Havi ein veikleika fyri sórnum kavakúlum. Har er okkurt glansbílætpent kent yvir teimum. Longsulsfølv kinnum á!
Oddfríður sendi eitt so vakurt ørindi eftir Poul F.
Las tað fleiri ferðir í kvirruni.
Kvirra
Rúmdarkvirt stjørnuloft tindum á,
stormur í dúri lá,
sólin við tøgn sakk droyrreyð í kav,
lognarblítt hav við strondina svav,
...mánin í gullglæmu ljóðleysur vóð,
í blundi rak fuglur um silvitnissjó,
úr kvirruni andar alt ævunnar frið.
Ver tolin mín sál, brátt svevur tú við.
2 kommentarer:
Vakurt, men melankolskt
Ja, hugsaði tað sama, gott og trist. Tað haldi eg eisini jólakúlurnar eru: hugnaligar men klastrofobiskar :)
Send en kommentar