14.12.08

Klumma: Lost in space

So vóru vit aftur á Tvøroyri. Í deiligu húsunum hjá Dam, mitt í býnum. Hetta hjartað, sum vit systkinabørn og pápasystkini savnast í um høgtíðirnar, í ferium ella tá vit trongja til at kobla av í nakrar dagar.
Tá vit fara suður, er tað sum at ferðast í einari tíðarmaskinu - inn í ein farnan tíðarlumma, tá omma og abbi búðu har. Har angar enn av vaflum, vikubløðum og ceruttum á bakka. Skuffur, skáp og ovastaloft eru á tremur av sporum: knappablikkið hjá ommu, gulnaðu myndirnar av ommu í klokkuhatti ella langabba og Stauning, sum sýna ein ísvirkisbát. Har eru eisini hópin av bløðum og brøvum hjá abba, bæði privatum og almennum, í summum førum so forvitnislig, at søgugranskarar áttu at kanna tey. Soleiðis læra vit tey gomlu betri at kenna, hvørja fer vit vitja suður; eisini alt eftir, hvar vit sjálvi eru stødd í lívinum. Og vit kunnu velja, um sporini eru spøkilsi frá fyrrítíðini, ella ein fjálgur hiti frá hondum, ið sleptu.
Hetta fær meg at hugsa um dagin, eg ikki eri longur. Hvussu ommubørnini fara at minnast, práta og kanska fella eitt tár um ommuna, tá tey rudda brøv, myndir og greinir, sum eg lat frá mær gjøgnum eitt vónandi langt og ríkt lív.
Men aftaná fleiri herðindi av Feng Shui og “Rudda upp í lívinum”, finna tey bara eina gamla skóeskju við fjarritum frá Føroya Tele og ein stakk av gratulatiónskortum við forprentaðum gullstavum – “Tillukku við hjúnabandinum”. Har liggja gomul tryggingarskjøl, lánikort frá bókasøvnum, holaðar bankabøkur og nøkur útgingin pass.
Hini sporini liggja í fartelefonini, sum hundraðtals SMS’ar og J. Á einum Skype-brúkara, sum bara eg kenni kotuna til, og í einari mappu á fartelduni, sum eitur: Myndir at framkalla. Greinirnar liggja fjaldar í túsundatals word-dokumentum og í leitiskipanum á internetinum, og brøvini hvørva, sohvørt sum meylurin fyllist. Spooky?
Tey kunnu eisini cruisa cyberspace við at Googla meg, tí, sum onkur segði: “I’m Googable - therefore I am”. Eg kundi gjørt ein yvirdrivnan gerandis-exhibitionistiskan blogg ella upprættað ein narcissistiskan My Space profil, nú Facebook ikki er spennandi meira. Soleiðis kundi eg “verið onkur” og blivið partur av Á-ættarliðnum, sum bókaAnna her á blaðnum kallar tað, tí vit altíð skulu vera á – antin í veruliga ella í virtuella veruleikanum.
Nei, tað einasta, sum kanska fær ommubørnini at ressast, er ein lítil ungdómsmynd av ommuni við litføgrum hanakambi og leðurjakka. Tá fara tey at spyrja, um tað ikki var í 80’unum, at punkarir vóru modernaðir?

Apríl 2008