19.10.10

Hann er høgur í morgun

Mær líkar best høgu ættirnar. Í dag kom kavin. Hundurin, sum er eitt ár, minnist ikki kavan frá í fjør, so hann bleiv bangin og goyði og snápaði eftir flykrunum, tá tær flákraðu um snýðið á honum. Hann lærdi tó skjótt at leppa tær í seg og vit fingu ein góðan tíma-túr úti við Strond.
Gott við kulda, nú ræsti lukturin framvegis situr í hárinum og køksvaskinum aftan á ársins fyrstu familju-ræstkjøtaveitslu í gjárkvøldið.
Elski at lurta eftir P1!

Ingen kommentarer: