KLUMMA: Orkaði ikki fyri at vera til jólatræ sum barn. Tí tá skuldi man leiða dreingir. Og meðan hinar genturnar hildu allir dreingir vera generelt vemmiligir, so var tað hetta ólekra við at leiðast, sum beyð mær ímóti. Ikki tí teir vóru dreingir, men tí teir høvdu altíð klebruttar hendur.
So hingu hesir klønu, køldu og vátu fingrarnir í lógvanum, og hóast eg royndi at halda fast, gliðu teir spakuliga úr haldinum. Og aftaná var hondin súr og slavin.
Hittinorðaði vinurin tók soleiðis til: You never get a second chance to make a first impression. Hetta mátti eg tíverri sanna her fyri kortum, tá eg heilsaði upp á ein fremmandan mann.
Ivaðist í, um eg nakrantíð fór at sleppa leys aftur, so klebruttar vóru hendur hansara. Smáneurotiskt leyp eg út á vesi at vaska mær. Bara tankin um, hvar alt hatta kleprið mundi stava frá var fullkomiliga absurdur. Totalt turn of.
Onnur duga slett ikki at taka í hondina og heilsa ordiliga. Hyggja ikki inn í eyguni, og geva eina lina og onkisigandi hond. Tey áttu at lært tað, tí ongin hevur forheilsað seg.
Men Bill Clinton dugir at heilsa uppá og at geva hond. Longu á flogvøllinum góvu vit hond bæði, meðan hann, við einum skeivum smíli spurdi: How are you? Og tað var tað reina Lawinsky, tá hann í mannamúgvuni niðri í býnum seinni sama dag segði “Hi again” við meg. Pu-ha, hevði Hillary vitað.
Nú er bara eftir at taka í hondina á Magna Arge. Man hann ikki eisini geva eitt gott fyrstahondsinntrykk?

1 kommentar:
Hey Rigmor
Eg datt av tilvild um bloggin hjá tær, og kom at lesa hana alla. Tað er ein frægd at lesa tínar kommentarar til gerandisfyribrigdi, og nakað væl betri enn bloggan í Dimmu. Eg haldi tú skuldi spurt Jan Müller, um tú kanst fáa eina femiklummu í 'sialinum.
Vinarliga,
Kristina
Send en kommentar