4.11.10

Dagurin er bjargaður, um eg finni eina 20 krónu

Góðu stigtakarar til tiltakið "Í menniskjum góður tokki"
Eg fari at takka tykkum fyri hetta tiltak, sum eg vóni, at øll taka væl ímóti.
Eisini taki eg mær tað frælsið at leggja nakrar greinir út um fátækt í Føroyum anno 2010.
Greinirnar skrivaði eg til Sosialin í apríl í ár.
Mikil orðadráttur stóðst av skrivingini. Einamest tí summi vilja vera við, at fátøku familjurnar duga ikki at húsast við pengunum.
Fyrra greinin verður løgd út í dag. Hin seinna í morgin.
Greinirnar byggja á stóra livikorskanning um evnið.

--

Dagurin er bjargaður, um eg finni eina 20 krónu

Hóast Beinta og Inger, sum báðar eru stakir uppihaldarar, arbeiða fulla tíð, kemur tað meiri enn so fyri, at tær hava ikki ráð til mat. Hjá tí almenna er ongin hjálp at heinta, so tær liva av olmussum og takka Gudi fyri eitt gott netverk.

Av Rigmor Dam

Heilt erligt – fá tær bara ein ríkan mann.. ella ein sjómann.
Hendan setningin hava tær báðar, Inger Olsen og Beinta Lundsbjerg, sum báðar eru stakir uppihaldarar, ofta fingið slongjandi í høvdið, tá tær hava kært seg um penganeyð.
Tí í Føroyum tosar man ikki um pengar. Og slett ikki um egnar pengar – ella mangul upp á pengar.
Man kann jú bara lata vera við at vera einsamøll, tykist hugburðurin at vera. Tað hava tær báðar kvinnurnar mangan kent á sær, tá harðast hevur leikað á.
- Halda tey, at man bara skal fáa sær ein mann, tí hann eigur pengar? Nei, eg vil hava ein mann, sum eg elski, sigur Inger, sum er einsamøll við 6 ára gomlu dóttrini, eftir at hon og fyrrverandi maðurin fóru hvør til sítt fyri nøkrum árum síðani. Seinastu tvey árini hava hon og dóttirin búð fimm ymsa staðni í Eysturoynni, tí tað er so dýrt at leiga. Nú hava tær funnið eina íbúð fyri 3000 krónur umframt el og hita, og lægri verður ein húsaleiga valla í Føroyum í dag.

Dýrt at skiljast
Men hví hava Inger og Beinta ongar pengar? Tvær sterkar, útbúnar kvinnur í bestu árum við almennum fulltíðarstørvum og eyka størvum, tá tey eru tøk.
- Tað er jú bara ein inntøka til alt. So tað sigur seg sjálvt, at korini eru trong. Ein stakur uppihaldari skal rinda fullan prís fyri alt, sum onnur eru tvey um at gjalda. So sum telefon, leigu, tryggingar, kringvarp, dagstovn, sev og olju. Og børnini skulu eisini hava sítt, forklárar 30 ára gamla Beinta, sum, eins og vinkonan Inger, hevur nøkur smærri lán at dragast við í sambandi við skilnaðin.
Tær vísa í hesum sambandi á, at hjá næstan øllum er tað rættiliga kostnaðarmikið at skiljast, tí partarnir mugu keypa hvønn annan út ella selja hús og bil við missi.

Ikki pengar til mat
Hon hevur 1500 krónur eftir til mat, klæðir og frítíð, tá føstu útreiðslurnar eru goldnar. Skrivstovukvinnan Beinta. Og vinkonan Inger, sum er fólkaskúlalærari, hevur millum 2-3.000 krónur eftir.
- Øll orkan fer til at spekulera upp á, hvussu eg fái pengarnar at røkka. Hvørt einasta oyra fer til mat, og har er ikki ein króna til nakað sum helst annað. Hetta lívið er sum at ganga á nálum, forklárar Beinta.
- Eg verið so himmalska fegin, tá eg finni eina 20 krónu í botninum á taskuni ella í einum lumma. So meti eg, um hon skal fara til breyð ella mjólk. Rokni út, hvat heldur longst og kostar minst. Eisini so sonurin kann fáa ein hampiligan matpakka við í barnagarðin, sigur hon.
Tær báðar uppliva meiri enn so, at peningur er ikki til mat. Tí takka tær eisini Gudi fyri, at familja og vinir traðka til, bæði peningaliga, men eisini á annan hátt, so tað heila ikki verður so tungt.
Tí tað er so hundadýrt at liva í Føroyum. Tað eru tær samdar um. Serliga fyrst í mánaðinum, tá pengar enn eru á kontuni og alt manglar har heima, so sum vesipappír, sjampoo, tannkrem, kryddarí og matpakkapappír. Tá alt er fylt upp aftur, er lønin uppi.
- Man kemur ikki undir 300 krónur fyri eitt innkeyp, sigur Inger, sum ikki hevur keypt sær eitt nýtt plagg í meiri enn tvey ár. Men hon dugir at síggja væl út, tí hon hevur lært seg at vera kreativ. Okkurt fær hon frá familjuni og annað verður lænt frá góðum vinkonum.

Kunnu ikki luttaka
Men eitt er, at tær fáa ikki pengarnar at røkka til tað dagliga, og at øll orkan fer til at finna loysnir.
Eitt annað, sum tær báðar dragast við, eru sosialu avleiðingarnar av at liva í tí, sum vit kundu rópt “lutfallsligum fátækradømi”.
Hetta merkir, at tað í stóran mun er ógjørligt at luttaka í tí, sum onnur halda vera natúrligt. Og vit biðja tær koma við nøkrum dømum um ymiskt, sum tær ikki hava ráð til vegna peningatrot.
Inger greiðir soleiðis frá:
– So siga vinkonurnar “Skulu vit ikki fara ein hugnaligan túr til Suðuroyar um vikuskiftið..”, og man situr bara har og hugsar: Hvussu skal eg nakrantíð fáa ráð til ein sovorðnan túr?
Og tær suplera hvørja aðra, meðan tær reksa upp dømini, so vit kunnu fáa ein hóming av støðuni: Hví fara til frisør, tá man kann klippa fruntin sjálv, ella bara lata frisørin “snøgga” sær hárið hvørja ferð, fyri at sleppa bíligari? Hví keyp nýtt, tá til ber at keypa klæðir í Blákross – ikki fyri stuttleika, men av neyð? Ella bara fara inn á dansistøð, har inngongdin er ókeypis, og so at nippa til somu sodavatnina alla náttina.. og ongantíð at kunna luttaka í einum shoppingtúri, og so slett ikki, um leiðin fer av landinum. Ella altíð at noyðast at keypa tað bíligasta til heimið, sum tí ongan stíl hevur.. ja, dømini eru mong.
- Eg og sonurin hava ongantíð ferðast saman. Tað kundi eg hugsað mær at roynt, tí vit hava øll gott av at koma burtur frá tí heila viðhvørt, sigur Beinta, meðan hon suffar:
- So vit verða bara verandi her í Føroyum.

Sálarliga tyngjandi
Sálarliga hevur tað eisini avleiðingar, at liva á so bíliga í Føroyum, her fólk vanliga látast at hava ráð til alt.
- Tað kennist slítandi og strævið og órættvíst og irriterandi altíð at vera í trongum skóm fíggjarliga. Og tað er eyðmýkjandi ikki at kunna klára seg sjálva sum 36 ára gomul, sigur Inger, sum eisini er farin at óttast støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú nógvar sparingar eru fráboðaðar innan skúlaverkið.
Av tí, at hon ikki er í føstum starvi, ber hon ótta fyri at missa starvið sum lærari. Hetta er eisini ein tyngjandi oman á fíggjarligu trongstøðuna.
- Tey, sum hava tvær inntøkur siga ofta: Vit hava heldur ongar pengar. Men hvat skal eg brúka tað til, tí tey hava ofta dupult so nógv sum eg, sigur hon eitt sindur firtin.
Og tær tosa um skommina og skuldarkenslurnar mótvegis børnunum, at tað ongantíð eru pengar til nakað, og at alt tað, sum børnini fáa av leikum, klæðum og stuttligum upplivingum ofta kemur frá øðrum.
- Tað er so sárt at tosa um, tí tað ringasta hjá einum foreldri er, ikki at megna at syrgja fyri barninum. Men tað kann eg ikki altíð, og tí verið eg so kedd innií, sigur Beinta.
Og tær nevna sálarliga trýstið av at vera einsamøll við allari ábyrgdini.
- Tá man er tvey, er man eisini saman um alt tað trupla, og kann tosa saman um tað. Men tosar tú við onnur enn tey nærmastu, ert tú bara eitt grenj, sigur Beinta.

Viðfarnar sum brotsmenn
Inger og Beinta siga seg ofta kenna seg sum forbrydarar. Bæði mótvegis øðrum fólkum og myndugleikunum.
Serliga uppliva tær, at tosingarlagið kann vera bæði særandi og eyðmýkjandi.
- Eg kundi hugsað mær at møtt meira forstáilsi – og ikki at verða móttikin sum ein kriminell, bara tí eg eri stakur uppihaldari, sigur Beinta, sum heldur summi fólk vera rættiliga fordømandi móti einligum foreldrum.
Inger leggur afturat:
- Til dømis, um eg sigi við onkran, at hatta havi eg ikki ráð til. So fær man hatta eygnabráið, sum ferðast niðri frá skónum og upp til hárið, líkasum fyri at siga, hmmm.. tað er væl eisini ein spurningur um raðfesting, tí tú sært ikki út til at mangla nakað. Ella, sum ein segði: Men tú hevur ráð til brúntkrem. Heilt erligt, hvussu lágt kunnu fólk seta seg sjálvi? spyr Inger.
- Og so siga fólk: Tú mást bara spara og raðfesta! Men har er onki at spara ella at raðfesta við, sigur Beinta.
- Og so tosa tey um at hava uppsparingar, flennir Inger.

Niðrandi móttøka
Tær báðar kvinnurnar hava verið í sambandi við myndugleikarnar, tá tær brádliga stóðu einsamallar við forsyrgjaraskyldu.
Men tær hava ikki rætt til nakra hjálp, hvørki til bústað, ferðing ella barnaansing, tí tær forvinna fulla løn sjálvar.
- Tá eg varð skild, stóð eg á berum. Tá kravdi Almannastovan, at skuldi eg gera mær nakra vón um hjálp, mátti eg ikki hava bil, men taka bussin. Men so hevði eg ikki sloppið til arbeiðis, sigur Beinta. Hetta var ikki minst galdandi fyri Inger, sum búði í Fuglafirði og arbeiddi á Toftum.
- Busssambandið í Eysturoynni er soleiðis, at tað passar ikki millum bygdirnar, til dømis at avlevera barn á dagstovni, at fara til arbeiðis, at keypa inn aftur og fram hvønn dag, sigur Inger.
Men tað er serliga tosingarlagið hjá starvsfólkunum í almannaverkinum, sum tær báðar fýlast á. Hesin niðrandi tónin fekk tær eisini at geva upp á hálvari leið, tí kenslan av at koma undir umsiting, ella at verða ómynduggjørdar var so lemjandi.
- Eg varð viðfarin sum ein brotsmaður. Um eg skuldi gera mær nakra vón um hjálp, kravdi sosialráðgevin millum annað at síggja allar kvittanir fyri mat fyri ein heilan mánað. Gudvitið, hvat hevði hent, um tað stóð ein pakki av Haribo á? hugleiðir Beinta, sum tó ikki kundi fáa hjálp, tí hon hevur bil!
- Tað kendist sum, at tey eru sett í starv fyri at geva okkum, sum eru komin í eina trongstøðu, sum minst. Tey eru í øllum førum ikki til fyri brúkaran og áttu at farið á samskiftisskeið, sigur hon.
Inger hevði somu uppliving, tá hon stóð á berum og flutti inn í eitt 9 fermetrar stórt kamar heima hjá foreldrunum.
- Tá vóru boðini, at um eg fann okkum eina íbúð, so setti eg meg sjálva í eina verri fíggjarliga støðu, og tí kundu tey ikki hjálpa. So tey mæltu mær í roynd og veru til at vera búgvandi heima hjá foreldrunum við barninum, sigur Inger, sum kortini valdi at flyta í eina íbúð, og tískil ikki kundi fáa hjálp.
Hendan støða hevur gjørt, at Beinta og Inger í dag eru fullkomiliga bundnar av hjálp frá familju og vinfólki.
– Vóru foreldrini ikki har, hevði eg búð í einum tjaldi, fortelur Inger.
Báðar tvær leggja dent á, at børnini mangla onki sum so, tí ommur og abbar og onnur forkela tey viðhvørt. Men sjálvar hava tær ikki ráð til nakað útyvir mat.

Freistandi at flyta
At tær ikki eru farnar av landinum fyri langari tíð síðani, kemst helst av, at tær hava góð netverk og samstarva væl við fyrrverandi menninar, sum hava børnini aðruhvørja viku. Tey hava felags foreldramyndugleika, og tað riggar væl.
Higartil hava tær havt eyka størv um kvøldarnar, tá børnini eru hjá pápunum. Men kreppan tók arbeiðsplássini, so nú er onki eyka starv at finna á Skálafjørðinum, har tær liva og virka.
- Eg havi heilt sikkurt langt síðani verið farin, um tað ikki var tí, at hetta er heimstaðurin hjá dóttrini, og her hevur hon øll síni kæru, umframt pápan, sigur Inger. Beinta hevur búð niðri fyrr, men tað er ikki nakað hon saknar.
- Men, tá tað kemur til at fíggjarliga, so er tað sjálvandi freistandi at fara, tí man hoyrir um stakar uppihaldarar, sum fáa nógvar ferðir meira har, sigur hon og leggur afturat:
- Tað kann ikki vera rætt, at man skal noyðast at flyta av landinum, tá man hevur útbúgving og fulltíðarstarv. Eg skilji væl, um fólk halda tað vera løgið, at tað ikki ber til at liva sum stakur uppihaldari í Føroyum, uttan at liva av olmussu frá øðrum - og tað siga tey eisini ofta hart ...

Ingen kommentarer: