábyrgd av drekkamunninum millum møtini sunnudagar.
- Tey verða altso eitt sindur fornermað, tá ið vit bara baka bollar. Tey vilja hava ordiligar køkur við marengs og róma, sigur Ingibjørg.
So kanska er nakað um hatta við, at tá tú ikki kanst flippa út á dansigólvinum, kanst tú í minsta lagi flippa út í køkinum?

Færingerne og de søde kager
De færøske kagebord bugner af overdådige hjemmelavede herligheder. Når der er gæstebud ved livets store højtideligheder, diskes der op med bjerge af kridhvidt marengs med fluffy flødeskum, frugt, marcipan, karamel og smeltet eller hakket chokoladebar, som kagerne opkaldes efter, Marskage, Daimkage, Aerokage, Tobleronekage o.s.v. 
Dette forekommer specielt ude på bygderne og i de mange kristne miljøer, hvor et fristende kagebord med mellem 15 og 40 forskellige slags kager kompenserer for dans og alkohol.
Kagerne er kendetegnet ved at være kolde og lynhurtige at slå sammen, og de varierer med det, du har i køkkenet: Et par bunde ligger klar i fryseren, eller nogle kiks knuses ned i fadet. Der tilsættes pisket fløde, chocoladebar og måske lidt dåsefrugt eller frisk frugt. Kagen er tryllet frem for næsen af uventede gæster, der altid er vælkomne i færøske hjem. 
Kagernes fællesbetegnelse er strikkeklubkager efter den udbredte tradition, hvor veninder skiftes om at afholde strikkeklub hjemme hos hinanden. Udover at have strikketøjet og snakketøjet i orden arrangerer værtinden et kaffebord, hvori der indgår en kage af slagsen.
Udlændinge roser ofte det færøske hjemmebag, og færinger i udlandet bliver tit bedt om at medbringe en af de berømte syndere til fællesarrangementer.

28.10.10

Eitt leskiligt kirsuber á Tjóðpallinum

Um tú vilt geva tær sjálvari eina ógloymandi gávu, skalt tú taka tínar bestu vinir undir armin og fara til Kirsuberjagarðin á Tjóðpallinum.



Uppliving
Rigmor Dam

Ímynda tær ein persón, sum heldur fyri oyruni og ristir við høvdinum og sigur: lalalalalala... eg hoyri onki eg síggi onki eg pjøvist ikki at taka støðu, kom gev mær eitt glas av champagnu... lalalalalalal!!!
Soleiðis er universið á góðsinum við vakra kirsuberjagarðinum, sum hevur hugtikið fólk í økinum í øldir. Men nú er fíggjarstøðan á góðsinum so vánalig, at garðurin antin má stykkjast út til summarhús ella enda á uppboði.
Men góðseigarafamiljan, við frúuni á odda, vil ikki hoyra talan um at selja nakað sum helst. Tey látast, at alt er í lagi, og vilja bara liva sum tey altíð hava gjørt: eina sorgleysa marglætistilveru við veitslum, tænastufólkum og uttanlandsferðum.
Tí hvørja ferð hetta fyrrverandi so múgvandi húskið verður innheintað av veruleikans náðileysu hond, skúgva tey sær undan og taka hvørki ábyrgd ella støðu. Tey fáa snøgt sagt ikki upp í lag til nakað sum helst annað enn at látast og at stuttleika sær. Og tað hevur sjálvandi sín prís.

Lívslygnin livir
Vónirnar vóru stórar, tá vit settust afturá á Tjóðpallinum til russiska leikin 'Kirsuberjagarðurin' týskvøldið. Undirritaða við manni og tveimum børnum, 10 og 11 ára gomul. Og vit gjørdust ikki vónbrotin! Her skal tó viðmerkjast, at hetta er als ikki nakað fakliga grundað ummæli, men nakrar eyðmjúkar leiklistafjepparahugleiðingar.
Frá fyrsta sekundi vórðu vit hurlað inn í ein tragikomiskan heim, har sansirnir fingu ikki frið eitt sekund. Var tað ikki leikandi lætta spælið ella eksalteraðu týpurnar, so var tað dialogurin, pallmyndin, búnarnir, tónleikurin, livandi hønurnar, gandakynstrini ella eitt ordans buldurbrak, sum bergtók.
Hóast leikurin er ein stór komedia úr enda í annan, so er hann samstundis, sum so mangan í góðum komedium, ein syndarlig tragedia. Serliga, tá havt verður í huga, at aldagamla temaið um lívslygnir og veruleikaflýggjan er minst líka aktuelt í dag, sum tá russiski høvundin Anton Tjekhov skrivaði leikin í 1904.
Málið situr óvanliga væl. Lætt og gerandiskent – eins og tekstirnir hjá Tjekhov. Tíbetur fyri dialogin er tað André Niclasen, sum hevur týtt leikin úr russiskum í føroyskt. André, sum, staddur ytst úti á fólksliga vonginum í føroyska málspurninginum, hevur um nakar, viljan og evnini at lofta anda Tjekhovs.

Týpurnar festa seg
Hóast tað til tíðir var ilt at hoyra replikkirnar, er greiða fatanin, at allir leikarar komu sera væl frá leiklutunum.
Havi tó hug at nevna onkran - ikki tí tey spældu betri enn onnur, men tí týpurnar, ella karakterarnir, serliga festu seg í minnið. Kanska tí at persónarnir hóskaðu serliga væl til leiklutirnar?
Har var Páll Danielsen sum tann tilkomni Leonid (bróðir frúuna). Við leysum handliðum, patetiskum yvirskeggi, silkikimono og fullkomiliga innantómum eygnabrái var hann sjálv ímyndin av dølska og forkelaða yvirklassadýrinum, sum, hóast hann er borin til stórt ríkidømi, má dragast við eina doyvandi meiningsleysa tilveru.
Barbara Christophersen brilleraði í lutinum sum mansliga stjúkdóttirin Varja. Ein nýggj týpa á føroyskum palli, og eitt gott bland millum Camilla Parker Bowles og Benediktu prinsessu, tá tær eru best (ella verst!).
Unga postalínsdukkan Mariann Hansen kom eisini sjáldsama væl frá leiklutinum sum dóttir frúuna, Anja – herliga 'russiska' fín og følin. Vónandi velur hon sjónleikin sum yrkisleið.
Og so fyri ikki at gloyma tann, sum eisini verður gloymdur eftir, tí øll hava nóg mikið í sær sjálvum: gamli butlarin Firs, eminent spældur av Kára Øster. Trúgvi tænarin, sum hevur kent familjuna í fleiri ættarlið. Hann, sum sigur seg vera so gamlan, tí hann hevur livað so leingi!
Hendan ramsan av týpum leiðir meg víðari til næsta point. Tí, sum sagt varð leikurin framúr væl spældur av øllum. Men eg havi sæð fleiri av hinum leiklutunum fyrr - ofta við somu leikarum. Har var Hans Tórgarð sum ørkymlaður, 'sannleikans' maður, Birita Mohr sum slitin, fín frúa, Bárður Persson sum løgin gespenstur við ógvusligum gestikki, Egi Dam sum villur verðinsmaður og Hjálmar Dam sum kiksaður 'klovnur'. Leiklutir, sum vit vita, at tey duga.

Hóskandi fyri børn
Tað var gott at síggja, at til sýningina týskvøldið var ein 7. flokkur úr Fuglafirði millum áskoðararnar. Tað skal nokk seta síni positivu spor í opnu ungdómssinnini, at tey hava ein lærara, sum er so framsíggin, at hann dregur tey líka til Havnar at uppliva leiklist í heimsklassa!
Hóast børnini sjálvandi ikki uppliva ein stórleik sum hendan á sama hátt sum vaksin, er hann væl egnaður til størri børn. Har hendir so nógv stuttligt og óvæntað alla tíðina, og ongin scena er 'óhóskandi' fyri børn. Ein góð familjuuppliving, har øll fáa tað besta frá leiklistini.

Hetta er heimskortið
Tað, kanska ikki so løgna er, at hvørja ferð enn ein ógloymandi framførsla hevur verið á Tjóðpallinum, fer undirritaða heim við einari svárari kenslu av sorgblídni, kryddað við einum dismi av vreiði.
Tí hví í tramin kunnu hasi dugnaligu fólkini ikki fáa ein ordiligan pall at leika á? Tey seta sjálvandi ikki fyrst og fremst 'Føroyar á heimskortið', tá tey leika á okkara lítla, hótta máli. Men tey ríka um tilveruna hjá okkum, sum longu HAVA funnið út av, at Føroyar ER á heimskortinum – á okkara heimskorti!
Hóast vit liva í heimsins dýrasta landi, við heimsins størsta skattatrýsti og hava heimsins vánaligasta PISA-úrslit, eru tað júst hesar løturnar á Tjóðpallinum, sum gera, at hetta landið slett ikki er so galið at búgva í. Akkurát sum í øðrum siviliseraðum londum, kunnu vit taka børnini undir armin og fara til stjørnuskrýddan sjónleik seint á kvøldartíð. Tað skulu tit á Tjóðpallinum hava stóra tøkk fyri.

--

Leikstjóri: Guðjón Pedersen
Búnar: Elín Edda Árnadóttir
Pallmynd: Finnur Arnar Arnarson
Ljós: Árni Baldvinsson
Týðing úr russiskum: André Niclasen

Tey leikandi: Birita Mohr, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð, Mariann Hansen, Bárður Persson, Hans Tórgarð, Páll Danielsen, Egi Dam, Kári Øster, Hjálmar E. Dam og Kjartan Hansen

26.10.10

Hvør sum bara átti ein leikutoyshandil

(Grein, sum eg skrivaði í mai 2008, tá Guli Bókahandil lat aftur forever.. :(

Hvør sum bara átti ein leikutoyshandil

Tað er bæði við sorgblídni og lætta at Hjalmar og Tinna Petersen venda biðjandi barnaeygum, babydukkum og bangarum bakið.

Rigmor Dam

Sum barn droymdi eg um, at mamma skuldi gloyma meg eftir hjá Hjalmari. So kundi eg vera innilæst har eina heila nátt púra einsamøll og blíva eftirlýst av politinum í útvarpinum. Og tá starvsfólkini komu til arbeiðis morgunin eftir, lá eg og svav á gólvinum millum rúgvur av upplætnum leikutoyi, sum eg hevði spælt við.
Hetta var ein góður dreymur, tí hvør sum bara átti ein leikutoyshandil – akkurát sum Hjalmar. 
Men skjótt eigur Hjalmar ongan Hjalmar meir, tí “Guli Bókahandil” letur aftur og er settur á sølulistan. Fyri eigararnar óivað ein røtt avgerð, men fyri kundarnar ein dáragerð, tí fáir handlar eru so sjálvskrivaðir í býarmyndini sum bókahandilin við ljóskurvarnar í Miðbýnum í Havn.

Miðbýarlív
- Vit vóna sjálvandi, at onkur uppfinnsamur persónur keypir handilin við tí fyri eygað at skapa lív í miðbýin, siga tey bæði Hjalmar Petersen (64) og konan Tinna Petersen (58), nú vit sita uppi í erva í gula húsinum; í íbúðini har mamma Hjalmar, Margretha, búði. Her sita vit nú - hendan vakra summardagin í Havn; í friðarliga kvistinum oman móti Steinatúni. Jú, hetta er avgjørt besta útsýnið fyri eina inkarneraða havnardamu, hugsi eg, meðan eyguni fylgja trokandi bilum og bussum, stórum skúlataskum við smáum skúlabørnum og trillandi barnavognum við mammum í mai. Her sat Margrehta eisini og kikaði, líka til tað síðsta. Longu áðrenn hon doyði í september í fjør var avrátt, at tá hon var farin, skuldi handilin og húsið seljast.
- Fyri okkum er tað bæði við sorgblídni og við lætta, at vit gevast. Vit orka ikki at halda fram. Tað er so strævið og bundisligt at reka handil, og tungt at fáa tað at mæla runt, sigur Hjalmar, sum, hóast hann er útlærdur timburmaður, hevur staðið í handlinum í 40 ár. 
Hann og Tinna eiga vaksin børn, sum ikki hava hug at taka við. So her í 2008 endar søgan um bókahandilin hjá Hjalmar Jacobsen, ið Hjalmar Petersen og systkini hava rikið sum triðja ættarlið. Í bókini hjá Birgari Johannesen, “Havnin – fólk og yrki”, verður greitt frá, at gamli Hjalmar Jacobsen, bókbindarin, lat bókahandil upp longu í 1914. Tann 17. juli 1918, sama dag sum H.N. Jacobsens Bókahandil læt upp niðri á Vaglinum, læt Hjalmar Jacobsen upp í “Ullvøruhúsinum” í Niels Finsensgøtu. Í 1927 keypti hann húsini hinumegin vegin, har handilin hevur verið síðani, sjálvandi við onkrari um- og útbygging.

Hugni hjá Hjalmar
Fleiri ættarlið av føroyingum hava sostatt keypt leikur, skrivstovuútgerð, føroyskar bøkur og donsk vikubløð í handlinum, sum Hjalmar og Tinna hava trivist so væl í.
- Hóast vit hava havt úr at gera, hava vit altíð glett okkum mest til jólasøluna, sum hevur verið serliga spennandi og hugnalig, sigur Hjalmar.
- Ja, viðhvørt kundi eg vakna upp mitt um náttina við pínu í fingrunum, tí vit stóðu og pakkaðu inn allan dagin, skoytir Tinna uppí.
Tey hava altíð sett eina æru í at veita eina góða tænastu, til dømis við at koyra vøru út til fólk, at rætta upp á feilir og at pakka gávurnar pent inn. Og her er altíð komið nógv fólk á gátt til eitt lítið prát ella at hvíla seg eina løtu í stólinum í horninum.
- Hvønn morgun um tíggjutíðina fóru vit upp á til Margrethu til kaffi. Hetta var ein sera hugnalig løta, har køkurin var fullur av fólki, sum komu framvið. So har gingu bylgjurnar ofta høgt kanst tú ætla, minnast tey við longsli.

Góð børn í dag
Tað krevst eitt serligt tol at arbeiða millum ýlandi bangarar, eggjandi Barbiedukkur og grenjandi børn. Tinna fortelur, at fyrr plágaðu børnini nógv meira.
- Tey blivu fullkomiliga hysterisk og skríggjaðu, tá tey vildu hava okkurt. Hetta kemur næstan ikki fyri í dag, sigur hon, og Hjalmar er púra samdur við henni. Vit práta eitt sindur um, hví so man vera. Kanska tí tey vóru heima hjá mammuni fyrr? Ella tí tey eiga so nógv í dag og vita, at tey fáa oftast tað, sum tey ynskja sær? Ella duga vit vaksnu kanska betri at lofta børnunum, tá tey plága? Tað er ilt at siga.

Spæla politi
Hjalmar minnist eisini onkuntíð fyrr, at hann hevur virkað sum uppalari fyri foreldrini. Hann greiðir frá, at tað meiri enn so kom fyri fyrr, at børnini nápaðu okkurt. So komu foreldrini dragsandi aftur við teimum, so tey kundu geva tingið aftur og biðja um fyrigeving.
- Hetta var ein keðilig støða at vera í, tí børnini skammaðu seg og vóru kedd. Men sjálvandi skuldu tey onkursvegna hava at vita, at tað var ikki í lagi bara at taka tingini, sigur hann.

Fastir kundar
Men flestu upplivingarnar vóru stuttligar og positivar. Millum annað var ein mamma, sum plagdi at ringja og spyrja eftir soninum Nikolai.
- So funnu vit hann inni í krókinum, har hann sat og hugnaði sær við einari bók, siga tey og flenna.
Bæði børn og vaksin vóru dagligir gestir. Millum teir føstu var listamaðurin Hans J. Glerfoss, sum plagdi at biðja Hjalmar keypa sær teknigreiðir í Danmark, til dømis kolstiftir.
- Hann vildi vísa mær, hvussu tær riggaðu. So stóð hann við diskin og teknaði fleiri fínar tekningar, sum hann lat meg fáa, sigur hann errin. Tekningar, sum nú hanga heima í stovuni uppi undir á Varða.

Bøllar og bíðilistar
Gjøgnum árini hava tey hjá Hjalmari fleiri ferðir selt vørur, sum øll knappliga vildu hava.
- Eg minnist serliga, tá ið bøllarnir komu fyrst í 80unum. Teir vórðu seldir, áðrenn vit náddu at pakka teir út. Til endans oystu vit bara alla eskjuna út í vindeygað, so fólk sóu, at nú vóru teir aftur at fáa, sigur Tinna. Eisini Master Mind var sera vælumtókt í 70unum, og síðstu árini hava trampolinirnar gingið sum heitt breyð. Føroyska spælið Landastrok var so eftirspurt, at fólk settu seg á bíðilista til aftaná jól, tí kanska kom onkur inn aftur við einum spæli, um tey fingu tvey í jólagávu.
- Hetta hevur alt verið vørur, sum fólk hava kimað okkum niður eftir, flenna Hjalmar og Tinna.

Kappingin
Hjalmar og Tinna halda ikki, at marknaðurin broyttist so nógv, tá BR lat handil upp á Hálsi.
- Kundarnir hava altíð verið sera trúgvir, og tað vísti seg, at pláss var fyri báðum, sigur Hjalmar. Hann vísir á, at fleiri leikutoyshandlar hava verið gjøgnum ár og dag, millum annað gamli bókahandil, Griffilin, Maria Poulsen og í Handilskjarnanum.
- Tað hevur ikki ávirkað okkara sølu, at aðrir handlar vóru. Men tá teir seldu út, ávirkaði tað søluna í eitt stutt tíðarskeið aftaná, siga tey.

Miðbýurin
Tá veðrið er gott, er miðbýurin hugnaligur, tí tá eru fólk til gongu. Men nógv er broytt hesi seinastu árini, og tað nívir tey bæði at síggja.
- Miðbýurin er deyður. Síðani Konditaríið lat aftur, koma færri fólk oman í býin. Her eru ov nógvar skrivstovur og lagursølur, og Miðbýarfelagið er óvirkið. Handlarnir áttu at drigið somu línu og samstarvað millum annað um upp- og afturlatingartíðir, siga tey við ein munn.
Onkrir áhugaðir keyparar hava longu ligið framvið gula húsinum. Sjálvi krevja Hjalmar og Tinna ikki, at ein møguligur keypari skal reka eitt ávíst virksemi framyvir. Heldur ikki hava tey sjálvi tikið støðu til, hvat tey skulu gera framyvir.
- Nú skulu vit fyrst hava okkum eina tiltrongda summarferiu fyri fyrstu ferð í mong mong ár, sigur Tinna.

Sløknað býarmynd
“Øll vøra - 75 %” stendur á gulu skeltunum í stóru handilsgluggunum. Uttanfyri í dagsljósinum eru stórar litfagrar leikur drignar út úr goymsluni. Inni er tómligt, á hillunum liggur okkurt hissini sløð: eitt skiftispor til ein tokbana, eitt koppað sminkuhøvd, kassar av pennum, stakkar av pappírum í óseljandi litum og gratulatiónskort við danskari áskrift.
Nú Hjalmar er farin, er enn ein býarmynd horvin. Vónandi fer guli bókahandil framyvir eisini at hýsa livandi virksemi, sum lokkar fólk í øllum aldri inn á gátt.

--

Orð á vegnum:
Ein kundi segði, at nú er Havnin sum føroysk klæði, har silvurið er tikið burtur.

24.10.10

Ladies night í Trapputún

Í gjárkvøldið var eitt satt østrogén-boom í Trapputún. Tær 9 genturnar í Sáru Mariusa 4. flokki vóru á vitjan her heima saman við øllum mammunum. Tilsamans 20 gellur í lítlu stovuni.



Sára Maria byrjaði í nýggja flokkinum í Kommunuskúlanum eftir summarfrítíðina, so endamálið var líkasum at samansjóða genturnar, nú tær kennast eitt sindur. So tær vórðu allar bodnar heim her við mammunum til pita, Talentfinalu, popkorn og dukkukeks. Mamma Mia filmurin og ein Hanna Montana filmur lógu eisini klárir, um Talent ikki skuldi fanga:))
Møðgukvøldið eydnaðist bara heilt væl. Umframt eting og sjónvarp, spældu genturnar 'Top-model' við smyrsli og klæðum uppi á kamarinum, meðan mammurnar sótu í stovuni og drukku kaffi og sleygaðu.

Fittar diddur eta góðgæti og hyggja í sjónvarp. Allar høvdu hvør sín bommposa við,
sum tær blandaðu saman í eina stóra skál at deila.
Kom at hugsa um, at tað faktiskt er eitt sindur løgið, at vit bara hava mammubólkar fyrstu árini hjá børnunum, tá tosið snýr seg um vørtasalvu, arp og reyðar rumpur, og børnini fáa lítið gagn av hvørjum øðrum, tí tað einasta tey hava í felag er, at tey eru fødd um sama mundið.
Mammu/pápa/foreldrabólkar áttu at verið settir á stovn millum foreldrini í øllum nýbyrjaðum 1. flokkum, har børn og foreldur javnan gera eitthvørt hugnaligt saman, uttan at skúlin altíð skal taka initiativ ella leggja (keðilig) hølir til.
Trivnaðurin í flokkinum verður betri av, at foreldrini kenna hvørt annað, og hava lættari við at kontakta hvønn annan, um eitt hvørt er á vási.


Flokkurin hjá Sáru Mariu hevur eisini eitt, sum tey rópa vinarbólkar, har børnini verða býtt sundur í bólkar við fýra í hvørjum. So fara børnini heim til hvørt annað at spæla ein seinnapart um mánaðin, og tá foreldrini heinta tey, støkka tey líka inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt lítið hugnaprát.

Í flokkinum hjá Róa, sum er 12 og gongur í Eysturskúlanum, hava tey eisini eitt slag av 'heimini læra hvønn annan at kenna' bólk. Her eru tað páparnir, sum hava tikið stig til, at teir 6 dreingirnir hittast heima hjá hvørjum øðrum fríggjakvøld av og á. Har er pápin vertur og hann skipar so fyri onkrum saman við teimum. Eisini hava páparnir og dreingirnir verið úti og bowla og Burger King saman. Genialt, at páparnir kenna hvønn annan og synirnir hjá hvørjum øðrum.
Møðgukvøldið varð forrestin fingið í lag eftir hugskoti frá vinkonuni Bergtóru Høgnadóttir, sum hevði roynt tað við stórari succes.