1.2.08

Sjarma ella pengar

KLUMMA: Eg elski Havnina. Lat tað vera sagt. Men sokallaða gongugøtan, av Vaglinum og niðan til ljóskurvarnar, er so óhugnalig, at hon skuldi verið óhóskandi fyri børn.
Hetta fyrrverandi hjarta í býnum er eftir fáum árum umskapað til eitt opið sár, sum ikki vil lekjast. Bæði myndarliga og ítøkiliga tala, við skirvisligu øklaknekkandi brúgvasteinunum, sum eru til stóran ampa hjá shoppandi konufólki, trillandi dagrøktarmammum, vambasíðum ommum, stetlandi smábørnum og fullum ungdómi, sum eru akkurát tey einastu, sum hava ørindi í økinum.
Og húsini! Tími ikki at tosa um bókasavnsbygningin, Ebenezer og Handilskjarnan – ljótastu hús norðanfyri Alpurnar!
Men onkrir glottar kundu verið. Til dømis gamla Konditaríið. Men gakk. Hetta er mest skizofrena facadan í ríkinum, við neonbláum pizzaskelti, jólasligum konditaríi, egyptiskum vertshúsi og hacienda stíli – hvørt um annað.
Og fimm metrar longur uppi: EITT INNKREVJINGARVIRKI!! Eg spyrji bara: Hvør hevur lovað hasari ósexutti vinnuni inn í hjarta í býnum. Og at hýsa einum virki, sum misprýðir gøtuna, býin, ja, sjálvt lívið, við skríggjandi gulum klistrimerkjum, ljótari enn Bónus og Netto tilsamans. Og so elegant konstruerað, at ongin sær inn, men tey síggja út. Sigandi?
Fáar metrar longri uppi: Ein lítil fitt reyð kiosk, sum hevur eittans endamál her á fold. At selja blikkamat og búkfyllu til full fólk at spýggja á húsaveggir í grannalagnum.
Og niðri í Joto-holinum: Hvør í himmalsins navni hevur funnið uppá at brúka hatta praktfulla hølið til lagursølur? Hjá SMS? Har má vera hend ein misskiljing!
Og tað eru nøkur fá vinnurekandi, sum hava skylduna, býráðið ábyrgdina, og vit borgarar skommina. Ná!

Ingen kommentarer: