14.4.21

KLUBBSALAT a la Rigmor

 

KLUBBSALAT a la Rigmor


SALAT
Ruccola
Reyðleyk í bitum
Súrepli í bitum
Ein kopp av fínum ertrum
Okkurt knas, t.d. peanuts, sólblómukjarnur, græskarkjarnur.
(Rista kjarnurnar eina løtu á turrari pannu við fínum salti. Blanda salatina saman.)

OLJUDRESSING TIL SALATINA
4 spsk. av olivenolju
2 fet av hvíttleyki
1 spsk. av sitróndropum
1 tsk. av akasiuhunangi
Salt/pipar

KJØTIÐ
1 pk. av bacon
Fyll frystar høsnarungabitar upp í eina pannu
2-3 tsk. av rosmarin
3 fet av hvíttleyki
(Steik baconbitar á pannuni. Legg til viks. Steik høsnarungan í feittinum/olju, hvíttleyki og rosmarin. Blanda bacon og høsnarungabitar saman.)

KARRYDIP
1 lítlan leyk í bitum
1 spsk. av karry
1 tsk. av spísskumman
1 spsk. av akasiuhunangi
5 spsk. av grikskum jogurt
3 spsk. av majones
(Svitsa leyk og krydd á pannu. Rør hunang uppí. Lat kølna nakað og rør so jogurt og majo uppí. Salta.)

Ingen kommentarer: