27.9.11

FRÁ 2011: Føroyska prísstøðið er hol í høvdið

(Hendan greinin er óhóskandi fyri útisetar, sum umhugsa at flyta heim).

Sum eg var glað hendan dagin. Onkur hevði stovnað ein bólk á Facebook undir heitinum "Svakir føroyskir prísir". Her kunnu øll leggja myndir og søgur inn um prísir, sum eru heilt av leið. Til dømis, at mjólkin kostar 11-13 krónur í Føroyum, meðan hon fæst fyri eina trillirunda fimmkrónu í syðra enda av ríkinum.

Tað er í tøkum tíma, at føroyingar vakna og gera uppreistur móti prísstøðinum her á landi.

Eitt er, at hundadýru prísirnir styggja útisetar frá at flyta heim. Teir eru eisini við til at reka fólk av landinum, og gera tað óhugaligari hjá okkum øðrum, sum royna at fáa tingini at fungera her heima.

Havi gjørt nøkur roknistykki, sum siga nakað um, hvussu hundadýrt tað er at keypa inn í Føroyum. Taki støði í mær sjálvari, familja við trimum stórum børnum.

Skulu vit til dømis keypa 3 litrar av mjólk dagliga, er kostnaðurin 1000 kr. um mánaðin. Sostatt skal eg tjena 2000 kr. áðrenn skatt til mjólk til eina barnafamilju.

Skulu vit øll fimm hava tilmæltu nøgdirnar av frukt og grønt dagliga, verður hetta lættliga 3000 kr. um mánaðin. So her skal eg tjena 6000 kr. áðrenn skatt!!

Lagnunnar speisemi vil tað eisini soleiðis, at tað loysir seg nógv betri at keypa útlendskan, innfluttan frystan fisk í matvøruhandlinum, enn frískan føroyskan fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi.

Og eri eg ikki vakin, kann eg lættliga koma til at keypa Zendium tannkrem í Matas fyri 49,95 - meðan tað kostar millum 22,95 á tilboð onkrastaðni, og 37,95 onkra triðja staðni. Hetta átti snøgt sagt ikki at verið lov!

Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein átrokandi politiskt avbjóðing av fáa prísstøðið niður. Serstøða Føroya ger, at vit alla somlu tíðina eru í grótharðari kapping við grannalondini, serliga Danmark.

Skal tað vera lokkandi at liva her, mugu prísirnir niður.

Eg ynski at seta mær sum politiskt mál, at Føroyar ikki skal vera heimsins allardýrasta land at liva í.

Vilt tú vita hvussu, kanst tú halda fram við lesnaðinum!

Eitt amboð, er at endurstovna príseftirlitið, sum hevur verið óvirkið í fleiri ár. Onkur má umboða brúkaran mótvegis handilsvinnuni, sum í løtuni kann áseta vøruprísin út frá devisuni um at "går den, så går den".

Vantandi príseftirlit og kapping eru høvuðsorsøkirnar til høga prísstøðið í Føroyum. Tí okkara avgjøld eru ikki hægri enn tey donsku.

Hóast vit altíð hava ein ávísan flutningskostnað, so eigur prísstøðið ikki at vera 14 prosent hægri enn tað danska, sum tað er í løtuni! 

Hetta, samstundis sum, at føroyska miðalinntøkan er 22 prosent lægri enn hin danska!

Vit eiga ikki at góðtaka, at okkara livistøðið er so nógv lægri enn tað danska.

"Går den, så går den" hugburðurin gongur sjálvandi, tí onki eftirlit er við prísásetingini.

Okkum væntar ein stovn, sum kann kanna, kunna um og seta tiltøk í verk, í sambandi við prísáseting.

Eitt sterkt og virkið príseftirlit skal út í handlarnar at kanna og samanbera prísir. Eisini skulu fólk kunna senda inn klagur um prísir til eftirlitið, sum harumframt skal hava førleika at vegleiða handilslívinum um prísáseting. Eftirlitið kann eisini koma við tilmælum til, hvussu prísstøðið kann lækkast á ávísum vørum, til dømis mjólk, breyð og frukt.

Og sjálvandi skal príseftirlitið virka saman við kappingarráðnum og brúkaraumboðnum, alt við sama endamáli: at verja okkum ímóti fríu marknaðarkreftunum, tá tær fara av sporinum.

Frí kapping er bara frí og fín, um hon er undir strongum eftirliti!

8.8.11

FRÁ 2011: Sum einglarnir flúgva

Annan jóladag fyrra árið las eg søguna "Sum einglarnir flúgva" eftir danska høvundanum Naja Maria Aidt í útvarpinum. Arnbjørn Ó. Dalsgarð týddi søguna, sum stóð at lesa í Vencili 4.
Hóast tittlulin kanska ljóðar jólasligur, er lítið jólasligt yvir søguni - burtursæð frá, at neyðarsliga familjan heldur jól á Gammel Køge Landevej einastaðni í søguni.

Hoyr søguna, sum í mong ár hevur verið pensum hjá teimum, sum lesa mál og bókmentir - bæði á miðnámi og á hægri læristovnum. 
Søgan er óhóskandi fyri børn, tí sælur er rúsurin - uppreisn likams og deyða!

27.4.11

FRÁ 2011: Tær góvu og lótu lív



Tá vit fara út á bygd, vitja vit ofta lokalu kirkjuna, kirkjugarðin og minnisvarðan fyri teir, sum fórust á sjónum ella í bjørgunum. Hetta eru ofta einastu almennu støðini í bygdini, saman við mølini ella sandinum, hagar leiðin eisini ofta gongur.

Á kirkjugarðinum síggja vit, at mong doyðu longu á bestu árum, bæði børn og ung, mammur og pápar. Á onkrum gravsteini stendur navnið á einari móður í tjúgunum ella tretivunum, og kanska minnið um eitt pinkubarn eisini.

Ein hin vanligasta deyðsorsøkin hjá kvinnum var deyðin í barsilssong. Ein føðing var lívshættislig fyri bæði móður og barn av fleiri ávum. Kvinnan kundi bløða út ella fáa burðareitran, barnið kundi liggja skeivt, ella ein lítil bruni kundi gera av við kvinnuna. Reinførið var ikki hitt besta, og jarðarmóðirin dugdi best til tað vanliga. Gekk føðingin ikki eftir vild, var langt á leið til lækna ella sjúkrahús. Harumframt var vitanin um føðing og grøðing ikki hin sama, sum í dag.

Hetta hevði við sær mangar syndarligar lagnur, har móðirin lat lív á bestu árum. Eftir sat einkjumaður og ofta fleiri børn og syrgdu konu og mammu. Tá var neyðin stór, tí ein maður kundi ikki halda hús einsamallur í einum kynsuppbýttum heimi, har tey bæði høvdu hvør sínar uppgávur at røkja. Maðurin uttandura í landbúnaði ella í fiskiskapi, og konan heima við hús.

Viðhvørt kundi ein eldri dóttir fylla leiklutin hjá mammuni. Ella fann einkjumaðurin sær aðra konu beinanvegin, og børnini fingu stjúkmammu at ansa sær.

Men vanligt var eisini, at einkjumaðurin ikki megnaði at bjóða aðrari konu til borðs, og tá var illa statt. Soleiðis varð mangur barnaflokkur spjaddur fyri vág og vind millum vinir og næstringar, sum tóku børnini til fosturs. Summi barnleys og barnagóð, onnur tí teimum vantaðu ein húskall ella eina arbeiðsgentu. Vit hoyra javnan um, at summi av hesum børnum vórðu viðfarin sum trælir, og fingu ikki somu sømdir sum børnini hjá húsfólkunum.

Ofta misti systkinaflokkurin sambandið hvørt við annað, og her gingu nú hesi neyðars móðurloysingar og royndu at lívbjarga sær í einari harðari verð, har ongin góða mamma var at ugga, tá hini børnini argaðu, lærarin happaði, ella um eitt prus kom á knæið.

Einsamøll í verðini. Og sum vanligt tá, so talaði ongin um vanlukkuna ella deyðu mammuna. Tøgnin ráddi. Hetta hevur ivaleyst fest seg í viðbrekna sinnið, ikki bara hjá einstaka barninum, men fleiri ættarlið fram. Hjá okkum, sum í dag hoyra tey eldru í familjuni fortelja um og minnast aftur á røsku, ungu mammuna, sum so brádliga varð tikin frá teimum, tá hon skuldi eiga ein lítlabeiggja ella eina lítlasystir.

Tí skal mín eyðmjúka bøn vera, at vit reisa ein vakran, litfagran minnisvarða eftir hesar ættmøður landsins. Til heiðurs og æru fyri tær, sum rindaðu við sínum egna lívi, tá tær góvu lív.

Tær bygdu eisini hetta land!


v. rigmor dam



26.2.11

FRÁ 2011: Kollveltandi myndir

Veruleikafatanin hjá New York'arum varð skakað, tá Jacob A. Riis avdúkaði armóðina í fátækrabýlingunum í 1880'unum.
Myndirnar høvdu stórar sosialar avleiðingar við sær  

Bókin, How The Other Half Lives gjørdist gjøgnumbrotið hjá Riis.
Myndin er av gøtubørnum, sum trunkaðu saman allastaðni í fátækrabýlingunum.
Børnini í skaktini er frá ár 1900 í Mulberry Street-býlinginum.

Hóast hugtakið dokumentarisma er av nýggjari uppruna, var tað júst hetta, sum danski amerikanarin Jacob A. Riis framdi, tá hann gekk runt millum kroysurnar í fátækrabýlingunum í New York við einum einføldum myndatóli og spildurnýggja undrinum blitsinum:

Hann dokumenteraði fyri øllum landinum og fyri allari framtíð ómenniskjaligu livikorini í heimsins skjótast vaksandi og máttmiklasta býi, New York.

Rúsdrekka og -evnismisnýtslan var umfatandi í fátækrabýlingunum. Maðurin á
myndini er opiumsmisnýtari, sum var ein stórur trupulleikin í 18. og 19. øld.

Fekk ein amerikanskan kjans

Tað var seinast í 1800 talinum, at hin fátæki tilflytarin úr Danmark fekk ein kjans sum politiraportari á blaðnum New York Tribune.

Upprunaliga var Jacob A. Riis ein fátækur dansku timburmaður sum, eins og túsundatals onnur, leitaði sær eydnuna í nýggja heiminum vestanfyri.

Hann kom til USA í 1870, og aftan á nøkur svong og niðrandi ár sum landastrok og leysarbeiðari, har hann var um reppi at missa mótið, var hann so heppin at verða settur í starv sum journalistur á New York Tribune.

Nøkur ár og nógvar viðurkenningar seinni eisini á høgtmetta blaðnum The Sun.

Í ørindum sum politiraportari fekk hann høvi at koma inn í djúpastu loynikrókarnar í fátækrabýlingunum á Manhattan, har Soho, East Village og Chinatown eru í dag. Hetta vóru øki, har tú skuldi halda teg innandura, tá myrkrið fjaldi skuggarnar í smogunum; har armóðin var so nívandi og lógarbrotini so lemjandi, at tey toldi ikki dagsins ljós.

Jacob August Riis
(1849-1914)
Avdúkaði tað ljóta

Tað óvanliga, og fyri nógvar lesarar provokerandi, við greinunum hjá Riis var, at hann dokumenteraðu samfelagsins ljótastu síður við myndum og teksti. Vanliga vóru greinirnar bara tekstur. Og vanliga tóku fotografar einans vakrar náttúrumyndir ella uppstillaðar studiomyndir

Men her var skuggasíðan av amerikanska dreyminum borðreiddur á forsíðuni aftur við morgunkaffinum. Myndir av teimum miseydnaðu tilflytarunum. Av indianarum, sum høvdu leitað sær inn í býin. Av littum eftirkomarum hjá afrikanskum trælum. Fátøkum írum, vónríkum spaniólum og snildum italienarum. Øll somul trunkað saman í skirvisligum smáttum við rottum, ruski og menniskjalorti slongt millum berføttu børnini.

Hetta, samstundis sum, at Riis sjálvur var ímyndin av amerikanska dreyminum:
Fátæki tilflytarin við gullmedaljong við hárlokki av ungdómsunnustuni um hálsin, og teppinum, sum mamman reivaði hann í sum nýføðing, undir arminum. Soleiðis dróg hann út í heimin at leita sær eydnuna.

Og sum í einum veruligum donskum ævintýri, skuldi hann so grúviliga nógv ígjøgnum, áðrenn ljósið til endans fann inn til hansara og lýsti á hansara lívsleið.

Riis tók nógvar myndir av fátøkum familjum. Hann vísti á, at tey vóru
vanlig fólk, eins og tú og eg, sum stríddust fyri føðina og elskaðu síni børn.

Sosialur reformistur

Hetta var eftir at hann sum myndamaður, fyrilestrahaldari og rithøvundur, og ikki minst sum avdúkandi journalistur og reformistur, gjørdist kendur og fekk vinir og vald, so til bar at bøta um livikorini hjá veikastu borgarunum.

Ikki við europeiska olmussutankanum sum grundvøllur, men við at stuðla tiltøkum og at vera virkin í Good Gowerment rørsluni, sum stríddist fyri at koma til lívs politiska ómegd og korruptión, og í sonevndum Settlement Houses, har endamálið var at styrkja bondini millum vælútbúnu miðalstættina og niðastu samfelagsklassarnar.

Hetta vóru borgarahús, har børn, ungdómar og kvinnur í røttum anglesaksiskum anda vórðu eggjað til at taka ábyrgd, og har sjálvsálitið og heimsmyndin varð styrkt. Ella á barnaheimum, har børnini lærdu at gerast meiri sjálvbjargin, enn upphavið, tey vóru av.

Myndin av neyðardýrinum við songini, sum hon hevur sovið á í fleiri ár.
Songin er bara ein fjøl. Hetta er ein hin sterkasta og kendasta myndin hjá Riis.

Ein klassikari

Serliga fekk hann nógv viðhaldsfólk eftir at hava skrivað bókina “How the Other Half Lives”, har myndir og tekstir fortaldu ósøgdu søgurnar um »hina helvtina«. Bókin gjørdist metseljari og telist í dag millum klassikararnir í amerikonskum bókmentum.

Riis giftist tvær reisir. Fyrra giftan var við ungdómskærleikanum, Elisabeth, heiman úr Ribe. Tey fingu fimm børn saman. Tvey ár eftir at hon doyði sum 52 ára gomul, giftist hann uppaftur í 1907. Hesaferð við vinkonuni Mary Phillips, sum var 28 ár yngri enn Jacob A. Riis.

Sum ein køstur! Tey vælbjargaðu sóu tó ikki armóðina fyrr enn
myndirnar hjá Riis borðreiddi veruleikan fyri teimum í dagsins avís.

Mentorur hjá Roosevelt

Sum besti vinur og mentorur fyri sosiala reformistin Theodore Roosevelt, kom Jacob A. Riis uppaftur tættari at valdinum, tá Roosevelt gjørdist forseti landsins í 1901.

Áðrenn hetta høvdu hann og Riis úr at gera á sosiala økinum í New York. Riis, sum gravandi og avdúkandi journalistur, og Roosevelt sum politiovasti og seinni eisini sum politikari.

Í hesum vinarlagi fekk Roosevelt gagn av, at Riis var so kendur í býlingunum, har mesti kriminaliteturin fór fram, og eitt drúgt og fruktargott samstarv teirra millum hevði við sær, at nógvar ítøkiligar kommunalar verkætlanir vórðu framdar í verki.

Eitt nú vatnveiting, heilsuviðurskifti, ruskinnsavnan og oyðan av fátækrabýlingum, sum vóru óhóskandi hjá fólki at liva í.

Danski amerikanarin, sum av forsetanum varð róptur »ein perfektur amerikanari«, gjørdist fastur gestur í Hvíta Húsinum, tá Roosevelt gjørdist forseti, og hansara meiningar vóru høgt í metum.


Riis var sera hugtikin av nýggju uppfinningini blitsinum. Við hesum kundi hann sníkja seg inn á fólk og taka myndina. Vanliga var trupult at fáa fólk at slappa av á myndunum. Hendan tøkan er helst komin óvart á hjá teimum 12 persónunum, sum trunkaðu saman í 16 m2 kamarinum í leigukroysunum í Bayard Street. Eitt songjarpláss kostaði fimm cent fyri náttina.

Goymdar og gloymdar

Tað løgna við myndunum hjá Riis er, at tær eitt langt tíðarskeið vóru farnar í gloymskuna. Myndirnar eru tyknar yvir eitt styttri tíðarskeið um ár 1880, og Riis brúkti tær á rundferðum sínum kring landið, tá hann helt fyrilestrar. Eisini vórðu tær prentaðar í bløðunum um sama mundið og í áður nevndu bók. Men Riis sá ikki seg sjálvan sum fotograf, men heldur sum skrivandi journalist og reformist.

Riis doyði í 1914. Men nústanni í 1945 komu myndirnar av tilvild undan kavi aftur. Hetta var, tá gomlu húsini, sum familjan Riis hevði búð í eini 60 ár frammanundan, skuldu rívast niður. Onkur kom fram á ein kassa við myndunum í og setti hann á trappuna hjá soni Riis, sum tá var ein tilkomin maður. Hesin visti, at býarsavnið í New York saman við einum russiskum fotografi, Alexander Alland, hevði leitað eftir myndunum.

Nú kundi sonurin lata savninum hundraðtals glasplátur við týðandi myndum av døkkastu søguni í býnum.

Myndirnar, sum vóru merktar av tíðarinnar tonn, vóru handfarnar sum dýrgripar, skornar til og síðan var ein stór framsýning í býarsavninum, har arvurin eftir Riis kom til sín rætt.

Eftirmælið Riis hevur verið ómetaliga positivt í USA, har hann telist millum fremstu myndafólkini. Ikki fyri myndagóðskuna sum so, men fyri tað slóðbrótandi og týdningarmikla arbeiði hann legði eftir seg. Eitt vandamikið arbeiði, sum hevði so nógvar góðar søgur við sær.
Sum ein perfektur amerikanari.

Mongu smølu skotini vóru vælegnaðar rýmingarleiðir hjá lógarbrótarum.
Tað visti politiraportarin Riis, sum kendi hvørja sprekku í slumminum.

25.2.11

FRÁ 2011: Kvinnurnar rýma undan machomentanini


Avbjóðingarnar í ælferðarsamfelagnum verða ikki lyftar
av pensiónistum, smábørnum og gomlum dreingjum eina!


Allastaðni í útnorðri venda ungu kvinnurnar smáplássunum bakið og leita sær inn til stórbýin.
Granskarar eru samdir um, at útjaðarin má laga seg meira til kvinnuligu virðini, skal honum vera lív lagað

Skrivað hevur: Rigmor Dam

Í øllum útnorði flýggja ungu kvinnurnar í hópatali til stórplássini, har útbúgvingar, persónligar avbjóðingar, hóskandi vælferðartænastur og mentanartilboð lokka. Hesi tilboð vinna skjótt á maskulinu og siðbundnu útjaðaramentanini, har lítið verður hildið um bókliga útbúgving og stórbýarkendu cafélätte mentanina.

Í stórum pørtum av Noraøkinum, Norðurnoregi, Íslandi, Føroyum og Grønlandi er lutfallið millum kvinnur og menn 90/100.

Tess tættari vit koma stórbýunum, tess javnari er býtið millum kvinnur og menn.

Tey flestu taka helst undir við, at ungdómurin fer út í heim at nema sær útbúgvingar og royndir. Men vit ynskja tey samstundis heim aftur, tá tey skulu seta búgv, so tey kunnu vera við til at byggja land.

Tí tað er ein sannroynd, at ógvuslig urbanisering (fólkaflyting til stórplássini) hevur við sær eina skeiklaða Fólkasamanseting – bæði í mun til kyn og aldur. Á Nora-ráðstevnuni um fólkafrøðiligar avbjóðingar í útnorðuri, Challenged by Demography, sum var í Alta í Norðurnoregi herfyri, var kynsspurningurin millum teir heilt stóru: Hvussu fáa vit kvinnurnar at støðast betri í útnorðri?


Gamlamannaklubbin

Hóast nakrar kvinnur sluppu at stjórna nøkrum workshops, var tað sigandi, at av teimum 14 fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni var einans ein kvinna. So tað var kanska ikki so løgið, at serfrøðingarnir innan demografi róptu seg sjálvar ”De gamle mænds klub”.

Og hugleitt varð um, at hetta kanska eisini er medvirkandi til, at kynsspurningurin er sloppin at menna seg so fatalt í útjaðaranum, sum hann í roynd og veru hevur:

at granskarar innan fólkafrøði hava ikki í nóg stóran mun sett hendan spurningin nóg ovarliga á dagsskrá higartil.

Tí allar kanningar vísa, at undirskotið av kvinnum í útjaðaranum er vaksandi, og útlitini fyri bata fá.

Millum klóku høvdini, sum talaðu í Alta vóru norski granskarin Lindis Sloan frá KUN, Center for Kundskab og Ligestilling, Kristianna Winther-Poulsen, cand.mag. og forkvinna í føroysku Javnstøðunevndini, seniorgranskarin Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio og Anna Karlsdóttir, lektorur á Háskóla Islands.

Hesi eru øll samd um, at skulu kvinnurnar støðast betri, er neyðugt, at útjaðarin eisini lagar seg til teirra tørv. Bæði í mun til vinnustruktur og kynsleiklutirnir. Alternativt ganga økini einum vissum deyða í møti - tíverri.

Vit vita, at væl meiri enn helvtin av teimum lesandi á miðnásskúlunum og á fleiri hægri lærustovnum í dag eru kvinnur. Og allar kanningar vísa, at júst hetta við útbúgving og persónligum menningarmøguleikum eru faktorar, sum kvinnurnar hámeta.

Hetta er eisini orsøkin til, at kvinnurnar helst flyta til stórbýir, sum eisini eru universitetsbýir. Við útbúgvingarstovnum fylgja ungdómar, mentanartilboð, frítíðarmøguleikar, meiri javnstøða, meiri modernaðir makar og margfeldi sum heild.


Modernaðar kvinnur

Men, hví flyta kvinnurnar burtur? Og hvat kundu tær hugsað sær var øðrvísi, skulu tær flyta heim aftur? Og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri eitt samfelag, at kvinnurnar flyta burtur? Her vísti Kristianna Winther-Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, á fleiri ting, sum vit vita hava ávirkan.

At kvinnurnar ynska fleiri mentanar- og frítíðartilboð, betri vælferðartænastur, ein minni siðbundnan og maskulinan arbeiðskultur, fleiri fakligar og persónligar avbjóðingar og so framvegis. Alt viðurskifti, sum tann modernaða kvinnan metir høgt.

Samstundis eru fleiri ting, sum fær kvinnuna at umhugsa at flyta heim, og sum tær, sum búgva í Føroyum, meta høgt. Hetta eru faktorar sum felagsskapurin, tryggleikin, familjan, vinfólkini, stuttu frástøðurnar, náttúran, friðurin og so framvegis.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini nevndi eisini hetta við, at føroyskar kvinnur vóru at kalla ósjónligar í almenna rúminum til fyri fáum árum síðani. Og at tær framvegis eru í stórum minniluta í føroyskum politikki. Eisini vísti hon á, at føroyska vælferðarskipanin hevur nógv eftir at bjóða. Hon minnir ikki sørt um suðureuropeisku skipanirnar, har til dømis barna- og eldrarøkt liggja á kvinnunum. Til dømis hevur verið at hoyrt, at visitatiónsnevndirnar innan eldrarøktina kanna um umsøkjarin eigur døtur ella ikki. Tey eldru, sum eiga bert synir ella er barnleys, koma tá framum, tá pláss er.

Eitt annað, sum Kristianna Winther-Poulsen vísti á, var siðbundna tøgnmentanin, har dubultmoralurin ræður. Hetta er slíkt, sum modernaðar, vælútbúnaðar kvinnur ikki tíma at fáast við. Til dømis, tá politikarar siga, at Føroyar eru paradís á jørð, samstundis sum, at avdúking av happing, hatecrimes og insest er vorðin alt vanligari seinastu 10 árini.


Síðsti mohikanin

Á norðurlandinum í Íslandi kenna tey væl til hetta við, at kvinnurnar rýma. Anna Karlsdóttir, er lektorur á Háskóla Islands. Hon greiðir frá, at har er støðan tann, at broytingar fara fram innan traditionellu vinnugreinirnar, til dømis landbúnað og fiskiskap. Samstundis hava risastórar ídnaðarverkætlanir við aluminium og hydro skapt stóran vøkstur á summum økjum.

Men hetta eru arbeiðspláss til mannfólk, sum ferðast til virkini úr øllum økinum – ja, enntá úr øllum heiminum.

Í hesum sambandi hevur Anna Karlsdóttir prátað við nakrar kvinnur um teirra virðir í mun til menningina í økinum, og hvørjar vónir tær hava um framtíðina – bæði persónligar og fyri børnini.

Niðurstøðan av kanningini er, at í fleiri bygdum eru útlitini alt annað enn bjørt, og kvinnurnar rættiliga svartskygdar.

Stóru broytingarnar í fiskivinnuni ávirka sjálvsagt eisini lívsstøðuna í familjunum. Kvinnurnar hava vanliga størv innan tað almenna (útbúgving, umsorgan og mentan), og samstundis hava tær ábyrgd av heiminum, har tær brúka í miðal 40 prosent av tíðini á degnum.

Samanlíknað við mennirnir, brúka teir bert 10 prosent av tíðini til húsligt arbeiði.

Hjá nógvum kvinnum í bygdunum er familjan flutt burtur. Familjan hevur annars verið fremsta insitamentið fyri at verða verandi. Og tá mannfólkini noyðast at ferðast burtur fyri at arbeiða í ídnaðinum, kenna kvinnurnar seg ofta sum tann síðsti mohikanin.

Sambært Onnu Karlsdóttir, bendir alt á, at kvinnurnar eru meiri fleksiblar, tá tað ræður um at skifta starv og at taka útbúgving.

Mennirnir eru eisini mobilir, men mest í mun til at ferðast eftir arbeiði. Tí eru kvinnurnar í dag græseinkjur, eins og í fiskivinnusamfelagnum, har tær vóru sjómanskvinnur.

Men spurningurin er, hvussu leingi tær tíma at verða verandi í einari bygd, har familjan er flutt burtur og maðurin býr á arbeiðsplássinum stóran part av tíðini. Tí umhugsa tær støðuna, tá børnini eru vorðin so stór, at tey skulu undir útbúgving. Júst hetta vegamótið er avgerandi fyri, um kvinnurnar verða eftir ella fara avstað.


Macho ella cand.mag

Ein annars spurningur, sum varð uppi at venda á ráðstevnuni, var modernaði livihátturin, tolsemi og javnstøða í mun til trivna í útjaðaranum. Lindis Sloan, norskur granskari, staðfesti í sínum uppleggi ”It’s all about gender…”, at ein bygd skal hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara!

Í hesum liggur boðskapurin um, at neyðugt er at skapa eitt livandi samfelag, sum kennist lokkandi hjá ungdóminum og serliga teimum ungu kvinnunum, ið eru so ídnar at sleppa avstað til stórbýin.

Hennara gransking í norska útjaðaranum vísir, at ein høvuðsorsøk til vantandi trivnaðin hjá kvinnunum er kenslan av vantandi javnstøðu, og at siðbundnu kynsleikutirnir ræðir kvinnurnar burtur. Tær vilja eisini sleppa at taka lut í politiskum arbeiði og avgerðum.

- Hyggja vit eftir býunum, finna vit eitt stórt yvirskot av kvinnum. Har finna vit eisini universitetini, sjúkrahúsini og stóru miðnámsskúlarnir. Og tú hevur javnari kynsbýtt arbeiðspláss. Á bygd finna vit harafturímóti ein meira kynsuppbýttan arbeiðsstruktur.

- Menn halda tað vera spennandi at fiska, veiða og so framvegis. Kvinnurnar vilja heldur hava eitt meira sosialt umhvørvi við møguleikum fyri útbúgving og mentan, segði Lindis Sloan.


Vinnan má við

Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio, sum er í fer við at kanna fólkafrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi, heldur tað vera ein vansi, at útjaðarin ofta ger vinnuligar og politiskar satsingar, sum venda seg ov nógv til mannfólk.

Hesum tók Lindis Sloan undir við. Hon greiddi í hesum sambandi frá um siðbundnu norsku smásamfeløgini, har ein yvirvági av gomlum dreingjum búgva einsamallir og arbeiða.

Kvinnurnar verða stygdar burtur av mannahørmi frá fiskivinnu, skógarrøkt og landbúnaði, og stórum inntøkugevandi vinnuverkætlanum so sum stál-, olju- og málmídnaði, har útlendskir arbeiðarar virka í styttri tíðarskeið í senn. Men hesir byggja onki lokalsamfelag, og tí kunnu hesar verkætlanir ikki standa einsamallar, men eiga at verða kombineraðar við onnur samleikaskapandi tiltøk, sum eisini geva kvinnunum arbeiði og innihald, so ungu familjurnar kunnu trívast.

Ein partur av loysnini liggur tí í menningini av vælferðarskipanini, granskingarverkætlanum, kreativum vinnum og øðrum økjum, sum lokkar kvinnurnar heim.


Mugu festa røtur

Tað kann bæði vera hugaligt og ikki, tá kanningin hjá Lindis Sloan eisini vísti, at hava kvinnurnar fyrst fest røtur og fingið børn, fara tær sjáldan avstað aftur.

Tí má stóra avbjóðingin vera at lokka kvinnurnar heim á klettarnar aftur, áðrenn tær náa at festa røtur í tí fremmanda. Og so at skapa grundarlag fyri, at tær festa røturnar væl og virðiliga í føroyska mold, tá tær koma heim.

Ella gera, sum fleiri mæltu til á ráðstevnuni í Alta: gera nógv lagaligari útlendingareglur, so onnur fólkasløg kunnu koma her upp og byggja land.

Tí eitt er vist – vælferðarsamfelagið og onnur samfelagsmenning verður ikki lyft av pensiónistum, smábørnum og gomlum dreingjum eina!



--

FAKTA:

Ungdómar á bygd í Grønlandi vórðu spurdir, um teirra ætlanir fyri framtíðina

Dreingir:
11% ætla at verða verandi á bygd í heimkommununi

38% ætla at flyta til ein bý í heimkommuni

22% ætla at flyta í ein annan bý

19% ætla at flyta til Nuuk

12% ætla at leita sær eftir avbjóðingum uttanlands

Gentur:

<1% ætla at verða verandi á bygd í heimkommununi

16% ætla at flyta til ein bý í heimkommuni

18% ætla at flyta í ein annan bý

37% ætla at flyta til Nuuk

29% ætla at leita sær eftir avbjóðingum uttanlands

Rasmus Ole Rasmussen, NORDREGIO, “Why Demography Matters”


--

Hvørji flyta burtur?

• Tey, sum hava pengar, flyta oftari burtur
• Tey við útbúgving flyta oftari burtur
• Húsarhald við tveimum forsyrgjarum flyta ikki so ofta burtur
• Kvinnur flyta oftari enn menn
• Tað er spurningurin um hvat er tað góða lívið, sum avgerð, um um folk fara ella ikki.

Rasmus Ole Rasmussen, NORDREGIO, “Why Demography Matters”

--

Hesir faktorar skulu vera til staðar, skal eitt útjaðarasamfelag yvirliva:

• Javnstøða
• Spennandi størv
• Nærleiki
• Pláss og náttúra
• Eitt bøssapar og ein grafiskur designari …

Lindis Sloan, Demographics in Coastal Communities
- It's all about Gender

--

Greinin "Kvinnurnar rýma undan machomentanini" varð prentað í Sosialinum 13. november 2009.

--

8.1.11

Og eg, sum elski fótbólt..

Klumma, sum eg skrivaði til nýggjársblaðið, sum B36 bar út í Suðurstreymoy:

"Some people believe football is a matter of life and death, I am very disappointed with that attitude. I can assure you it is much, much more important than that."
Víðagitna sitatið hjá fyrrverandi Liverpoolvenjaranum, Bill Shankly, er so púra satt.

Fótbóltur snýr seg ikki bara um lív og deyða. Fótbóltur er sjálv ímyndin av lívinum og deyðanum í einum og sama trillirunda bólti!
Hóast mannfólkini í familjuni, abbar, babbar og synir, hægst kunnu svinga seg upp á at streyfa einum ektaðum fótbólti við tí allaruttasta á stórutá eina ferð um mánaðin, duga teir so nógv, nógv betri at sparka enn tann samlaða Premier og Champions League tilsamans.
Men fótbólturin er ikki so galin til at innlima modernaðu mammudreingirnir í pulserandi testestoron klubban, nú teir ikki verða sleipaðir til ísfiskiskap undir Grønlandi ”roysni og brøgd at gera” sum bleikir nýkonfirmantar.

Minnist enn, tá fyrsti fótbóltsáhugin bylgdist í 4 ára gamla miðlinginum, sum knappliga ynskti sær ein fótbólt. Ikki var hálvtalað, fyrr enn pápin fleyg á dyr við dronginum undir arminum, og minuttir seinni stóðu teir í túninum og driblaðu við einum spildurnýggjum fótbólti. So fitt og engagerandi og juhuu maskulin fyrimynd í femininum pedagogtíðum og klapp, klapp. Inntil prísurin varð avdúkaður: TÚSUND feitar ríkisfelagskrónur fyri ein bólt til ein 4 ára gamlan!!

Ókey, nú spyrt tú kanska, hví handan tollutta konan, sum eftir øllum at døma er fyrstafloksfótboltsanalfabetur skrivar klummu fyri B36 blaðið. Eg spyrji tað sama. Men helst vónar Jákup Mørk, at eg endurtaki okkurt av tí pinkalítla, sum hann hevur hoyrt frá mínari síðu um evnið hesi árini, vit hava arbeitt saman í Miðlahúsinum. Ta gleðina skal eg ikki taka frá honum, men gleðiliga avdúka nakrar av mínum fúlastu fordómum og løgnastu assosiatiónum um fótbólt:

Ein supportari er ein umvælari hjá Elding. Libero er ein blæða. Ein dómari situr í Føroya Rætti. Ein coach hjálpir fólki fram á lívsleiðini. Ein leðurbóltur er seymaður av misbrúktum trælabørnum. Ítróttarjournalistar eru tað mest ósexutta á Journalistháskúlanum. HB-arar happa, meðan B36’arar eru eitt sindur fittari og bygdasligari, kanska ikki so kulir, men knáir!


Hvat skal man siga?
 Í roynd og veru eri eg sannførd um, at fótbóltur, eins øll onnur religión (og danskar undirhaldssendingar í føroyskum sjónvarpi fríggjakvøld), er tilvitað plantað narkotikum fyri undirklassan!!

Visti tú forrestin, at í Iran, sum annars er ein fótbóltselskandi tjóð, sleppa kvinnur ikki inn á stadion at hyggja eftir fótbólti? Í landinum, sum fer við kvinnum sum í ”STEINøldini”, verja myndugleikarnir nemmiliga kvinnum ímóti vulgera atburðinum hjá fótbóltseuforiskum mannfólkunum, sum bæði banna, ropa og syngja falskt. Kanska slett ikki so býtt?

Men eg nokti allíkavæl at luttaka í kvinnukórinum, sum sigur seg hata fótbólt. Ikki fyri at skána fótbóltin, men fyri at skána meg sjálva. Lívið hevur lært meg at velja dystirnar við umhugsni, tí sumt er so stórt, at tú fært onki gjørt við tað. Til dømis jarðskjálti, regnvátt summar og fótbóltur.

So eg fokuseri upp á tað lekra, hugnaliga og stuttliga við fótbóltinum: Nærmyndirnar av italskum spælarum og suðuramerikanskum fótbóltsbeinum undir HM. Hvussu sniðið og litirnir á búnunum laga seg eftir sivila mótarákinum í Paris og Milano, og hvussu Bundesligahár og strømm shorts framvegis eru tað heilt stóra í fyrrverandi Eystureuropa.

Og so tað allar besta við fótbóltinum. Fullkomni friðurin heima við hús sunnudagar, tá maður og børn fara á vøllin: Onnur steikin passar seg sjálva í ovninum, meðan hendan fær sær eitt lekjandi fótabað, ein kaffimunn og eina óalmindiliga djúphugsna telefonsamrøðu við eina aðra fótbóltseinkju. Til dømis um, hvat hondkrem er best, ella um Paffkrem er betri enn Amo!

Tí, móti fávitskuni stríðist sjálvt hin besta...