5.11.10

Omanfyri 500 børn liva í fátækradømi í Føroyum

Hetta er seinna greinin um fátækt í Føroyum, sum eg lovaði at leggja út í dag. Greinin varð skrivað í apríl í ár. 

Omanfyri 500 børn liva í fátækradømi í Føroyum

Nógv børn í Føroyum líða neyð vegna fátækradømi. Hetta kann hava stórar avleiðingar fyri børnini, bæði sálarliga, kropsliga og sosialt.

Orð: Rigmor Dam
Mynd: Istock

Hon hevur ikki ráð til at keypa børnunum mjólk hvønn dag. Í staðin keypir hon eitt blikk av kálktablettum fyri 100 krónur. So fáa tey um ikki annað kálkina.
Ein onnur hevur ikki ráð til kjøt, og fær tískil allan døgurðamat frá privata hjálparfelagsskapinum “Hjálpin”, sum koyrir útgingnan mat frá handlunum út til stakar uppihaldarar. Hóast kjøtið ofta er brúnt og ikki reytt, er tað frægari enn onki kjøt, tí børnini standa í vøkstri.
Ella hvat vit mammuni, sum fer oman á bakka við tráðu í hond eftir smáfiski, tí køliskápið er skralltómt.
Støku uppihaldararnir siga við ein munn, at tað er ikki yvirskot til annað, enn tað hægst neyðuga. So brillur, tannlækni, kavadraktir, gaggur, vetrarstivlar, føðingardagar, ferðir, konfirmatiónir ella boyli til tennirnar á barninum koma altíð í síðstu røð. Tí peningur er ikki til slíkt.
Alt hetta í lítla loynikrókinum í Norðuratlantshavi: Paradísinum Føroyum!

Stættamunurin økist
Mikukvøldið var stórt tiltak í Miðlahúsinum, har nýggj kanning um korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum varð avdúkað.
Eitt fullsett hús, harímillum eisini fýra politikarar, lýddi á skakandi føroyska veruleikan, tá tær báðar Siri Hansen og Annika Antoniussen, sum báðar hava lisið Cand. Ped. Soc á Danmarks Pedagogiske Universitet, greiddu frá úrslitunum av kanningini.
Sambært teimum er hugburðurin í Føroyum sum heild, at her er onki fátækradømi, og at familjan altíð traðkar til, tá ringast veit við.
- Men, tá samfelagið á hendan hátt skákar sær undan vælferðarábyrgdini og leggur hana yvir á familjurnar, er vandi fyri, at munurin millum fátøk og rík bara økist, sigur Annika Antoniussen, sum í hesum sambandi vísir á, at polariseringin, ella stættamunurin, uppstendur, tá tað er upp til familjurnar einsamallar at taka um endan.
- Tí øll hava bara ikki hasa familjuna við yvirskoti til at hjálpa vaksnum børnum og barnabørnum, sigur hon.

Hava tvey og trý størv
Alt hetta, í smáum føroyskum barnafamiljum við bert einum forsyrgjara.
Familjum, ið sum oftast búgva bíliga til leigu hjá privatum útleigarum, og sum hvørja løtu kunnu verða settar á gøtuna.
Og ikki í alkaholiseraðum, sjúkum ella á annan hátt veikum familjum, men hjá hartarbeiðandi og útbúnum vakssnum forsyrgjanum, sum ofta hava bæði tvey og trý størv fyri at fáa ráð til mat.
Tað eru í øllum førum 1.000 stakir uppihaldarar í Føroyum, og roknað verður við, at tað í minsta lagi eru 500 børn, sum liva í fátækradømi.
Í kanningini hava Siri Hansen og Annika Antoniussen tosað við 22 stakar uppihaldarar kring alt landið. Av teimum vóru fýra stakir pápar.
Í kanningini verður staðfest, at ein stakur uppihaldari skal forvinna í minsta lagi 30 prosent meira enn onnur, fyri at fáa tað at mæla runt. Sostatt skuldu tær heilt upp á eina inntøku á 42.000 krónur um mánaðin, áðrenn staki uppihaldarin sjálv/ur metti, at viðkomandi hevði nóg mikið.

Børnini líða
Hesi 500 børnini líða neyð. Ikki afrikanskt fátækradømi, men lutfalsligt fátækradømi, sum tað verður rópt í okkara parti av heiminum.
Hetta er fátækt millum miðalhampaborgarar, sum kann elva til sosiala avbyrgjan, marginalisering og negativan sosialan arv hjá børnunum. Fyribrigdi, ið vanliga ikki verða góðtikin í skandinaviska vælferðarsamfelagnum. Men eftir øllum at døma í Føroyum.
Í kanningini um stakar uppihaldarar greiða foreldrini frá, at tað ringasta er ikki, at tey sjálvi mangla eitt sindur her og har. Nei, tað ringasta er, at børnini líða undir, at ráðini eru ongantíð til tað, sum onnur børn fáa. At børnini altíð skulu vera við undirlutan. Ongantíð sleppa at ferðast og at hava positivar upplivingar, sum tey kunnu deila við hini børnini. At tey ikki eiga leikur ella lutir, sum til dømis teldu, fartelefon, spælimaskinur, rulluskoytur og so framvegis.
Børnini hjá støkum uppihaldarum skilja seg burturúr rúgvuni, tí tey fáa ongantíð nýggjar, fínar leikur, sum er vælumtóktar millum hini. Leikur og upplivingar, sum eru so umráðandi fyri at kunna luttaka í sosialum virksemi saman við vinfólki.
- ..sum støk mamma havi eg ikki ráð at keypa teimum Playstation ella Nintendo DS o.s.fr.. grannagentan, sum dóttirin spælir við, eigur bæði Nintendo, Playstation og egna teldu, hóast hon er bert 5 ár. Dóttir mín dugir enn ikki at tendra eina teldu, fortelur ein mamma.
Avleiðingin av, at barnið hevur ikki atgongd til teldu kann gerast, at barnið lærir ikki at brúka hana, tí tað sær ikki foreldrið brúka teldu.
- Materiella undirskotið kann hava avleiðingar fyri menningina og sosiala lívið hjá barninum. Eitt barn skal ikki altíð hava tað nýggjasta nýggja, men tað skal heldur ikki altíð vera sama barnið, sum onki fær, siga tær báðar, Siri Hansen og Annika Antoniussen í høvuðsuppgávuni.

Skúlin ikki fyri fátøk
Men fíggjarliga trongstøðan í heiminum hevur ikki bara avleiðingar fyri materiella ríkidømið. Eisini í mun til upplivingar og tiltøk merkja familjurnar stóran mangul. Hetta hevur eisini við sær, at børnini mugu avlýsa sosial tiltøk.
Í kanningini nevna tær eitt nú hetta við, at spara upp til ferðir í skúlanum. Hetta kann vera sera trupult hjá einum støkum uppihaldara. Um viðkomandi til dømis hevur trý børn, sum skulu rinda 300 krónur á konto um mánaðin, so ber tað als ikki til, tá tiltøkupenginurin til mat, klæðir og alt annað kanska liggur úr 1.500 upp í 3.500 krónur um mánaðin.
- Um skúlin er fyri øll, eigur hann eisini at taka atlit til, at øll hava ikki ráð til at ferðast við skúlanum. Hetta er eitt mál, sum skúlamyndugleikarnir áttu at hugt nærri at, segði Siri Hansen á fundinum í Miðlahúsinum mikukvøldið.
Eisini í sambandi við onnur sosial tiltøk eru hesi børnini við sviðusoð. Til dømis í sambandið við føðingardagar, har skúlin viðhvørt hevur eina reglu um, at allur flokkurin skal verða boðin í føðingardag. Øll hava ikki ráð at bjóða so nógvum børnum, men til dømis bara dreingirnar.

Ikki ráð til føðingardagar
Eitt er at halda føðingardagar. Eitt annað er at luttaka í føðingardøgum ella konfirmatiónum, har tú hevur gávu við. Hetta kann eisini vera ein tyngjandi postur í fíggjarætlanini, og kann avleiðingin lættliga vera, at børnini ella familjan meldar avboð.
- .. eg droppaði konfirmatiónirnar í ár, tí eg hevði ikki ráð, sigur ein mamma í kanningini.
Avleiðingin av hesum kann vera, at frammanundan sperdu familjurnar isolera seg. Og tað er serliga óheppið, tí tað frammanundan er avmarkað, hvussu nógv stakir uppihaldarar koma út millum onnur fólk.

Ikki bíligari á bygd
Í kanningini um stakar uppihaldarar verða fleiri mytur um stakar uppihaldarar avlívaðar. Ein teirra er, at tað er nógv bíligari at búgva úti á bygd, um tú ert fátækur. Her siga tær báðar, at veruleikin er, at støku uppihaldararnir úti á bygd hava akkurát líka lítið eftir, tá alt er goldið, sum tey á stórplássum. Hetta kemst ofta av, at neyðugt er at hava bil fyri at koyra millum bústað, ansingarstovn og arbeiði, og busssambandið er ov óregluligt.

Danska alternativið
 At Danmark altíð er eitt alternativ til stokkutu tilveruna í Føroyum er ein veruleiki, sum vit ikki koma uttanum. Í hesum sambandi vísa tær báðar á, at viðurskiftini í Føroyum eru fleiri ferðir verri enn niðri, har veitingarnar sum heild eru hægri, prísstøðið væl lægri, og bústaðarmarknaðurin lagaður til, so hann eisini hóskar til tey, sum ikki fáa játtað bústaðarlán í bankunum og tíansheldur ikki fáa rentustuðul frá landinum.
So samanumtikið er fíggjarliga byrðan nógvar ferðir tyngri her á landi enn í Danmark. Hetta er helst eisini orsøkin til, at so nógvar kvinnur í bestu árum mangla í her á landi, verður sagt.

Børn við lægri status
 Samanumtikið vísa tær báðar, Siri Hansen og Annika Antoniussen á, at støku foreldrini hava ikki so ilt av, at tey sjálvi mangla ymiskt. Tað ringasta er, at børnini líða undir vantandi fíggjarligu orkuni, og at hetta kann ávirka børnini, so tey fáa ikki góðan og fjølbroyttan kost, at tey eiga ting, sum geva status millum hini børnini, umframt, at tað ávirkar børnini sosialt.
Í niðurstøðuni í kanningini vísa tær báðar á, at hesin bólkur í stóran mun er politiskt forsømdur í Føroyum, og at tiltøkini á hesum økinum eru alt ov tilvildarlig. Tær kundu tí hugsað sær ein meira miðvísan sosialpolitikk, sum tók atlit til, at allir føroyingar hava ikki eitt familjunetverk, sum kann lyfta uppgávuna hjá vælferðarsamfelagnum.
Harumframt koma tær við fleiri ítøkiligum uppskotum til politisk tiltøk, sum høvdu bøtt um livikorini hjá støkum uppihaldarum. Vit kunnu tríva í nøkur teirra: Bústaðarpolitikkurin, ella mangulin upp á sama, her á landi. Barnapeningurin, ið kundi verið hægri, tá hugsað verður um, at eitt barn í miðal kostar einar 4.000 kr. um mánaðin. Tey 40 prosentini, sum hitt foreldrið fær endurgoldið fyri goldnan barnapening, kundi farið til barnið. Markið fyri at fáa rætt til frípláss kundi verið minkað, og barnafrádrátturin kundi verið hækkaður. Harumframt er ein stórur sosialpolitiskur trupulleiki her á landi, at hvørki vitan ella gransking er nøktandi, og at hetta økið eigur at verða útbygt sum skjótast.

Ingen kommentarer: