18.10.10

Klumma: Lat mín hvílipuls fáa frið

Renn og sveitta og gakk og renn og et nú sunt og bít í súreplið og verð so for fanin lukkulig! Heilsufingurin hevur nú verið havdur á lofti í so mong ár, at boðskapurin um eitt langt og sunt lív er vorðin eitt heilagt mantra við sjálvpromoveraðum frelsarum og heilsumyndugleikunum á odda. Og mitt í herinum av fólki, sum ynskja tær eitt laaaangt og lukkuligt lív, finna vit sjálvandi pávan himself: stjóran, sum elskar teg so forferdiliga nógv, at hann kann ikki lata vera við at bjóða tær eitt árligt heilsueftirlit, persónligt fitnesskort og eitt súrepli í staðin fyri eina cerutt.

Hetta minnir meg á eina hending, sum fór fram fyri einum ári síðan ella so. Pling, segði tað fyri 300. ferð tann dagin, og enn ein mailur poppaði inn á telduskíggjan á skriviborðinum í Miðlahúsinum. ”Vit hava fingið tilboð um heilsueftirlit í døgurðatímanum í morgin. Tað koma fólk at máta blóðtrýst, kondital, feittprosent, kolesterol, bjølg.. og so framvegis. Sigið til, um tit vilja luttaka!” (Har var onki tilboð um at máta lívsgleði, kærleika ella felagsskapskenslu, sum eftir mínum tykki er nógv meiri viðkomandi fyri lívsgóðskuna enn hvílipulsurin!)

Og eg sá meg sjálva í umkalfatraðu kantinuni. Hangandi á einari kondisúklu við hjartamátara í nakkanum og fepurmálara í reyvini og leidningum úr næsagluggunum, meðan ein totaliter blondina í hvítum kitli og útfyllingarskjali og kúlupenni noteraði úrslitini.
- Hey, tú hingamla – sprong nú ikki ljóðmúrin, letur í einum ávísum suðriskum starvsfelaga, bara tí eg vigi eini tvey ella sjey kilo ov nógv og ikki beinleiðis bresti súkkluna. Men blaðmannakórið brestur sjálvandi útúr. So eg svari resolutt upp á tilboðið um heilsueftirlit:

- Nei takk. Um eg eri sjúk fari eg til læknan. Hetta er mítt arbeiðspláss!
Fínasta slag við ágóðum so sum fruktskipan, vatnkølara ella einum góðum kontórstóli. Men so heldur ikki longri. Lat meg um at røra meg – í frítíðini, takk!

Tí heilsueftirlit í døgurðatímanum fór langt, langt inn um mítt persónliga mark. At onkur alment settur fólkaheilsufreakur upp á projektbasis soleiðis noyddi meg at taka støðu til privatu heilsuna mitt í opna landsskapinum á Tórsgøtu.

So ein undirlutakensla legði seg um mítt annars so risastóra, runda ego: Var eg og mín vánaliga kondi og mítt tunga korpus og mítt rungandi organ nú knappliga minni vert enn tað hjá hinum? Kanska eru hini betri menniskju enn eg? Kanska endi eg aftast í røðini til komandi lønarsamráðingar, tí eg ikki hoppi upp á bólkatrýst ella renni undan massapsykotiskum deyðs- og lívsótta – í arbeiðstíð. Kan man egentliga keypa sær avlát fyri dovinskap við at rinda meiri í skatti enn hini?Hví kunnu eg og dellurnar ikki bara fáa frið, tá vit eru til arbeiðis? Um tit elska meg so nógv, hava so stóra umsorgan fyri mær, kunnu tit so ikki bara geva mær eitt klemm ella eina greipu av røstum fiski?

Eg, sum sambært læknanum havi heilsu sum ein teenagari, also kanska ikki í stramheit, men annars. Men tað vita hini á arbeiðsplássinum jú ikki. So hvat skal eg brúka eina góða heilsu til, um øll onnur ikki vita tað? Komi eg allíkavæl í fólkaheilsuhimmiríkið, um eg ikki sveitti blóð og spýggi grønt í tí offentliga?

Kanska eg taki hesar spekulatónir upp aftur ein annan paranoidan mánadag.

Fyribils takki eg bara fyri, at tað framvegis er upp til okkum sjálvi, um vit arbeiða, roykja ella jogga okkum í hel – á arbeiðsplássinum!

Ingen kommentarer: