1.2.08

Tá eg verið stór..

KLUMMA: Tá eg verið stór, fái eg mítt egna kamar. Eitt jomfrúbúr.
Har skal standa eitt stórt mahogni sminkuborð við stórum spegli. Og har er ein sovorin gardaroba, sum mann kann ganga inni í, við hyllum og hattaeskjum. Í horninum er eitt hondvask, sum hjá ommudidd á Hálsi, og so er eitt lekkurt skrivaraborð til fartelduna, og ein elegantur flatskýggi við óendaliga nógvum sjónvarpsrásum, og einari persónligari fjarstýring, sum bara aktar mítt fingramerkið. Tá eg verið stór, havi eg heimsins besta lítla stereoanlegg við internetradio, so eg altíð kann lurta eftir seinastu útvarpssendingunum á P1 og BBC og klassiskum tónleiki.
Tá eg verið stór fer alt at hava sítt egna pláss og tað verður ongantíð neyðugt at leita eftir nøkrum. Hvør taska og hvørt par av skóm hava sína egnu vøkru eskju við angandi silkipappíri, sum í amerikanskum filmum. Og tá eg lati meg í myrkabláa ullinta frakkan ein kaldan vetrardag, havi eg sjálvandi eitt lítið hylki til handskarnar, sum hóska perfekt til frakkan. Og stivlarnir eru altíð nýbustaðir og kosta eina millión.
Tá eg verið stór, havi eg mína egnu persónligu ókeypis tráðleysu telefon, sum altíð hongur sum eitt headset í oyranum. Og hon aktar eisini bara meg, tí hon kennir røddina. So kann eg alla tíðina tosa við vinkonurnar og mammu. Og vit fara at tosa nógv longri enn nú, og eg fari ikki at hava ilt í økslini, tí eg gangi alt kvøldið og haldi telefonini upp ímóti oyranum, meðan eg fylli uppvaskimaskinuna, leggi klæðir saman og uppá pláss, pakki skúlataskur og finni spildurnýggju Dior varrastiftina í lummanum hjá didduni, sum liggur í hornasofuni saman við vinkonunum og nývaskaðu klæðunum og venur violin, meðan miðlingurin leitar eftir gummistyvlunum í gongini, tí hann skal til ríðing, og tann elsti spælir drønfrá telduspæl, so vit hoyra ikki, hvat vit siga, og maðurin lænir líka mína teldu til at kjekka meyl og eplini kóka.. og..
Men, tá eg hugsi um tað, so verið eg nakað einsamøll, tá eg verið so stór. So eg andi bara djúpt inn og gleðist um hvørja lítla løtu, eg ikki eri stór...

Ingen kommentarer: