30.10.10

Klumma: Hvat er rotið í statinum Danmark?



So upprann tann fryktaði dagurin, tá fyrstføddi fleyg úr reiðrinum.

20 ár, studentur og stóran hvítan brævbjálva frá hægri lærustovni um, at hann var komin inn. Jubiii mamma, eg slapp inn, jublar hann. Eg jubli sjálvandi saman við honum, tí tað er so spennandi og stuttligt.

Men byrðan, sum nú átti at fokið av herðum mínum, kennist tyngri enn nakrantíð, og tvær djúpar foyrur festa seg millum eygnabrýrnar, har tær helst vera sitandi restina av lívinum.

Og vit bíleggja bilettir niður. Ja, í fleirtali, tí sjálvandi skal eg niður við honum. Avlevera hann. Ikki í barnagarði ella í 1. flokk, men fyrsta skúladag á universitetinum (ongan kommentar, takk:)
Niðurkomin við Atlantsflogi og aftan á obligatoriskan Ikeatúr og fleiri føroyingavitjanir, sleppa vit loksins inn á leigaða kamarið við tekøki, har studenturin skal búgva. Nú skal alt tað praktiska fáast frá hondini. Songin reiðast upp, Bingokúlurnar í køliskápið og sjokolátaviðskera undir køksborðið. Og so hava vit skrivað okkum eitt alnalangt yvirlit við ørindum; fólkayvirlit, skatt, SU og so víðari. Danska persóntalið hevur hann tíbetur frá barnaárunum í Danmark. Men, sum nýggjur borgari skal hann kortini møta persónliga upp á fólkayvirlitinum og boða frá flyting.

Vit oman á fólkayvirlitið. Hann meldar til og velur lækna. Longu lítla løtu seinni er hann innskrivaður í Gentofte Kommunu við einum lógvataki yvirum diskin og einum ”Vælkomin og takk fyri. Nú lækkaði miðalaldurin í kommununi eitt sindur”. Síðan gongur leiðin fimm metrar yvir til næsta skrivaraborð, har tvey fólk sita og avgreiða skatt og útskriva pass. Tveir minuttir seinni stendur unglingin mitt á gólvinum við skattakorti og forskotsuppgerð í hondini. Tríggjar metrar til vinstri situr konan, sum avgreiðir pensiónir og boligsikring. Har orðnar hann boligsikringina. Aftanfyri situr ein onnur kona, hon sum hevur barnaansing og frípláss undir sær. Og sami stóri kommunubygningur hýsir eisini sonevnda ”jobsentrinum” og sosialkontórinum. Hesum hevur hann tíbetur ikki brúk fyri (enn í øllum førum..).
Utkomin eru øll ørindini avgreidd, og tað, sum stendur eftir í minninum er, at við at savna allar tænastur til borgaran undir somu lon, fingu vit avgreitt meginpartin av ørindunum sama dag og sama stað.

Hetta er tað, tey í Danmark rópa Borgerservice, sum givið er eitt úrslit av almennum rationaliseringum og borgarligum effektiviseringum, men heilt forbankað smart hjá okkum, sum skulu brúka tænasturnar.
Og tað steðgar ikki her. Tí hóast tað framvegis ber til at møta upp persónliga til medmenniskjaliga avgreiðslu, til dømis hjá pensionistum og øðrum, sum ikki eru komin á netið enn, so er borgaratænastan nú so framkomin í Danmark, at tú kanst avgreiða snøgt sagt ØLL ørindi hjá tí almenna umvegis telduna, har tú ert stødd. Hetta krevur bert, at tú hevur atgongd til teldu og sjálvandi eisini førleikar at brúka hana.

Við skipanum sum Nem-konto, Nem-ID og Digital Signatur má sigast, at danir eru komnir imponerandi, men eisini eitt sindur ræðandi, langt fram á leið. Hetta krevur ikki sørt av áliti á, at skipanirnar eru tryggar og støðugar, og at fólk eru opin og hava tol til at seta seg inn í tær. Og tær hava sjálvandi allar sínar byrjunartrupulleikar, tað er vist.

Alt hetta kann sjálvandi tykjast fremmandagerandi hjá summum. Men hinvegin eru almennar skrivstovur ikki hitastovur, og eg havi so ongantíð kent nakran tryggleika við at møta persónliga upp hjá tí almenna.

Í Føroyum havi eg ikki upplivað sama effektiva støði enn, men uggi meg við, at tað fer helst at koma. Hóast eg ikki havi brúk fyri tí almenna í gerandisdegnum, havi eg varhugan av, at avgreiðslurnar liggja spjaddar strategiskt út yvir tann heila bý, burtursæð frá kommunalu snarskivuni, har tey bjóða ymsar tænastur.

Tað nærmasta eg komi sovorðnum smørtum er kanska netbankin frá mínum kæra bank-nordik. Ein skipan, sum eg so dánt hevði vant meg við, men sum nú fullkomiliga er farin í ommu sína (eftir at hon gjørdist donsk(!). Ella snilda teldutøka leitiskipanin hjá postverkinum, tá ein pakki er burturblivin, men bara uttan fyri Føroyar. Hetta stolta verk, sum altíð hevur riggað fínt, men nú bara kemur út tríggjar ferðir um vikuna og slett ikki riggar í allarflestu bygdum. Men tíbetur ber til at fáa flogferðaseðilin teldutøkan frá einkarflogfelagnum, har bæði tænasta og prísur annars eru farin á glið. Og telefonverkið, sum var álitið hjá okkum út í heim, men nú er so hundadýrt, at tað er skomm at fortelja tað úti í heimi.
So her er ikki nógv ”borgerservice” yvir tí almenna. Ella hov.. hvat hendi her? Hatta eru jú ikki almennir stovnar longur, men almenn partafeløg, sum skuldu tryggja eitt framhaldandi gott tænastustøði, kappingarføri og .. hmmm

Nei, lat meg bara frøast um, at tað privata fylgir við, so eg fái sms'áminning, tá eg skal til frisør, tannlækna ella á verkstað við bilinum: ”Vit gleða okkum at síggja bil tín á verkstaðnum í morgin kl. 10:)”. Altso, altso tey eru fitt at gleða seg at síggja mín bil.

Forrestin ætlaði eg mær so fyri vist at sleppa við soninum á Rús-túr*, men har setti hann altso groynsuna!


*samansjóðingarlega fyri nýggj lesandi..

Klumman er prentað í nýggjasta Starvsblaðnum

Ingen kommentarer: