28.2.21

 GRÁT IKKI MAMMAN



Røðan, sum eg skrivaði og helt í sambandi við avdúking av standmynd av Petur Mohr Dam í Skopun hin 27. apríl 2019.

Góðu tit øll, sum eru savnað her í dag, nú standmynd av abbanum, Petur Mohr Dam, verður avdúkað.

Ein dagin, tá eg var suðuri í húsinum hjá Dam á Tvøroyri, fann eg eitt gamalt bræv. Gult og falmað, dagfest hin 20. august 1916 í Skopun.

Brævið lá millum mong onnur brøv og skjøl har suðuri – spor frá einum langum livaðum lívi. Til okkum eftirkomarar at lesa og vónandi eisini at læra av.

Eg fari at loyva mær at lesa nøkur brot upp úr brævinum, tí tað lýsir rættiliga væl bakgrundina fyri, at hin ungi Petur Mohr Dam longu sum blaðungur fór so heilhjartaður inn í sosialistiska frælsisstríðið, ja, í sjálvan klassakampin. Ein kamp, sum hann gekk á odda í líka til hann dróg sín síðsta anda 70 ára gamal hin 8. november 1968.

Kæru áhoyrarar
Komið tit nú við mær aftur í søguna, aftur til støðuna!
Tað er knøpp vika síðan, at ungi Petur Mohr Dam í Skopun fylti 18 ár. Hann hevur dyppað fyllipennin fyri at orða eitt bræv til sín kæra farbróðir, Jóhan Chr. Frederik Dam, kongsbónda við Sjógv í Kollafirði, sum eisini er tinglimur fyri Sambandsflokkin.

Ørindini eru greið: Hann vil hava farbróðurin at hjálpa sær at orða eina umsókn um einkjustuðul til mammu sína, sum nú í skjótt 10 ár hevur sitið óarbeiðsfør einkja við seks børnum.

18 ára gamli Petur skrivar:
“Kære farbror
...Moder og vi aller takker eder hjerteligen for eders interesse for at hjælpe os at kunne komme til at gøre brug af loven om Understøttelse af Børn af Enker, hvilken ingen trænger hårdere til end vi... De oplysninger, som farbror ønsker i henhold til loven... gives uden forbehold, enskøndt at vi næsten skammer os med at opgive vores sande økonomiske forhold, så elendige de ere.”
Leggið tykkum her í geyma orðini “vi skammer os”, tí tey venda vit aftur til!

Góðu skopuningar, góðu áhoyrarar
Tá ið Gerhard Lognberg ringdi til mín herfyri og vinarliga heitti á meg um at bera tykkum eina heilsan, nú standmyndin av abba, Petur Mohr Dam, fór at verða avdúkað, takkaði eg sjálvandi fyri álitið. Og eg lovaði at siga nøkur orð, bæði vegna familjuna, sum í stórum tali er savnað her í dag, men eisini sum hugsjónarliga samsynt javnaðarfólk.

Søgan um Petur Mohr Dam er tíverri ikki skrivað enn, so lítið er at finna um hansara lív og bakgrund. Tí eru vit takksom, at tit skopuningar við hesi standmynd, vilja virða hans minni. Tí tað var her á plássinum, at frælsisstríðsmaðurin gekk í skúla, her hann spældi í bø og møl, gekk til handa og tók til sín holla andaliga og mentanarliga føði.

Í Sosialinum skrivar andsfelagin Heðin Brú føðingardagsheilsan til P. M. Dam á 65 ára degnum soleiðis um umhvørvið her í oynni, sum var honum til miklan íblástur í uppvøkstrinum: “Táið hann (P. M. Dam, red.) var ungur, var á Sandoynni ein rík og andlig veking: - A. C. Evensen, J. H. Poulsen, Jóhan Hentze, Mass Andr. Winther, Waldemar Dalsgård, Anna Maria Poulsen og fl. Øll av frígjørdastu og hjartaheitastu talsmonnum fyri tí ungu tjóðskaparrørsluni – háskúlamyndað, livandi vakin fyri øllum, sum hendi í tíðini, bæði burtur og heima. Á hesum jørðildi, sigur Heðin Brú, fór tíðliga at ríva fyri hesum viðhvama dreinginum, tokkin til land og fólk, til “et jævnt og muntert, virksomt liv på jord...”.

Men tað var eisini her, hann møtti vónleysa veruleikanum hjá teimum, sum onki áttu. Hjá teimum sjúku og veiku, teimum gomlu, einkjunum, foreldra- og fæloysingum.
Vit skulu rættiliga langt aftur í tíðina, tí abbi hevði verið 120 ár í dag.

Skopun var lutfalsliga ung niðursetubygd, og skopuningar høvdu ikki somu inntøkumøguleikar sum gomlu markatalsbygdirnar. So bygdafólkið var tá, eins og í dag, einamest fiskafólk, sum livdu av tí, sum havið gav – at fiska, selja og keypa – og so ein jarðarlut til kúnna og nøkur epl. Tað var tað.

Men Skopun var eisini ein bygd, sum vegna sín unga aldur hevði eitt leysari tilknýti til statisku bóndamentanina, har stórbóndin ráddi, meðan hin ognarleysi lat sína arbeiðsmegi á sjógvi og landi, og lítlan møguleika hevði fyri at lyfta seg og síni upp í ljósið og fram á leið. So, eins og onnur niðursetupláss dróg Skopun til sín tey ognarleysu, men vónríku; tey, sum brutu upp úr nýggjum - sum eitt lítið Amerika. Slík pláss eru spennandi at byggja upp, men eisini viðkvom fyri sosialari neyð, serliga fyrstu árini, til fólkið hevur funnið fótafestið. Men møguleikarnir at vinna sær eydnuna eru sanniliga eisini til staðar.

Millum ungu familjurnar, sum leitaðu sær suður um Skopunarfjørð síðst í fyrru øld vóru hjúnini Sára Maria og Óli Kristian Dam. Bæði vaksin upp í tí, sum vit í dag helst vildu rópt mentaðum heimum, hon av Heygum í Vestmanna og hann frá Sjógv í Kollafirði, á kongsgarðinum, sum eldri bróðurin hevði fest. Forrestin sami garður, sum Petur Mohr Dam av røttum skuldi festa eftir barnleysa farbróðurin, men mátti siga frá sær av heilsuávum.

Nýliga gift settust tey bæði niður sum handilsfólk her niðri á støðini, her tey keyptu og seldu fisk og handlaðu við vøru. Her fingu tey, ung og virkin, børnini sum perlur á rað – í 1894, ‘97, ‘98, og 1902, ‘04 og ’07. Ja, lívið var gott.

Men lagnan – og náttúran – kravdi sítt offur
Hin 14. mai 1907 lesa vit í Dimmalætting undir yvirskriftini “Havi tekur sín part, og tað er slúkið”: “Týsdagin 30. apríl kvøldist ein Skopunarbátur við 3 monnum í Høddasundi. Allir umkomust: Óli Kristian Dam, keypmaður, ið hevur konu og fimm børn eftir. Prestjógvan, ið var einkjumaður, hevur 5-6 børn eftir. Hin triðji var ógiftur. Fleiri Skopunarbátar vóru á útiróðri tann dagin; men teir sjólætnu vóru í síðsta báti, streymurin var harður, og brim var uppií.”

Óla Kristian var farin á sjónum, og Sára Maria sat einkja við fimm smáum børnum millum 3 og 10 ár og tí sætta undir belti.

Hon hevði síðan mangan á munni, at Petur, sum tá var 8 ára gamal, skuldi verið við pápanum á sjónum hendan dagin. Men, tá ið maður hennara gjørdi seg til at fara avstað á morgni, helt hann sonin sova so søtan, at hann vildi ikki vekja hann.
 
18 ára gamli Petur skrivar víðari til farbróðurin:
“Vores årsindtægter er det os umuligt at opgive eller gøre et skøn over, da vores fortjeneste på grund af den store sygelighed som har hersket i huset nu i flere år, har været og er begrænset til næsten intet.
Der har været nu og da lidt syning for folk og bagning for en handel... Men udgifterne er store. Berghild søster og jer går hilseløse, ude af stand til at gøre det mindste. Moder venter kun på at vores sygelighed skal forbedre sig i den grad at vi skulle blive i stand til at rejse bort herfra og prøve på at begynde på en eller anden levevej.”

Leggið nú hesi orðini “at rejse bort” afturat orðunum “vi skammer os”, sum eg nevndi í áðni. Vit koma aftur til tey.
Eftir at pápin var farin, og Sára Maria sat einsamøll við barnahópinum, kundi bygdafólkið í allari neyðini ugga hana við, at fiskurin var fingin til høldar og lá stakkaður, klárur at selja. Men enn einaferð gjørdi náttúran ein vørr, so ársverkið kom ongantíð í hús. Eitt øtiligt óløgið stóð niðan á bakkan og druknaði tí dýrabaru last. Eitt heilt ársverk spilt eftir lítlari løtu. So har reyk eisini einkjupensjónin.

Vit kunnu helst øll livandi ímynda okkum tann ekka, sum mundi bylgjast í mammuni, nú bæði forsyrgjari og inntøka hvurvu í einum. Men Sára Maria var kná. Hon setti í seg, at børnini skuldu ikki setast út. Tey skuldu vaksa upp saman her í heimbygdini, og her hava grannarnir, bygdafólkið og familjan norðanfyri heilt givið verið teimum ein hollur stuðul.

18 ára gamli Petur skrivar víðari til farbróðurin:
“Moder står i gæld til sine brødre, men som farbror ser er vores forhold så fortvivlende at jeg synes det forventes må i sig selv være nok til at anbefale os gyldige til at være berettiget til den fulde understøttelse foruden at man ydermere behøver at blotte sig. Vi kan også oplyse at moder ikke nyder nogen understøttelse af nogen kasse eller fattigvæsenet... Det kan ikke nægtes, at jeg har levet under serlige dårlige omstændigheder, jeg har været syg siden jeg var 13 år, og det meste af tiden har jeg beholdt sengen.”

Og leggið tykkum nú hesi orðini “at stå i gæld og at blotte sig” afturat orðunum “at rejse bort” og “vi skammer os”, sum eg nevndi í áðni. Vit koma aftur til tey.
 
Heilsan hjá Sáru Mariu fór skjótt at bila, men hon megnaði at halda hita í reiðrinum í eini 9 ár eftir at maðurin fór – við ongari inntøku ella hjálp frá landi ella kommunu. Til endans gav hon tó skarvin yvir og flutti norður til familjuna í Vestmanna, har hon andaðist fá ár seinni, einans 47 ára gomul. Sostatt var P. M. Dam bæði faðir- og móðirleysur longu 21 ára gamal.

Og lat okkum nú venda aftur til orðini, sum eg dróg fram úr brævinum frá unga Petur.
Hann talar um skommina; um at mamman bíðar eftir, at sjúku børnini verða nóg frísk til at kunna flyta burtur; at tey standa í skuld til næstringar og at tey mugu blotta seg fyri øvrigheitini fyri at fáa hjálp.

Hesi sterku orð, sum longu her bylgjast í 18 ára gamla dronginum, komu at merkja allan hans lívsgerning. Tí tey eru lýsandi dømi um ta ráðandi og eyðmýkjandi almuguhugsan, sum P. M. Dam brúkti alt sítt lív til at gera upp við: Hendan almuguhugsan, sum trælkaði og ómynduggjørdi tey, sum óforskylt mistu inntøkugrundarlagið, antin tey vóru gomul, sjúk, invalid ella mistu forsyrgjaran. Nei, menniskjað skuldi ikki krúpa ella koma við hattinum í hondini, fyri at prógva, at tey vóru “værdigt trængende”. Hinvegin skalt tú við røttum ryggi kunna taka ímóti teirri hjálp, sum tú hevur rætt til - tað er hitt sanna og ediliga lívsfrælsi.

Tí var tað heldur ikki løgið, at millum sporini frá Petur Mohr Dam í húsinum á Tvøroyri lógu orginalu lógaruppskotini og røðurnar, sum hann helt á tingi, tá sosiallóggávurnar vóru fyri síðst í fimmtiárunum: Lóg um barnaforsorg, lóg um invalidurentu, lóg um einkjupensjón og lóg um fólkapensjón.

Hann vildi víðka og menna tað, sum fólk høvdu rætt til, tá tilveran syndraðist. Hann vildi tryggja fólki eitt virðiligt lív – eisini eftir at tað ringasta var hent.

Drívmegin í øllum hansara virki var hitt fagra hugtak »Frælsi«, ið stendur ovast í stevnu Javnaðarflokka um allan heim. Við fíggjarliga frælsinum fylgir sanna lívsfrælsi, sum P. M. Dam var so upptikin av.

Hann tosaði alt sítt lív um frælsi frá økonomiskum vesældómi og trældómi, ímyndað við teimum trimum frælsunum: Bú-, arbeiðs- og lærdómsrættinum! Ella júst tað øvugta av tí, hann skrivaði pápabeiggjanum um. 
Hann vildi tryggja fólki frælsi at búseta seg, har gott er at liva; frælsi at kunna vinna sær til lívsins uppihald; og frælsi at kunna nema sær útbúgving, andliga ella handliga, sama um fólk eru rík ella fátæk av burði.

Í dag er kanska trupult at ímynda sær ta sosialu neyð, sum valdaði millum tey ognarleysu í Føroyum. Korini hjá teimum faðir- ella móðurleysu. Teimum sjúku og gomlu, kvinnunum og børnum. Hjá teimum, sum vistu sær ongan annan útveg enn at liva av náðini hjá øðrum.

Hesi eru ikki tey, sum søgan er skrivað um. Hetta eru tey navnleysu, sum skøldini hava ikki yrkt um, sum standmyndir eru ikki reistar av, sum vegir eru ikki uppkallaðir eftir. Hetta eru tey, sum ongan gravstein fingu, tey, sum tóku sporini við sær í grøvina.

Søgan hevur altíð verið skrivað av og um tey, sum ráddu fyri borgum, um kongar og høvdingar, stórbøndir og ognarmenn, um skiparar og reiðarar, restmenn og knáar kappar. Helst er hetta eisini orsøkin til, at so forsvinnandi lítið er skrivað um Petur Mohr Dam og fyri tað eisini um tann flokk, sum hann stjórnaði alt sítt vaksna lív, og sum, um nakar, hevur myndað modernaða føroyska vælferðarsamfelagið.

Og tað er spell, tí har eru upp í leypar av søgum at skriva um. Tað eru søgurnar um mannin, sum var floksformaður, sóknarstýrisformaður og tinglimur fyri Suðuroynna í heili 40 ár. Sum var folkatingslimur í 12 ár, og tvær ferðir varð valdur til løgmann.

Tað eru søgurnar um mannin og tey, sum stovnaðu landsins fyrsta veruliga fakfelag og Javnaðarflokkin. Um blaðið og blaðstjóran, læraran, lærarafelagformannin, handils- og vinnulívsmannin. Um tann fræga telvaran, hin gávaða yrkjaran, tann vertskapiliga avhaldsmannin, um hin altíð forelskaða ektamannin og umsorganarfulla familjupápan, hin hjálpsama svágin og avhildna barnavinin.

Tað kundi eisini verið søgan um mannin, sum saman við Louis Zachariasen longu í 1931 á fyrsta sinni legði uppskot fyri tingið um at viðurkenna merkið, sum føroyskir studentar høvdu hongt út gjøgnum gluggan á Garði í 1919. Um politikaran, sum áhaldandi virkaði fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Um faðirin at heimastýrislógini, sum onnur denna dag øvunda okkum. Um tann mann og flokk, sum tók tey stóru sosialpolitisku sløgini í Føroya søgu.

Men tað kundi eisini verið søgan um mannin, sum mundi verið sprongdur í luftina.
Tað var hin 18. september 1945, at bumban brast undir løgtinginum, har Dammurin plagdi at sita og arbeiða til út á næturnar. Havnin vaknaði við ein brest, býurin skalv og rútar knústust heilt oman í Vágsbotn.
Men hin rundleiddi maðurin við tí runda andlitinum og teimum rundu brillunum og hatti á høvdinum var farin tíðliga heim, tí dótturin, Bjarma, hevði føðingardag.
Gerningsmaðurin, sum hevði ætlað Petur Mohr Dam bumbuna, varð ongantíð funnin, hóast politiið lovaði ein dusør upp á 5000 kr.
Men mong ár seinni, varð Petur Mohr Dam boðsendur til ein mann, sum lá at doyggja. Hesin bekenti nú sína synd og bað um fyrigeving. Tað fekk hann, og løgmaður tók navnið á manninum við sær í grøvina.

Men hetta er eisini søgan um mannin, ið varð hildin uppi av tveimum kvinnum, sum vit ikki skulu gloyma ein dag sum hendan: Móðurin, Sára Maria, og konan, Ragnhild, sum tíbetur báðar eru uppkallaðar og soleiðis liva víðari millum okkum hvønn einasta dag.

Góðu skopuningar, góðu áhoyrarar
Enn einaferð vil eg vegna familjuna takka Skopunar bygd og borgarstjóra fyri standmyndina, sum fer at halda lív í minninum um Petur Mohr Dam.

Mín vón skal vera, at tey, sum leggja leiðina her framvið, eisini fara at minnast ta søk, sum hann fyrst og fremst vígdi sítt lív: At koma til lívs fátækt og kúgan. Soleiðis at menniskjuni skulu ikki dragast við slíkt, sum hann stríddist við sum 18 ára gamal í brævinum til farbróðurin: Skomm og skuld, at muga flyta burtur av neyð og at muga blotta seg fyri øvrigheitini.

Kæru vinir
Hansara hugsjón er greið, tí øll eru vit menniskjabørn fødd inn í hendan heim. Og øll hava vit rætt til satt lívsfrælsi; til tað lívið, í tí góða samfelagnum, har vit hava frælsi at búgva, har tað er gott at vera; har ein og hvør skal kunna forsyrgja sær og sínum, og øll hava fría atgongd til lærdóm, upplýsing og mentan, óansæð um ein er ríkur ella fátækur av burði.

Hetta stríð stóð fyri stóran part á Tvøroyri, sum í stóran mun var meinlík Skopun – ung niðursetubygd av fiskafólki. Men tað var her í Skopun, hans vøgga stóð. Av korunum, sum hann sá móðir sína liva í, sáddist og spíraði tann lívsgerningur hann trein.

Og hóast hann ongantíð sjálvur – hvørki tá ella seinni í lívinum - gramdi seg um peningaligu neyðina og vánaligu heilsustøðuna í ungdómsárunum, er veruleikin tann, at Petur Mohr Dam longu sum 9 ára gamal talaði hesi orð við mammu sína: Grát ikki mamman. Tá eg verði stórur, skal eg berjast fyri teimum veiku!
 
Takk fyri!














Ingen kommentarer: