3.2.08

Visa - paradísið

KLUMMA: Hóast eg havi eina kula appilsingula fartelefon við walkmanni, fepurmálara og piparkvørn, má eg viðganga, at eg ikki altíð fylgi so væl við á tøkniliga økinum. Brúki dagliga 80’ara plátuspælaran í gulli við dupultbandupptakara, og lati javnan ein film inn til framkalling. Hetta eru gerðir, sum fólk í mínum segmenti ikki eiga at gera, men har havi eg altso ein brist.
Og viðhvørt gevur at bíta, sum ein dagin síðst í fyrru øld, tá bankastjórin skræddi bankabókina fyri nøsina á mær við orðunum: Rigmor, tú mást fylgja við menningini. Hetta var eftir, at eg hevði noktað kassadamuni at býta bankabókina út við eitt Visa-kort.
So við postinum kom so eitt skínandi Visa-kort við brimi og landslagi og hologrammi og øllum, og eg elskaði tað. Tí nú kundi eg keypa tá eg ynskti og ikki minst, tað eg ynskti. Eg kundi fara til frisør síðst í mánaðinum og enntá shoppa, tá lagið var ringast, búkurin svangast ella kontoin tómast.
Men, men, men.. við alt ov nógvum børnum, húsaláni og lestrarskuld frá Oyrasundstíðini ber ikki til at liva sum tey ríku, men uttan teirra kvalir, sum tey siga í Ikea-lýsingini. So ein dagin herfyri fór eg oman í bankan og gav teimum kortið og bað um eitt “ganska almindiligt hevikort”, sum ikki kann yvirtrekkjast. Og fitti kundaráðgevin, sum eg eri uppá fornavn við (ikki tí vit diskutera íløgur), helt tað vera eitt frálíkt hugskot!
So nú havi eg dripið mítt elskaða Visa-kort og samvitskan er nøkur kilo lættari. Men eg uggi meg við, at eg havi ein fittan mann, sum onki hevur ímóti, at eg kenni hansara Visa-kotu, til dømis til ein Ikea-túr.
Fyrr elskaði eg Visa-kortið, nú elski eg mannin!

Ingen kommentarer: