25.2.11

Kvinnurnar rýma undan machomentanini


Avbjóðingarnar í ælferðarsamfelagnum verða ikki lyftar
av pensiónistum, smábørnum og gomlum dreingjum eina!


Allastaðni í útnorðri venda ungu kvinnurnar smáplássunum bakið og leita sær inn til stórbýin.
Granskarar eru samdir um, at útjaðarin má laga seg meira til kvinnuligu virðini, skal honum vera lív lagað

Skrivað hevur: Rigmor Dam

Í øllum útnorði flýggja ungu kvinnurnar í hópatali til stórplássini, har útbúgvingar, persónligar avbjóðingar, hóskandi vælferðartænastur og mentanartilboð lokka. Hesi tilboð vinna skjótt á maskulinu og siðbundnu útjaðaramentanini, har lítið verður hildið um bókliga útbúgving og stórbýarkendu cafélätte mentanina.

Í stórum pørtum av Noraøkinum, Norðurnoregi, Íslandi, Føroyum og Grønlandi er lutfallið millum kvinnur og menn 90/100.

Tess tættari vit koma stórbýunum, tess javnari er býtið millum kvinnur og menn.

Tey flestu taka helst undir við, at ungdómurin fer út í heim at nema sær útbúgvingar og royndir. Men vit ynskja tey samstundis heim aftur, tá tey skulu seta búgv, so tey kunnu vera við til at byggja land.

Tí tað er ein sannroynd, at ógvuslig urbanisering (fólkaflyting til stórplássini) hevur við sær eina skeiklaða Fólkasamanseting – bæði í mun til kyn og aldur. Á Nora-ráðstevnuni um fólkafrøðiligar avbjóðingar í útnorðuri, Challenged by Demography, sum var í Alta í Norðurnoregi herfyri, var kynsspurningurin millum teir heilt stóru: Hvussu fáa vit kvinnurnar at støðast betri í útnorðri?


Gamlamannaklubbin

Hóast nakrar kvinnur sluppu at stjórna nøkrum workshops, var tað sigandi, at av teimum 14 fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni var einans ein kvinna. So tað var kanska ikki so løgið, at serfrøðingarnir innan demografi róptu seg sjálvar ”De gamle mænds klub”.

Og hugleitt varð um, at hetta kanska eisini er medvirkandi til, at kynsspurningurin er sloppin at menna seg so fatalt í útjaðaranum, sum hann í roynd og veru hevur:

at granskarar innan fólkafrøði hava ikki í nóg stóran mun sett hendan spurningin nóg ovarliga á dagsskrá higartil.

Tí allar kanningar vísa, at undirskotið av kvinnum í útjaðaranum er vaksandi, og útlitini fyri bata fá.

Millum klóku høvdini, sum talaðu í Alta vóru norski granskarin Lindis Sloan frá KUN, Center for Kundskab og Ligestilling, Kristianna Winther-Poulsen, cand.mag. og forkvinna í føroysku Javnstøðunevndini, seniorgranskarin Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio og Anna Karlsdóttir, lektorur á Háskóla Islands.

Hesi eru øll samd um, at skulu kvinnurnar støðast betri, er neyðugt, at útjaðarin eisini lagar seg til teirra tørv. Bæði í mun til vinnustruktur og kynsleiklutirnir. Alternativt ganga økini einum vissum deyða í møti - tíverri.

Vit vita, at væl meiri enn helvtin av teimum lesandi á miðnásskúlunum og á fleiri hægri lærustovnum í dag eru kvinnur. Og allar kanningar vísa, at júst hetta við útbúgving og persónligum menningarmøguleikum eru faktorar, sum kvinnurnar hámeta.

Hetta er eisini orsøkin til, at kvinnurnar helst flyta til stórbýir, sum eisini eru universitetsbýir. Við útbúgvingarstovnum fylgja ungdómar, mentanartilboð, frítíðarmøguleikar, meiri javnstøða, meiri modernaðir makar og margfeldi sum heild.


Modernaðar kvinnur

Men, hví flyta kvinnurnar burtur? Og hvat kundu tær hugsað sær var øðrvísi, skulu tær flyta heim aftur? Og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri eitt samfelag, at kvinnurnar flyta burtur? Her vísti Kristianna Winther-Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, á fleiri ting, sum vit vita hava ávirkan.

At kvinnurnar ynska fleiri mentanar- og frítíðartilboð, betri vælferðartænastur, ein minni siðbundnan og maskulinan arbeiðskultur, fleiri fakligar og persónligar avbjóðingar og so framvegis. Alt viðurskifti, sum tann modernaða kvinnan metir høgt.

Samstundis eru fleiri ting, sum fær kvinnuna at umhugsa at flyta heim, og sum tær, sum búgva í Føroyum, meta høgt. Hetta eru faktorar sum felagsskapurin, tryggleikin, familjan, vinfólkini, stuttu frástøðurnar, náttúran, friðurin og so framvegis.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini nevndi eisini hetta við, at føroyskar kvinnur vóru at kalla ósjónligar í almenna rúminum til fyri fáum árum síðani. Og at tær framvegis eru í stórum minniluta í føroyskum politikki. Eisini vísti hon á, at føroyska vælferðarskipanin hevur nógv eftir at bjóða. Hon minnir ikki sørt um suðureuropeisku skipanirnar, har til dømis barna- og eldrarøkt liggja á kvinnunum. Til dømis hevur verið at hoyrt, at visitatiónsnevndirnar innan eldrarøktina kanna um umsøkjarin eigur døtur ella ikki. Tey eldru, sum eiga bert synir ella er barnleys, koma tá framum, tá pláss er.

Eitt annað, sum Kristianna Winther-Poulsen vísti á, var siðbundna tøgnmentanin, har dubultmoralurin ræður. Hetta er slíkt, sum modernaðar, vælútbúnaðar kvinnur ikki tíma at fáast við. Til dømis, tá politikarar siga, at Føroyar eru paradís á jørð, samstundis sum, at avdúking av happing, hatecrimes og insest er vorðin alt vanligari seinastu 10 árini.


Síðsti mohikanin

Á norðurlandinum í Íslandi kenna tey væl til hetta við, at kvinnurnar rýma. Anna Karlsdóttir, er lektorur á Háskóla Islands. Hon greiðir frá, at har er støðan tann, at broytingar fara fram innan traditionellu vinnugreinirnar, til dømis landbúnað og fiskiskap. Samstundis hava risastórar ídnaðarverkætlanir við aluminium og hydro skapt stóran vøkstur á summum økjum.

Men hetta eru arbeiðspláss til mannfólk, sum ferðast til virkini úr øllum økinum – ja, enntá úr øllum heiminum.

Í hesum sambandi hevur Anna Karlsdóttir prátað við nakrar kvinnur um teirra virðir í mun til menningina í økinum, og hvørjar vónir tær hava um framtíðina – bæði persónligar og fyri børnini.

Niðurstøðan av kanningini er, at í fleiri bygdum eru útlitini alt annað enn bjørt, og kvinnurnar rættiliga svartskygdar.

Stóru broytingarnar í fiskivinnuni ávirka sjálvsagt eisini lívsstøðuna í familjunum. Kvinnurnar hava vanliga størv innan tað almenna (útbúgving, umsorgan og mentan), og samstundis hava tær ábyrgd av heiminum, har tær brúka í miðal 40 prosent av tíðini á degnum.

Samanlíknað við mennirnir, brúka teir bert 10 prosent av tíðini til húsligt arbeiði.

Hjá nógvum kvinnum í bygdunum er familjan flutt burtur. Familjan hevur annars verið fremsta insitamentið fyri at verða verandi. Og tá mannfólkini noyðast at ferðast burtur fyri at arbeiða í ídnaðinum, kenna kvinnurnar seg ofta sum tann síðsti mohikanin.

Sambært Onnu Karlsdóttir, bendir alt á, at kvinnurnar eru meiri fleksiblar, tá tað ræður um at skifta starv og at taka útbúgving.

Mennirnir eru eisini mobilir, men mest í mun til at ferðast eftir arbeiði. Tí eru kvinnurnar í dag græseinkjur, eins og í fiskivinnusamfelagnum, har tær vóru sjómanskvinnur.

Men spurningurin er, hvussu leingi tær tíma at verða verandi í einari bygd, har familjan er flutt burtur og maðurin býr á arbeiðsplássinum stóran part av tíðini. Tí umhugsa tær støðuna, tá børnini eru vorðin so stór, at tey skulu undir útbúgving. Júst hetta vegamótið er avgerandi fyri, um kvinnurnar verða eftir ella fara avstað.


Macho ella cand.mag

Ein annars spurningur, sum varð uppi at venda á ráðstevnuni, var modernaði livihátturin, tolsemi og javnstøða í mun til trivna í útjaðaranum. Lindis Sloan, norskur granskari, staðfesti í sínum uppleggi ”It’s all about gender…”, at ein bygd skal hava í minsta lagi eitt bøssapar og ein grafiskan designara!

Í hesum liggur boðskapurin um, at neyðugt er at skapa eitt livandi samfelag, sum kennist lokkandi hjá ungdóminum og serliga teimum ungu kvinnunum, ið eru so ídnar at sleppa avstað til stórbýin.

Hennara gransking í norska útjaðaranum vísir, at ein høvuðsorsøk til vantandi trivnaðin hjá kvinnunum er kenslan av vantandi javnstøðu, og at siðbundnu kynsleikutirnir ræðir kvinnurnar burtur. Tær vilja eisini sleppa at taka lut í politiskum arbeiði og avgerðum.

- Hyggja vit eftir býunum, finna vit eitt stórt yvirskot av kvinnum. Har finna vit eisini universitetini, sjúkrahúsini og stóru miðnámsskúlarnir. Og tú hevur javnari kynsbýtt arbeiðspláss. Á bygd finna vit harafturímóti ein meira kynsuppbýttan arbeiðsstruktur.

- Menn halda tað vera spennandi at fiska, veiða og so framvegis. Kvinnurnar vilja heldur hava eitt meira sosialt umhvørvi við møguleikum fyri útbúgving og mentan, segði Lindis Sloan.


Vinnan má við

Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio, sum er í fer við at kanna fólkafrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi, heldur tað vera ein vansi, at útjaðarin ofta ger vinnuligar og politiskar satsingar, sum venda seg ov nógv til mannfólk.

Hesum tók Lindis Sloan undir við. Hon greiddi í hesum sambandi frá um siðbundnu norsku smásamfeløgini, har ein yvirvági av gomlum dreingjum búgva einsamallir og arbeiða.

Kvinnurnar verða stygdar burtur av mannahørmi frá fiskivinnu, skógarrøkt og landbúnaði, og stórum inntøkugevandi vinnuverkætlanum so sum stál-, olju- og málmídnaði, har útlendskir arbeiðarar virka í styttri tíðarskeið í senn. Men hesir byggja onki lokalsamfelag, og tí kunnu hesar verkætlanir ikki standa einsamallar, men eiga at verða kombineraðar við onnur samleikaskapandi tiltøk, sum eisini geva kvinnunum arbeiði og innihald, so ungu familjurnar kunnu trívast.

Ein partur av loysnini liggur tí í menningini av vælferðarskipanini, granskingarverkætlanum, kreativum vinnum og øðrum økjum, sum lokkar kvinnurnar heim.


Mugu festa røtur

Tað kann bæði vera hugaligt og ikki, tá kanningin hjá Lindis Sloan eisini vísti, at hava kvinnurnar fyrst fest røtur og fingið børn, fara tær sjáldan avstað aftur.

Tí má stóra avbjóðingin vera at lokka kvinnurnar heim á klettarnar aftur, áðrenn tær náa at festa røtur í tí fremmanda. Og so at skapa grundarlag fyri, at tær festa røturnar væl og virðiliga í føroyska mold, tá tær koma heim.

Ella gera, sum fleiri mæltu til á ráðstevnuni í Alta: gera nógv lagaligari útlendingareglur, so onnur fólkasløg kunnu koma her upp og byggja land.

Tí eitt er vist – vælferðarsamfelagið og onnur samfelagsmenning verður ikki lyft av pensiónistum, smábørnum og gomlum dreingjum eina!



--

FAKTA:

Ungdómar á bygd í Grønlandi vórðu spurdir, um teirra ætlanir fyri framtíðina

Dreingir:
11% ætla at verða verandi á bygd í heimkommununi

38% ætla at flyta til ein bý í heimkommuni

22% ætla at flyta í ein annan bý

19% ætla at flyta til Nuuk

12% ætla at leita sær eftir avbjóðingum uttanlands

Gentur:

<1% ætla at verða verandi á bygd í heimkommununi

16% ætla at flyta til ein bý í heimkommuni

18% ætla at flyta í ein annan bý

37% ætla at flyta til Nuuk

29% ætla at leita sær eftir avbjóðingum uttanlands

Rasmus Ole Rasmussen, NORDREGIO, “Why Demography Matters”


--

Hvørji flyta burtur?

• Tey, sum hava pengar, flyta oftari burtur
• Tey við útbúgving flyta oftari burtur
• Húsarhald við tveimum forsyrgjarum flyta ikki so ofta burtur
• Kvinnur flyta oftari enn menn
• Tað er spurningurin um hvat er tað góða lívið, sum avgerð, um um folk fara ella ikki.

Rasmus Ole Rasmussen, NORDREGIO, “Why Demography Matters”

--

Hesir faktorar skulu vera til staðar, skal eitt útjaðarasamfelag yvirliva:

• Javnstøða
• Spennandi størv
• Nærleiki
• Pláss og náttúra
• Eitt bøssapar og ein grafiskur designari …

Lindis Sloan, Demographics in Coastal Communities
- It's all about Gender

--

Greinin "Kvinnurnar rýma undan machomentanini" varð prentað í Sosialinum 13. november 2009.

--

Ingen kommentarer: