27.4.11

Tær góvu og lótu lív


http://www.redbubble.com/people/tahnja/art/847409-holy-mother-stained-glass


Tá vit fara út á bygd, vitja vit ofta lokalu kirkjuna, kirkjugarðin og minnisvarðan fyri teir, sum fórust á sjónum ella í bjørgunum. Hetta eru ofta einastu almennu støðini í bygdini, saman við mølini ella sandinum, hagar leiðin eisini ofta gongur.

Á kirkjugarðinum síggja vit, at mong doyðu longu á bestu árum, bæði børn og ung, mammur og pápar. Á onkrum gravsteini stendur navnið á einari móður í tjúgunum ella tretivunum, og kanska minnið um eitt pinkubarn eisini.

Ein hin vanligasta deyðsorsøkin hjá kvinnum var deyðin í barsilssong. Ein føðing var lívshættislig fyri bæði móður og barn av fleiri ávum. Kvinnan kundi bløða út ella fáa burðareitran, barnið kundi liggja skeivt, ella ein lítil bruni kundi gera av við kvinnuna. Reinførið var ikki hitt besta, og jarðarmóðirin dugdi best til tað vanliga. Gekk føðingin ikki eftir vild, var langt á leið til lækna ella sjúkrahús. Harumframt var vitanin um føðing og grøðing ikki hin sama, sum í dag.

Hetta hevði við sær mangar syndarligar lagnur, har móðirin lat lív á bestu árum. Eftir sat einkjumaður og ofta fleiri børn og syrgdu konu og mammu. Tá var neyðin stór, tí ein maður kundi ikki halda hús einsamallur í einum kynsuppbýttum heimi, har tey bæði høvdu hvør sínar uppgávur at røkja. Maðurin uttandura í landbúnaði ella í fiskiskapi, og konan heima við hús.

Viðhvørt kundi ein eldri dóttir fylla leiklutin hjá mammuni. Ella fann einkjumaðurin sær aðra konu beinanvegin, og børnini fingu stjúkmammu at ansa sær.

Men vanligt var eisini, at einkjumaðurin ikki megnaði at bjóða aðrari konu til borðs, og tá var illa statt. Soleiðis varð mangur barnaflokkur spjaddur fyri vág og vind millum vinir og næstringar, sum tóku børnini til fosturs. Summi barnleys og barnagóð, onnur tí teimum vantaðu ein húskall ella eina arbeiðsgentu. Vit hoyra javnan um, at summi av hesum børnum vórðu viðfarin sum trælir, og fingu ikki somu sømdir sum børnini hjá húsfólkunum.

Ofta misti systkinaflokkurin sambandið hvørt við annað, og her gingu nú hesi neyðars móðurloysingar og royndu at lívbjarga sær í einari harðari verð, har ongin góða mamma var at ugga, tá hini børnini argaðu, lærarin happaði, ella um eitt prus kom á knæið.

Einsamøll í verðini. Og sum vanligt tá, so talaði ongin um vanlukkuna ella deyðu mammuna. Tøgnin ráddi. Hetta hevur ivaleyst fest seg í viðbrekna sinnið, ikki bara hjá einstaka barninum, men fleiri ættarlið fram. Hjá okkum, sum í dag hoyra tey eldru í familjuni fortelja um og minnast aftur á røsku, ungu mammuna, sum so brádliga varð tikin frá teimum, tá hon skuldi eiga ein lítlabeiggja ella eina lítlasystir.

Tí skal mín eyðmjúka bøn vera, at vit reisa ein vakran, litfagran minnisvarða eftir hesar ættmøður landsins. Til heiðurs og æru fyri tær, sum rindaðu við sínum egna lívi, tá tær góvu lív.

Tær bygdu eisini hetta land!


v. rigmor dam



Ingen kommentarer: