7.10.07

FyrstaHONDsinntrykk


KLUMMA: Orkaði ikki fyri at vera til jólatræ sum barn. Tí tá skuldi man leiða dreingir. Og meðan hinar genturnar hildu allir dreingir vera generelt vemmiligir, so var tað hetta ólekra við at leiðast, sum beyð mær ímóti. Ikki tí teir vóru dreingir, men tí teir høvdu altíð klebruttar hendur.
So hingu hesir klønu, køldu og vátu fingrarnir í lógvanum, og hóast eg royndi at halda fast, gliðu teir spakuliga úr haldinum. Og aftaná var hondin súr og slavin.
Hittinorðaði vinurin tók soleiðis til: You never get a second chance to make a first impression. Hetta mátti eg tíverri sanna her fyri kortum, tá eg heilsaði upp á ein fremmandan mann.
Ivaðist í, um eg nakrantíð fór at sleppa leys aftur, so klebruttar vóru hendur hansara. Smáneurotiskt leyp eg út á vesi at vaska mær. Bara tankin um, hvar alt hatta kleprið mundi stava frá var fullkomiliga absurdur. Totalt turn of.
Onnur duga slett ikki at taka í hondina og heilsa ordiliga. Hyggja ikki inn í eyguni, og geva eina lina og onkisigandi hond. Tey áttu at lært tað, tí ongin hevur forheilsað seg.
Men Bill Clinton dugir at heilsa uppá og at geva hond. Longu á flogvøllinum góvu vit hond bæði, meðan hann, við einum skeivum smíli spurdi: How are you? Og tað var tað reina Lawinsky, tá hann í mannamúgvuni niðri í býnum seinni sama dag segði “Hi again” við meg. Pu-ha, hevði Hillary vitað.
Nú er bara eftir at taka í hondina á Magna Arge. Man hann ikki eisini geva eitt gott fyrstahondsinntrykk?

21.9.07

Vælferðarmafian


KLUMMA: Eg havi altíð rindað skatt við gleði. Tí, í mun til meginpartin av heiminum eru Føroyar eitt vælferðaparadís, bygt upp av solidariskum og demokratiskum prinsippum. Vit hava ígjøgnum mong ár uppbygt eina skipan, har vit rinda nærum helmingin av inntøkuni í skatt, so vit hava rætt til ymsar ágóðar, tá á stendur.
So, tá fólk spyrja, um ikki tað er súrt at rinda nærum helmingin av allari inntøkuni í skatti, so havi eg altíð svarað nei, tí eg fái so nógv gott fyri hesar pengarnar:
Eg havi rætt til hjálp, tá eg verið gomul.
Eg havi rætt til hjálp, tá eg verið sjúk.
Eg havi rætt til feriu, tí øll eiga rætt til hvíld.
Eg havi rætt til barsil, um eg verið við barn.
Eg havi rætt til hjálp, um eg verið arbeiðsleys.
Alt hetta var júst endamálið við vælferðarskipanini – sum vit kenna hana her í Norðurlondum. Og tí rindi eg skatt við gleði.
Men, nú kemur tann stóra andsøgnin, sum eisini ger, at tað ikki altíð er so stuttligt at rinda skatt. Tí áðrenn eg veit av, nærkast tey nærum 50 prosentini teimum 60. Hetta er einar tveir minuttir eftir at lønin er komin inn.
Tá verður drigið av til eftirløn, til tá eg verið gomul.
Tá verður drigið av til sjúkrakassan, til tá eg verið sjúk.
Tá verður drigið av til feriu, tí eg havi rætt til hvíld.
Tá verður drigið av til barsilsgrunn, til tey sum verða foreldur.
Og tá verður drigið av til ALS, so eg kann fáa hjálp, um eg verið arbeiðsleys!!
Og eg sum helt, at skatturin skuldi tryggja meg, um/tá eg komi í eina støðu, har eg ikki longur eri før fyri at forsyrgja mær sjálvari. Hvar fer allur hesin skatturin? Føroyar ella Sicilia! Høvdu teir gomlu vita.

20.9.07

Femi-klumma

Eg eri ein farligur føroyskur feministur. Tí frøddist eg um, at so nógv fólk luttóku á illa lýdda og nógv umrødda kvinnudegnum á Hotel Føroyum. Ikki tí, tá tiltakið av fyrstan tíð varð lýst, fanst eg eisini at kostnaðinum, og at tað var ein gerandisdag.
Men mótstøðan bráðtagnaði, tá kastratiónsforskrektu brølapurnar á Tinghúsvegnum fóru at leika í. Teir prógvaðu til fulnar, at ongantíð hevur ein kvinnustríðsdagur verið meira tiltrongdur enn júst í ár.
Og vónandi vóru teir á tann hátt óbeinleiðis atvoldin til, at hundraðtals nýfeministar vórðu floygdir á Oyggjarvegnum 8. mars, eftir tímar við messandi, humoristiskum og kveikjandi javnstøðu tep-talki, lekrum mati og matchandi smoothies í túsund-krónurs klassanum.
Varnaðist tú forrestin, at tá kostnaðurin fyri at hoyra Clinton varð kunngjørdur, tagnaðu allar atfinningar móti gívrastevnuni, sum onkur nevndi hana?

Danski rithøvundurin og feministurin Hanne Vibeke Holst sigur so rámandi: “Maktfull mannfólk fascinera, meðan maktfullar kvinnur provokera.”
Sum blaðkvinna upplivi eg av og á eitt fyribrigdið, sum eg rópi tríkantsinterview: Hetta er, tá eg og myndamaðurin fara út til eina uppgávu, og maðurin, sum eg geri samrøðu við, bara hyggur upp á og svarar myndamanninum, meðan vit práta! Hetta er serliga galdandi fyri leiðarar í privata vinnulívinum. Neyvan hevði hann sett eina kvinnu í leiðsluna!
Enn eru vit tíbetur tvey kyn, men við reyða kuffertinum og framkomnu tøknini er vandi fyri at mannfólk í alt størri mun gerast restframleiðsla her á fold: Hitt neyðuga frysta vit niður, meðan tað stuttliga liggur í songarborðinum!

19.9.07

Klumma: Går den, så går den!

Eg havi ein grundaðan illgruna um, at útgangsstøðið hjá nógvum handilsfólkum er “går den, så går den!”.
Tá bensinstøðin selur breyð, matvøruhandilin motorolju og bakarin epli, er serkunnleikin og stoltleikin mótvegis dygd, trygd og tænastu skúgvaður til viks fyri ussel mammon.
Hetta gav alvorliga at bíta sunnudagin, tá gamla her hevði forlovað seg, og bjóðað gestum til steik og buding. Í botninum á kustaskápinum lá ein hýggjuskotin eplaposi við spírum og bananflugum. Halt kjaft, eg eri kiksað.
Sløkti fyri ovninum, smoygdi illavornu lillavornu sandalirnar á føturnar, grøna chiffonturriklæðið um hárið og gula regnjakkan um herðarnar. Og so avstað – oman til bakaran at keypa epli. Innkomin vísti tað seg, at ikki færri enn tríggir aðrir kundar høvdu somu ørindi sum eg. Har stóðu vit so og keglaðust eina løtu við skirvisliga eplaplattin, har gula prísskeltið boðaði frá, at 2 kg av donskum eplum kostaðu 24,95. Problemið var bara, at eplini vóru bæði svamputt og grøn.
Føroyingum líkt fóru tvær av konunum avstað við hvør sínum pakka, meðan eg og havnarmaðurin - er hann nevndur, er hann kendur, stóðu eftir, og høvdu ikki ordiliga hug at keypa hasi eplini. Tí, hvør hevði góðtikið at helvtin av rugbreyðinum var moðið?
So var tað, at vit funnu uppá ráð. Hann yvir til kassan, biður um fýra tómar breyðposar, tveir til hansara og tveir til mín. Kruvdu fýra eplaposar, og fóru so málrættað og flennandi undir at sortera – góð epli í ein posa og rotin í ein, inntil vektin í grønmetisdeildini kunngjørdi, at nú vóru 2 kilo av góðum eplum í tveimum hvítum breyðposum, ein í part.
Óivað hildu søtu skúlagenturnar, sum stóðu við kassan hendan gula sunnudagin hetta vera svakasta eplaparið, tær nakrantíð høvdu upplivað, tá vit bóðu tær koyra posarnar við spiltum eplum í skrell, meðan vit rindaðu fyri hinar.
Men lítið vita tær, tí “går den, så går den!”

18.9.07

Blómandi barnaheimsgentan



- Á barnaheiminum fór alt fram sum eftir einum samlibandi. Vit vórðu koyrd í bað og kembd. Um morgunin lógu klæðini samanløgd uttan fyri kamarshurðina. Maturin stóð á borðinum í matarsalinum, og lummapeningurin varð útflýggjaður fríggjadagar. Men kærleika og hita kendi eg onki til, sigur 40 ára gamla Linda Olsen, ella betur kend sum Linda á Barnaheiminum. Hon hevur nú verið rúsfrí í átta ár, og ætlar sær avgjørt at geva børnum sínum eina betri byrjan, enn hon sjálv fekk.

Lívsmynd
Rigmor Dam
Í erva í einum leigaðum húsum undir Svartafossi búgva 40 ára gamla Linda og børn hennara, Natasha 15 og Stefan 6. Tær báðar eru júst komnar heim frá arbeiði og úr skúla, tá eg tríni inn í hugnaliga heimið. Linda tekur ímóti og orsakar óruddið og flytikassarnar.
- Vit pakka niður, tí vit fara at flyta, sigur hon. Við kvikum rørslum rukkar hon ein bunka av gávupappíri saman av køksgólvinum og stappar litfagra bóltin í ruskspannina.
- Stefan verður seks ár í dag, so eg og diddan vaktu hann við gávum og sangi í morgun, greiðir hon frá. Við einum brosi peikar hon á stóra, nýggja gokartin á gólvinum.
Av tí at húsaleigan er sett upp, mugu tey flyta í okkurt minni og bíligari. So Linda kærir seg um umstøðurnar hjá einligum mammum í Føroyum.
Vit báðar sessast um køksborðið, og meðan vit gera enda á eini tveimum kannum av kaffi, fortelur hon søguna um lítla barnaheimsbarnið, sum í dag hevur lært seg at liva við baldrutu fortíðini, við sviki, misnýtslu og rúsdrekka.
- Fortíðin er ein partur av mær, og eg skammist ikki av henni longur. Kanska søga mín kann hjálpa øðrum, sum hava ilt við at koma til sættis við lagnuna. Tí hóast tú hevur verið fyri nógvum mótgangi, mást tú taka ábyrgd, fyrigeva og líta frameftir, heldur enn at dvølja við tað farna, sigur Linda, sum er sera errin av at hava verið rúsfrí í átta ár nú.

Eitt svikið barn
Trý ára gomul varð Linda koyrd á Barnaheimið. Í fyrsta umfari búði hon har í fýra ár. Tá trein ein fremmand dama, sum rópti seg mamma, inn í lív hennara. Tær skuldu flyta til Danmarkar.
- Hon hevði júst fingið eina lítla dóttur afturat, og eg minnist bara, at ta tíðina, vit tríggjar búðu í Danmark, drakk hon ómetaliga illa. Mamma var órein. Eg fekk ongantíð eitt einasta klemm frá henni, og hon tók tað frá mær, sum eg var glað fyri. Til dømis vildi hon ikki, at eg skuldi ganga í vøkrum klæðum, og altíð klipti hon fruntin á mær heilt stuttan, sigur Linda. Og hon greiðir frá um eina av fáu hendingunum, sum hon minnist, men sum kortini hevur sett síni spor.
- Niðri í Danmark kom eg í samband við eina fitta kristna familju, sum tók sær nógv av mær. Maðurin beyð mær við at spæla krubbuleik í kirkjuni, og eg minnist enn, hvussu spent eg var. Vit vandu og fyrireikaðu alt, men tá framførslan skuldi vera, noktaði mamma mær at vera við. Ongin frágreiðing ella nakað, og eg kundi ikki funnið uppá at sett spurnartekin við avgerðina. Men eg minnist enn hvussu vónbrotin eg varð, sigur hon.
Eina aðru ferð, tá hon og ein vinkona spældu í einari park, kom ein maður eftir teimum. Linda kláraði at renna undan, men maðurin fangaði vinkonuna, sum hann dró inn á eitt vesi, har hann neyðtók hana á allar hugsandi hættir.
- Mamma trúði mær ikki og segði, at eg leyg, tá ið eg segði henni frá hendingini. Og hóast maðurin varð tikin og revsaður, góðtók hon ongantíð, at eg hevði verið vitni til hesa óhugnaligu hending, sigur Linda.

Á Barnaheiminum
Tá ið Linda var 12 ára gomul, fluttu tær heim aftur til Føroyar. Genturnar vórðu sendar á Barnaheimið, men eftir eina tíð flutti systurin heim aftur.
- Mamma drakk enn illa og orkaði ikki at hava okkum báðar búgvandi. Í dag dugi eg at síggja, at eg hóast alt hevði ein betri barndóm á barnaheiminum enn systir, sum var meira heima hjá mammu, greiðir Linda frá. Við handarbakinum turkar hon burt eitt tár, tá ið tosið fellur á systrina.
- Á barnaheiminum fór alt fram sum eftir einum samlibandi. Vit vórðu koyrd í bað og kembd. Um morgunin lógu klæðini samanløgd uttan fyri kamarshurðina. Maturin stóð á borðinum í matarsalinum, og lummapeningurin varð útflýggjaður leygardagar. Men kærleika og hita kendi eg onki til, sigur Linda.
Hon heldur ikki at nakar pedagogikkur var á barnaheiminum, og uppgávan hjá starvsfólkunum var at síggja til, at tey vóru rein, pen, mett og úthvíld.
- Nógvur munur varð gjørdur á børnunum. Tey fittu og skikkiligu børnini fingu alla uppmerksomheitina, og summi sluppu eisini heim um vikuskiftini ella fingu vitjan. Hetta var tó ikki galdandi fyri meg, men av og á slapp eg heim við starvsfólkunum um vikuskiftini og í ferium, greiðir Linda frá. Og henni kemur til hugs eitt av starvsfólkunum, sum hevði serligan týdning fyri hana.
- Katrina á Neystabø var seymikona á barnaheiminum. Hon hevur eitt serligt pláss í hjarta mínum, tí hon góðtók okkum øll sum vit vóru. Viðhvørt slapp eg heim við henni at ferðast, og eg minnist enn, hvussu væl hon dugdi at lurta og vera loyal móti okkum, sigur Linda. Katrina seymaði øll klæðini upp á børnini, og Linda minnist, hvussu fín og glað hon fór í skúla fyrsta skúladag, í nýggjum klæðum frá Katrinu.
Á Føroya Barnaheimi búðu tá eini 40 børn, býtt sundur á tríggjar deildir: Mitens, sum var pinkubarnadeild, smábarnadeildin fyri tey 3-7 ára gomlu, og gentu- og dreingjadeildin fyri tey størru.
- Eg var fyri nøkrum keðiligum upplivingum á Barnaheiminum, millum annað tí har gekk ein pápi og mól, sum gjørdi seg inn á meg. Nú eg eri vorðin vaksin, havi eg spurt meg fyri um hetta, og tað vísir seg, at hann var eisini ónærisligur móti øðrum børnum, millum annað hansara egna.
Men hóast alt lítur Linda aftur á tíðina á Barnaheiminum við takksemi.
- Vit høvdu eisini nógvan stuttleika, tí vit vóru ein bólkur av vinfólkum, sum stóðu saman og vardu hvønn annan, tá ið eitthvørt var. Millum annað, tá vit stjólu lyklar til matgoymsluna, ella tá vit lovaðu hvør øðrum inn, eftir at dyrnar vórðu læstar um kvøldið, sigur Linda. Kortini minnist hon aftur á onkrar nætur, hon ikki slapp inn aftur, tí dyrnar vóru læstar klokkan 2 um vikuskiftini. Tá svav hon uttan fyri í dukkuhúsinum á spæliplássinum.
- Fríggjadagur var ein serligur dagur, tí tá fingu vit lummapengar. Vit fingu hvør sín lítlan posa og vórðu send út at rudda túnið. Aftan á sat gubbi (leiðarin á barnaheiminum, red.) við borðendan og býtti út lummapengar. Tá var dagur í viku, flennir Linda.
Enn í dag hevur hon eitt serligt forhold til tey, sum hon vaks upp saman við á Barnaheiminum.
- Vit eru næstan sum systkin. Tosa ofta saman og hjálpa hvørjum øðrum, sigur hon.

Blakað úr skúlanum
Linda var tað, fólk rópa eitt problembarn. Hon skulkaði illa úr skúlanum, og 13 ára gomul vaknaði alskurin til rúsdrekka.
- Eg ballaðist saman við eldri drykkjufólki, sum bjóðaðu mær bæði finspritt og “Denmedtyren”, og mangan datt eg av og fekk blackout. Eg var sera ørg inn á mammu, og haldi, at eg vildi hevna meg inn á hana, sigur Linda. 15 ára gomul varð hon blakað úr Kommunuskúlanum.
- Barnaheimið tók ta avgerð, at eg skuldi sendast niður á skúla. Eg slapp at velja ímillum at fara á gentuheim ella á ungdómsskúla. Sjálvandi valdi eg ungdómsskúlan, sigur hon og flennir. Tí hon kundi ikki hugsað sær at verið uttan sjeikarnar.
Linda fekk tvey góð ár í Danmark, har hon tók 10. flokk, og heimafturkomin varð hon útskrivað av barnaheiminum, 17 ára gomul.
Men nývunna frælsið var meira enn hon megnaði at rúma, og nú datt hon veruliga útí. Komandi mongu árini snúði nærum alt seg um rúsin.
- Lívið var eitt stórt ball. Vit drukku, tóku tablettir, royktu hash og ótu svampar. Tað einasta, eg ongantíð royndi, var sproytan, og eg fekk ikki røkt eitt rættiligt starv, tí eg møtti so illa upp.

Búðu á gøtuni
25 ára gomul gjørdist Linda við barn og flutti niður. Har átti hon Natashu, og fyrsta hálva árið helt hon seg edrúa.
- Eg elskaði dóttrina yvir alt á jørð, og ræðumyndin fyri meg var ikki at megnað at vera mamma fyri hana, ella at hon skuldi enda á barnaheimi. Samstundis kundi eg ikki halda mær frá rúsinum, sigur Linda.
So fyrstu seks árini livdi lítla gentan við einari mammu, sum javnan datt úti. Kortini sá Linda altíð til, at dóttirin var pen og rein, og bant vakrar troyggjur upp á hana. Tá gentan var tvey ár, fluttu tær heim aftur til Føroyar.
- Eg datt av úti á gøtuni, bleiv blakað út úr vertshúsum, sovnaði í kavafonnum og fekk blackout. Eitt tíðarskeið búðu vit báðar á gøtuni í Havn, men fingu so eitt kamar frá kommununi. Fólk sóu, hvussu illa til stóð og royndu at gera meg varuga við støðuna, men rúsdrekkamisnýtaranum líkt, kveistraði eg tey frá mær. Ferð eftir ferð lovaði eg didduni, at nú skuldi eg ongantíð drekka aftur, men hvørja ferð sveik eg hana, sigur Linda. Í dag fær hon ilt í hjartað av at síggja myndir av dóttrini, tí hon sær so ólukkulig út.
Bert einaferð kom Barnaverndin upp í leikin, tí onkur hevði meldað hana. Tá varð hon so bangin fyri at missa dóttrina, at hon fór til avvenjingar hjá Blákross í ein mánað, meðan mamman ansaði didduni.
- Eg helt, at eg kundi læra at drekka, men longu tvær vikur eftir, datt eg útí aftur, sigur Linda, sum í dag fýlist á, at málið ikki varð fylgt upp, tí enn skuldu trý ár ganga, áðrenn skil kom á hana.

Livir við skommini
Fyri átta árum síðani fór Linda í viðgerð fyri rúsmisnýtslu, og hevur hon verið edrú og limur í AA síðani. Eisini hevur hon fingið eina útbúgving sum blómubindari og arbeiðir við skapandi gávum sínum í einum blómuhandli í Havn.
- Eg fór til avvenjingar, tí eg orkaði stutt sagt ikki meira. Fyrsta árið var eg sera ørg inn á mammu. Eisini skuldi eg læra at liva við skommini av, at eg sum kvinna og mamma havi gingið sum eitt ólukkudýr í Havnargøtum. Eg skuldi eisini læra meg sjálva at kenna, tí so nógv ár í rúsi høvdu elvt til, at eg als ikki kendi meg sjálva, greiðir Linda frá.
Ein av stóru uppgávunum, eftir at hon var vorðin edrú, var at fyrigeva sær sjálvari og at biðja onnur um fyrigeving. Harímillum lærdi hon eisini at koma til sættis við mammuna, sum doyði av krabbameini fyri hálvumøðrum ári síðani.
- Eg var nógv um mammu síðstu árini, áðrenn hon doyði. Eg lærdi at vera góð við hana og at fyrigeva henni, tí hon hevur helst gjørt sítt besta. Hon vaks sjálv upp hjá rúsdrekkamisnýtarum, og var uttan iva eitt ólukkuligt og sera einsamalt menniskja, sigur Linda, sum onki samband hevur við pápa sín, hóast hon veit hvør hann er.

Vunnið stríðið
Úti í durinum hoyra vit onkran skava, og inn kemur barnagarðstroytti føðingardags­drong­urin Stefan, við pápa sínum í hølunum. Linda ressast, og fyri aðru ferð í dag pakkar sonurin gávur upp á køksgólvinum.
Áðrenn vit runda av, spyrji eg Lindu, hvørjar dreymar hon hevur um framtíðina. Hon er skjót at svara, at hon kundi hugsað sær eini hús og sín egna blómuhandil.
Eisini kundi hon hugsað sær at arbeitt við barnaverndarmálum.
- Eg havi fleiri ferðir meldað fólk, sum fara illa við børnunum, til Barnaverndina. Alt ov ofta hendir onki, og viðhvørt havi eg sett meg í samband við Barnaverndina um sama mál fleiri ferðir, sigur Linda.
Hon greiðir frá, at ein hin størsti sigur hennara var, tá ið 15 ára gamla Natasha herfyri bað hana halda fyrilestur um seg sjálva í flokki hennara í Kommunuskúlanum.
- Hetta vísir mær, at eg havi vunnið stríðið. Eg havi ongantíð lagt lok á fyri dóttrini, og hon er somikið opin um lagnu okkara, at eg nú havi álit á, at sosiali arvurin er brotin, sigur Linda. Og hon lítur errin uppá vøkru dóttrina, ið vann trý heiðursmerki í fimleiki til framsýningina uppi á Hálsi í vikuskiftinum.

Søgan um Joto: Tær tóku land




Meðan ungdómsuppreisturin leikaði í inni á meginlandinum, gingu ungu føroysku genturnar ílætnar sum mammurnar. Men so kom Joto, og so fór alt á glið

Sjónvarp var einki og Bryggjubakki varpaði bara um fisk, kappróður og gamlan sið. Fermdu døturnar fóru beinleiðis frá at vera fittar og lýdnar smágentur til at vera konur, sum mammurnar. Og í brúðarskríninum lógu smáblomstrutir kjólar við innsnitti frá Skálabúðini, pressaðir damaskdúkar og postalín við gullkanti frá Mariu Poulsen. Og ullinti fermingarfrakkin, gjørdist eisini frúu- og mammufrakkin.

Uppreisturin
Men inni á meginlandinum vóru rembingar í nýstovnaða teenage umhvørvinum, og afturljóðið av rútmunum frá festivalum og kravgongum rakk eisini føroyskan ungdóm. Og so kom Joto - og einki skuldi aftur verða tað sama.
Tær trokaðu seg inn í eina ostaklokku, fyri síðani at spreingja hana innanífrá. Tí Joto var fyrst við niðurdeilum, sum komu upp um knæ. Og fólk vóru á gosi. Joto var fyrst við siðleysu gentucowboybuksunum. Og tey mundi sálast. Tá Joto var fyrst við miniskjúrtinum, vórðu gentur róptar horur og biðið varð yvir teimum. Og tá handilin fór at selja hítir til ungu genturnar, var alt longu farið á glið og kundi vera tað sama.

Fyrsti mótahandili í landinum
Sum fyrsti mótahandilin í landinum lat Joto upp tann 15. oktober 1966. Og nú handilin gevst, er greitt, at aftanfyri hugtakið Joto, stóðu tvær slóðbrótandi kvinnur, sum longu tá vóru tilvitaðar um, at Føroyar stóðu á einum mentanarligum og kynspolitiskum vegamóti. Handilin loftaði tveimum tíðarrákum og var sostatt við til at nøkta og metta ein marknað, sum ikki hevði verið áður: teenagaragentuni og frígjørdu kvinnuni.
Tær báðar, Hanna og Tordis, høvdu verið búsitandi uttanlands í nøkur ár, tá tær heimafturkomnar settu sær fyri at lata upp handil við mótaklæðum til ungar kvinnur. Men av ymsum orsøkum, gjørdist tað, sum skuldi vera ein handil, til tveir handlar: Joto 7 og Joto 9.
- Mamma segði, at vit klandraðust so illa, so best var, um vit fingu okkum hvør sín handil, sigur Tordis og flennir hjartaliga, meðan hon greiðir frá, at hóast tað bara er hálvtannað ár ímillum tær, so hava tær altíð verið ómetaliga ymiskar, bæði í sinni og skinni.
- Hanna var nógv villari enn eg - ein sannur rebellur. Eg var meira gamaldags og líðin, sigur hon og flennir.
So endin var, at Hanna lat mótahandilin upp í Niels Finsens gøtu 7, tann 15. oktober 1966, og Tordis lat upp Joto9 við brúkslutum, tann 1. mai 1967. Men navnið høvdu tær longu funnið og varð tað samansett av nøvnunum hjá teimum báðum: Johanna og Tordis.
-Tað var ein fantastisk tíð, tí alt, sum vit seldu, var nýtt og spennandi, og var ikki at fáa nakra aðrastaðni í landinum, sigur Hanna, sum longu tá var rættiliga tilvitandi um leiklutin hjá frígjørdu kvinnuni, og tí setti sær fyri at selja trendsetandi klæði, sum settu kvinnuna í miðdepilin, men sum samstundis vóru sniðgivin við tí í huga, at kvinnan skuldi kenna seg væl í teimum. Og hon nevnir eitt nú jersey kjólarnir við Up-art mynstri og Hettemærks Parkas frakkar, sum vóru úr bummull og toldu bæði regn og vind, fyri ikki at gloyma lekru buksudraktirnar, eisini frá Hettemærks.

Djarvir kundar
- Mammurnar hataðu tað og døturnar elskaðu tað, siga tær.
Og tað var júst tað, sum var ætlanin við mótanum í seinnu helvt av sekstiárunum: At gera upp við gamlar siðir og at skelka tey ráðandi og myndugleikar av øllum slag, foreldur, lærarar, prædikantar og politisku skipanina.
So tað vóru avgjørt tær meira medvitandi og progressivu ungu kvinnurnar, sum gjørdust kundar í Joto – tær, sum ikki vildu vera sum mammurnar. Í fyrstani vóru tað bara havnagenturnar, men sum frá leið vildu tær úr eitt nú Fuglafirði og Klaksvík eisini signalera, hvørjar typur tær vóru, við klæðum, smúkkum, frisurum og make up.
- Til tíðir var so nógv at gera í handlinum, at vørurnar vóru nóg illa pakkaðar út, áðrenn tær vórðu seldar, greiða tær frá, og nevna eitt nú kinaskógvarnar, eingangstrussurnar úr pappíri frá Ann Mari Lee, fyri ikki at gloyma blonku og strømmu satinbuksurnar, sum hvør genta í Havn pressaði seg niður í.
- Og tað sá ikki altíð tespiligt út, tá tær skrúvaðu seg niður í buskurnar, sum skuldu vera vátar, tá tú fór í tær, so tær sótu heilt tætt, sigur Anna Maria, dóttir Honnu, sum hevur liva við Joto næstan alla sína tíð.

Listin í hásæti
Joto var sum sagt í tveimum handlum, og líka so øðrvísi, sum Hanna var, tá hon fór undir at selja mótaklæði til ungar gentur, líka slóðbrótandi var systurin í hinum handlinum, sum seldi nýggjasta rákið innan nútímans brúkslist, gávulutir og toy.
Har var stílurin beint ímóti siðbundnu smáblomstrutu koppastellunum, og tær føroysku kvinnurnar, sum vóru tilvitaðar um góðsku og persónligan stíl, kundu nú keypa fríir, rustikkir og klassiskir brúkslutir eftir kendastu skandinavisku form- og sniðgevunum. Og Tordis greiðir frá, at hon helst fekk íblástur til vørurnar, tá hon í síni tíð lærdi til vevirsku hjá Håndarbejdets Fremme í Keypmannahavn. Í tí sambandinum vitjaði hon javnan Kunstindutrimuseet, og var sum heild ein partur av listahandverksliga umhvørvinum í Danmark, sum stóð í fullum blóma um hetta mundið.
- Eg minnist, at Rólant var fyrsti kundin, sum kom inn og keypti eitt heilt Arabia stell, sum var eitt tungt, brúnt keramikk stell, sum veruliga undirstrikaði trýssaratrendin, sigur hon, og vísir eitt eintak av stellinum, sum hon selur enn.
Og soleiðis helt handilin fram í nógv ár, við vørum og gávulutum úr nútímans og til tíðir eisini eksotiskum stíli, úr messing, munnblástum glasi og keramikki. Arabia stell, Boda og Ruben Baron gløs, Pukeberg, og Old Høganes. Og lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað sum Joto av fyrsta sinni legði fyri við, nevniliga vælumtókta finska merkinum Marimekko, eisini er tað, sum handilin er kendastur fyri í dag.

Provokeraði gomlu Havnina
Hinumegin smoguna inn til Býarbókasavnið var mótahandilin, og haðani eru søgurnar nógvar, kanska júst tí at kollveltingin var so stór.
- Eg minnist enn, tá vit fingu smølu og síðu kjólarnir frá Holleufer, sum vóru prýddir við pailettum og vóru niðurringaðir á bakinum, líka niður á lendarnar, sigur Hanna og greiðir frá, um stemningin í handlinum, tá heilir bólkar av vinkonum komu av bygd til Havnar.
- Tær líkasum sníktu seg oman í kjallaran í handlinum at royna hesi nýggju vidundrini. Og eg gloymi ikki nístini og láturin, og so eygnabráðini, tá tær, í einum brotparti av einum sekundi, snaraðu sær á, og í speglinum sóu kvinnuna, sum tær droymdu um at vera. Ein sonn dreymaverð, sum kortini var so fjar, at tað kundi ikki vera hugsingur um at fara í veitslu í einum slíkum kjóla, sigur hon.
Og Anna Maria greiðir frá um kvinnurnar í Havn, sum vóru eitt fet djarvari enn tær á bygd.
- Seinast í sekstiárunum var eitt undirgrundsumhvørvi í Havn, ið var myndað av ungum og modernaðum fólki, sum bæði dámdu og dugdu at njóta lívið. Tað vóru eisini tey, sum eitt nú tóku stig til at stovna Kaggan og at skipa fyri veruligum veitslum har, sigur Hanna.
- So tað gekk ikki long tíð, áðrenn fólk fóru at skipa fyri tiltøkum, har til bar at vísa seg í alskyns kjólum, sum vóru ikki sørt frekir og øsandi á at líta, sigur Hanna, og hon flennir, tá hon greiðir frá, at allar kortini ikki vóru so fríar og djarvar.
- Tí, tá alt kom til alt vóru nógvar, sum lótu seg í ullintar troyggjur uttaná vøkru kjólarnar!

Nýggj mótamentan
Við Joto kom ein nýggjur og fremmandur dámur til Havnar, og meðan konditaríið áður hevði verið einasta staðið at hitta aðrar teenagarar í, lá nú væl fyri at treffa vinkonurnar í Joto eisini. Dreingirnir høvdu ongan mótahandil, har teir kundu keypa hippan trýssaramóta, so teir bíløgdu Beatles outfittini og onnur hit frá Nyhavn 17, ella frá Carnaby Street í London.
At hava mótasýning var ikki heilt ókent í Havn, men tað var óvanligt at modellirnar og klæðini vóru til teenagarar. Joto hevði nakrar modellir, sum gingu mótasýning fyri handilin, og hesi tiltøk vóru ofta fyriskipað í samstarvi við frisørar.
- Sýningarnar vóru í ítróttarhøllini á Nabb, á Hotel Føroyum og eisini úti um landi, eitt nú í Klaksvík, og tær vóru akkurát líka so primitivar, sum tær vóru forkunnugar – og fólk streymaðu til, sigur Hanna, sum eisini vísir á, at við teenagarunum kom eisini kravið til nýtt make-up.
- Vit seldu vakurleikavørur til ungar kvinnur, so tað hevði stóran týdning at sleppa at umboða tey røttu merkini, so sum Revlon, Pierre Robert og Mary Quant, sigur Hanna og vísir á, at tú vart ikki veruliga við uppá mótan, fyrr enn tí átti eina Mary Quant lebastift ella eygnaskuggar. Hetta merkið var veruliga trendsetandi og ímyndaði samstundis rebelsku, loyndarfullu og sjálvstøðugu kvinnuna.

Fyrsti stylisturin í Havn
Rólant Samuelsen, sum umframt at vera fastur kundi í Joto, eisini var dugnaligur frisørur, sminkørur og stylistur í Havn, starvaðist eitt tíðarskeið í handlinum.
- Tá vóru fólk nógv meira tolin enn tey eru í dag, tí har gekk Rólant í niðurringaðum flesablusum, platauskóm, reyðum lakkbuksum og eygnaskuggum, sigur Tordis, og Hanna sigur víðari:
- Óansæð hvat hann mælti kundunum til, so lurtaðu tær eftir honum. Eitt nú kundi hann finna uppá at siga ”nei, veitst tú hvat, hasa lebastiftina skuldi tú altso tikið og skift út, tí her er ein, sum stendur nógv betur til tína húð”, og so keypti daman eina nýggja lebastift. Og tær elskaðu tað, at hann feteraði tær og kom við góðum ráðum.

Breyðskommin
Elisabeth Pike, sum býr í Canada, kom einaferð heim við skjáttuni fullari av hugskotum, eftir at hon hevði lært til dekoratør í Canada. Nú skuldi hon prýða vindeygað hjá Joto, og fór hon niðan til Frants og keypti ein hóp av sokallaðum Paskobreyðum, og eina rúgvu av appilsinum. Matin legði hon í vindeygað og so sløddi hon vørurnar hjá Joto millum breyði og appilsinirnar. Ongin hevði nakrantíð sær nakað líknandi og fólk vóru á gosi. Tey trunkaðu seg framman fyri vindeyganum, og trúgvandi fólk komu inn í handilin og lósu skriftstøð upp fyri teimum. Og Hanna minnist, at ein kona stóð og bankaði á vindeyga og græt og rópti upp um Jesus og breyðið, sum er heilagt og sum ikki er at spæla við.
- Eg hevði als ikki skonkt tí ein tanka, at onkur fór at taka tað illa upp, sigur Hanna.

Gummiparadísi
Í trá við tankarnar um seksuella frígering gjørdi Hanna av at selja hítir til ungu kvinnurnar. Hon bílegði hítir í ymsum litum, setti pakkarnar á diskin og seldi til smædnar havnagentur. Og hesaferð vóru mótmælini so hørð og mong, at sjálvt mamma Honnu og Tordis frætti um standin niðri í handlinum. Hon, sum var ein siðilig eldri dama, gjørdi ikki mætari enn at fara heim í býin eftir syndafullu vørunum, og hon ripaði tær í kolkomfýrin heima í køkinum. Og fólk í grannalagnum undraðust á, at alt stinkaði av brendum gummi – ella preservativum, sum tær vórðu róptar tá. Markið varð rokkið, og fleiri hítir vórðu ikki seldar í Joto.

Litaðar blæur
Brádliga skuldu allar genturnar í Havn hava litaðar blæur á høvdinum. Tá keypti Hanna niðurfyri av hvítum babyblæum, sum hon kókaði í alskyns Dylonlitum frá Málingahandlinum, og síðani seldi hon tær í Joto.
- Men tað var absolutt ikki líka mikið, hvønn lit tú brúkti, ella hvussu tú setti turriklæðið, tí tað var eitt signal um, hvør typa tú var, greiða tær frá.
Tí eisini blæumótin hevði sínar heilt serligu rammur, soleiðis at reyðsokkarnir høvdu illavorðnar lillavorðnar blæur, sum sótu stramt og aggressivt niður í pannuna, meðan fittu andaligu genturnar bundu turriklæði aftur í nakkan, sum ein koll, og so vóru tey ljósareyð.
- Aftaná blæurokið komu partisanturrikløðini, og nú skuldu allar ganga í slitnum tjóðveldistroyggjum og tuflustyvlum, og vóru ikki longur horur, men kommunistar, sigur Hanna at enda, við einum skálkabrosi.

Klumma: Snillur í nylonsokkum


Herfyri tók ein vinkona heilt spontant til, meðan hon stóð og hampaði sær úti á gøtuni: Dagurin verður ein bumbusikkur fiasko, tá sokkabuksurnar eru ov smáar. Umframt, at vit brustu útúr, tók eg dyggiliga undir við henni. Og síðani havi eg hugsað um hetta um morgnarnar, tá eg siti og róti runt í sokkakurvini eftir einum heilum pari, tí allar eru skræddar og trongja til at fara til skraddara!
Aftur til tær ov smáu nylonsokkabuksurnar, har bibburnar altíð hava gravað seg ígjøgnum tunna toyið ytst á fótunum, tá teir, súrir og støvutir, verða rullaðar av um songartíð. Verri er at ganga í teimum allan dagin, meðan teir glíða niður og seta seg sum ein triumfbogi millum lørini, og beinini í haft og spenni. Akkurát sum, tá eg var smágenta og girafftrussurnar vóru eitt nummar ella tvey ov smáar, bibburnar stungu út og trussurnar gliðu upp.
Men nú, nøkur ár og kilo seinni, hava sokkabuksurnar enn ein brist: Teir hava ov lága talju, og rulla í heilum niður um dellurnar – og blubb - eg vissi meg um, at nalvablusumótin eisini dikterar í ommusliga og ósexuta sokkabuksuídnaðinum.
Og búkurin verður stappaður niður í aftur kjøtfarvaða nylonhelvitið við hvørja ljóskurv, tá eg bjartskygd, fyri ikki at siga optimistiskt, haldi uppá at súkkla í Havn.
Nú havi eg hoyrt, at til ber at spreya nylonsokkarnar á. Men tað er altso snýt fyri okkum, sum ikki brúka teir fyri at fáa lekran lit, men fyri halda tingunum soleiðis nøkulunda innanborða.
Ná, men eg kann bara síggja veruleikan í eyguni, og keypa nóg stórar sokkabuksur, og annars frøast um, at vinkonan og eg kunnu flenna eftir okkum sjálvum, og øðrum við. Sum tá vit hittu ein mann á ólavsøku, sum var so ovurfegin, tí hann hevði funnið uppá at lata seg í nylonsokkabuksur undir føroysku buksunum “tí tær skriða so illa!”
Nei tú, mannfólk kunnu allarnáðiligast sleppa at læna einar avlagdar, um teir skulu brúkast til at binda fyri svarta ruskposan.
Bara eitt er verri enn snillur súkklushorts: snillur í nylonsokkum – ylakk.