8.1.11

Og eg, sum elski fótbólt..

Klumma, sum eg skrivaði til nýggjársblaðið, sum B36 bar út í Suðurstreymoy:

"Some people believe football is a matter of life and death, I am very disappointed with that attitude. I can assure you it is much, much more important than that."
Víðagitna sitatið hjá fyrrverandi Liverpoolvenjaranum, Bill Shankly, er so púra satt.

Fótbóltur snýr seg ikki bara um lív og deyða. Fótbóltur er sjálv ímyndin av lívinum og deyðanum í einum og sama trillirunda bólti!
Hóast mannfólkini í familjuni, abbar, babbar og synir, hægst kunnu svinga seg upp á at streyfa einum ektaðum fótbólti við tí allaruttasta á stórutá eina ferð um mánaðin, duga teir so nógv, nógv betri at sparka enn tann samlaða Premier og Champions League tilsamans.
Men fótbólturin er ikki so galin til at innlima modernaðu mammudreingirnir í pulserandi testestoron klubban, nú teir ikki verða sleipaðir til ísfiskiskap undir Grønlandi ”roysni og brøgd at gera” sum bleikir nýkonfirmantar.

Minnist enn, tá fyrsti fótbóltsáhugin bylgdist í 4 ára gamla miðlinginum, sum knappliga ynskti sær ein fótbólt. Ikki var hálvtalað, fyrr enn pápin fleyg á dyr við dronginum undir arminum, og minuttir seinni stóðu teir í túninum og driblaðu við einum spildurnýggjum fótbólti. So fitt og engagerandi og juhuu maskulin fyrimynd í femininum pedagogtíðum og klapp, klapp. Inntil prísurin varð avdúkaður: TÚSUND feitar ríkisfelagskrónur fyri ein bólt til ein 4 ára gamlan!!

Ókey, nú spyrt tú kanska, hví handan tollutta konan, sum eftir øllum at døma er fyrstafloksfótboltsanalfabetur skrivar klummu fyri B36 blaðið. Eg spyrji tað sama. Men helst vónar Jákup Mørk, at eg endurtaki okkurt av tí pinkalítla, sum hann hevur hoyrt frá mínari síðu um evnið hesi árini, vit hava arbeitt saman í Miðlahúsinum. Ta gleðina skal eg ikki taka frá honum, men gleðiliga avdúka nakrar av mínum fúlastu fordómum og løgnastu assosiatiónum um fótbólt:

Ein supportari er ein umvælari hjá Elding. Libero er ein blæða. Ein dómari situr í Føroya Rætti. Ein coach hjálpir fólki fram á lívsleiðini. Ein leðurbóltur er seymaður av misbrúktum trælabørnum. Ítróttarjournalistar eru tað mest ósexutta á Journalistháskúlanum. HB-arar happa, meðan B36’arar eru eitt sindur fittari og bygdasligari, kanska ikki so kulir, men knáir!


Hvat skal man siga?
 Í roynd og veru eri eg sannførd um, at fótbóltur, eins øll onnur religión (og danskar undirhaldssendingar í føroyskum sjónvarpi fríggjakvøld), er tilvitað plantað narkotikum fyri undirklassan!!

Visti tú forrestin, at í Iran, sum annars er ein fótbóltselskandi tjóð, sleppa kvinnur ikki inn á stadion at hyggja eftir fótbólti? Í landinum, sum fer við kvinnum sum í ”STEINøldini”, verja myndugleikarnir nemmiliga kvinnum ímóti vulgera atburðinum hjá fótbóltseuforiskum mannfólkunum, sum bæði banna, ropa og syngja falskt. Kanska slett ikki so býtt?

Men eg nokti allíkavæl at luttaka í kvinnukórinum, sum sigur seg hata fótbólt. Ikki fyri at skána fótbóltin, men fyri at skána meg sjálva. Lívið hevur lært meg at velja dystirnar við umhugsni, tí sumt er so stórt, at tú fært onki gjørt við tað. Til dømis jarðskjálti, regnvátt summar og fótbóltur.

So eg fokuseri upp á tað lekra, hugnaliga og stuttliga við fótbóltinum: Nærmyndirnar av italskum spælarum og suðuramerikanskum fótbóltsbeinum undir HM. Hvussu sniðið og litirnir á búnunum laga seg eftir sivila mótarákinum í Paris og Milano, og hvussu Bundesligahár og strømm shorts framvegis eru tað heilt stóra í fyrrverandi Eystureuropa.

Og so tað allar besta við fótbóltinum. Fullkomni friðurin heima við hús sunnudagar, tá maður og børn fara á vøllin: Onnur steikin passar seg sjálva í ovninum, meðan hendan fær sær eitt lekjandi fótabað, ein kaffimunn og eina óalmindiliga djúphugsna telefonsamrøðu við eina aðra fótbóltseinkju. Til dømis um, hvat hondkrem er best, ella um Paffkrem er betri enn Amo!

Tí, móti fávitskuni stríðist sjálvt hin besta...

Ingen kommentarer: