26.10.10

Hvør sum bara átti ein leikutoyshandil

(Grein, sum eg skrivaði í mai 2008, tá Guli Bókahandil lat aftur forever.. :(

Hvør sum bara átti ein leikutoyshandil

Tað er bæði við sorgblídni og lætta at Hjalmar og Tinna Petersen venda biðjandi barnaeygum, babydukkum og bangarum bakið.

Rigmor Dam

Sum barn droymdi eg um, at mamma skuldi gloyma meg eftir hjá Hjalmari. So kundi eg vera innilæst har eina heila nátt púra einsamøll og blíva eftirlýst av politinum í útvarpinum. Og tá starvsfólkini komu til arbeiðis morgunin eftir, lá eg og svav á gólvinum millum rúgvur av upplætnum leikutoyi, sum eg hevði spælt við.
Hetta var ein góður dreymur, tí hvør sum bara átti ein leikutoyshandil – akkurát sum Hjalmar. 
Men skjótt eigur Hjalmar ongan Hjalmar meir, tí “Guli Bókahandil” letur aftur og er settur á sølulistan. Fyri eigararnar óivað ein røtt avgerð, men fyri kundarnar ein dáragerð, tí fáir handlar eru so sjálvskrivaðir í býarmyndini sum bókahandilin við ljóskurvarnar í Miðbýnum í Havn.

Miðbýarlív
- Vit vóna sjálvandi, at onkur uppfinnsamur persónur keypir handilin við tí fyri eygað at skapa lív í miðbýin, siga tey bæði Hjalmar Petersen (64) og konan Tinna Petersen (58), nú vit sita uppi í erva í gula húsinum; í íbúðini har mamma Hjalmar, Margretha, búði. Her sita vit nú - hendan vakra summardagin í Havn; í friðarliga kvistinum oman móti Steinatúni. Jú, hetta er avgjørt besta útsýnið fyri eina inkarneraða havnardamu, hugsi eg, meðan eyguni fylgja trokandi bilum og bussum, stórum skúlataskum við smáum skúlabørnum og trillandi barnavognum við mammum í mai. Her sat Margrehta eisini og kikaði, líka til tað síðsta. Longu áðrenn hon doyði í september í fjør var avrátt, at tá hon var farin, skuldi handilin og húsið seljast.
- Fyri okkum er tað bæði við sorgblídni og við lætta, at vit gevast. Vit orka ikki at halda fram. Tað er so strævið og bundisligt at reka handil, og tungt at fáa tað at mæla runt, sigur Hjalmar, sum, hóast hann er útlærdur timburmaður, hevur staðið í handlinum í 40 ár. 
Hann og Tinna eiga vaksin børn, sum ikki hava hug at taka við. So her í 2008 endar søgan um bókahandilin hjá Hjalmar Jacobsen, ið Hjalmar Petersen og systkini hava rikið sum triðja ættarlið. Í bókini hjá Birgari Johannesen, “Havnin – fólk og yrki”, verður greitt frá, at gamli Hjalmar Jacobsen, bókbindarin, lat bókahandil upp longu í 1914. Tann 17. juli 1918, sama dag sum H.N. Jacobsens Bókahandil læt upp niðri á Vaglinum, læt Hjalmar Jacobsen upp í “Ullvøruhúsinum” í Niels Finsensgøtu. Í 1927 keypti hann húsini hinumegin vegin, har handilin hevur verið síðani, sjálvandi við onkrari um- og útbygging.

Hugni hjá Hjalmar
Fleiri ættarlið av føroyingum hava sostatt keypt leikur, skrivstovuútgerð, føroyskar bøkur og donsk vikubløð í handlinum, sum Hjalmar og Tinna hava trivist so væl í.
- Hóast vit hava havt úr at gera, hava vit altíð glett okkum mest til jólasøluna, sum hevur verið serliga spennandi og hugnalig, sigur Hjalmar.
- Ja, viðhvørt kundi eg vakna upp mitt um náttina við pínu í fingrunum, tí vit stóðu og pakkaðu inn allan dagin, skoytir Tinna uppí.
Tey hava altíð sett eina æru í at veita eina góða tænastu, til dømis við at koyra vøru út til fólk, at rætta upp á feilir og at pakka gávurnar pent inn. Og her er altíð komið nógv fólk á gátt til eitt lítið prát ella at hvíla seg eina løtu í stólinum í horninum.
- Hvønn morgun um tíggjutíðina fóru vit upp á til Margrethu til kaffi. Hetta var ein sera hugnalig løta, har køkurin var fullur av fólki, sum komu framvið. So har gingu bylgjurnar ofta høgt kanst tú ætla, minnast tey við longsli.

Góð børn í dag
Tað krevst eitt serligt tol at arbeiða millum ýlandi bangarar, eggjandi Barbiedukkur og grenjandi børn. Tinna fortelur, at fyrr plágaðu børnini nógv meira.
- Tey blivu fullkomiliga hysterisk og skríggjaðu, tá tey vildu hava okkurt. Hetta kemur næstan ikki fyri í dag, sigur hon, og Hjalmar er púra samdur við henni. Vit práta eitt sindur um, hví so man vera. Kanska tí tey vóru heima hjá mammuni fyrr? Ella tí tey eiga so nógv í dag og vita, at tey fáa oftast tað, sum tey ynskja sær? Ella duga vit vaksnu kanska betri at lofta børnunum, tá tey plága? Tað er ilt at siga.

Spæla politi
Hjalmar minnist eisini onkuntíð fyrr, at hann hevur virkað sum uppalari fyri foreldrini. Hann greiðir frá, at tað meiri enn so kom fyri fyrr, at børnini nápaðu okkurt. So komu foreldrini dragsandi aftur við teimum, so tey kundu geva tingið aftur og biðja um fyrigeving.
- Hetta var ein keðilig støða at vera í, tí børnini skammaðu seg og vóru kedd. Men sjálvandi skuldu tey onkursvegna hava at vita, at tað var ikki í lagi bara at taka tingini, sigur hann.

Fastir kundar
Men flestu upplivingarnar vóru stuttligar og positivar. Millum annað var ein mamma, sum plagdi at ringja og spyrja eftir soninum Nikolai.
- So funnu vit hann inni í krókinum, har hann sat og hugnaði sær við einari bók, siga tey og flenna.
Bæði børn og vaksin vóru dagligir gestir. Millum teir føstu var listamaðurin Hans J. Glerfoss, sum plagdi at biðja Hjalmar keypa sær teknigreiðir í Danmark, til dømis kolstiftir.
- Hann vildi vísa mær, hvussu tær riggaðu. So stóð hann við diskin og teknaði fleiri fínar tekningar, sum hann lat meg fáa, sigur hann errin. Tekningar, sum nú hanga heima í stovuni uppi undir á Varða.

Bøllar og bíðilistar
Gjøgnum árini hava tey hjá Hjalmari fleiri ferðir selt vørur, sum øll knappliga vildu hava.
- Eg minnist serliga, tá ið bøllarnir komu fyrst í 80unum. Teir vórðu seldir, áðrenn vit náddu at pakka teir út. Til endans oystu vit bara alla eskjuna út í vindeygað, so fólk sóu, at nú vóru teir aftur at fáa, sigur Tinna. Eisini Master Mind var sera vælumtókt í 70unum, og síðstu árini hava trampolinirnar gingið sum heitt breyð. Føroyska spælið Landastrok var so eftirspurt, at fólk settu seg á bíðilista til aftaná jól, tí kanska kom onkur inn aftur við einum spæli, um tey fingu tvey í jólagávu.
- Hetta hevur alt verið vørur, sum fólk hava kimað okkum niður eftir, flenna Hjalmar og Tinna.

Kappingin
Hjalmar og Tinna halda ikki, at marknaðurin broyttist so nógv, tá BR lat handil upp á Hálsi.
- Kundarnir hava altíð verið sera trúgvir, og tað vísti seg, at pláss var fyri báðum, sigur Hjalmar. Hann vísir á, at fleiri leikutoyshandlar hava verið gjøgnum ár og dag, millum annað gamli bókahandil, Griffilin, Maria Poulsen og í Handilskjarnanum.
- Tað hevur ikki ávirkað okkara sølu, at aðrir handlar vóru. Men tá teir seldu út, ávirkaði tað søluna í eitt stutt tíðarskeið aftaná, siga tey.

Miðbýurin
Tá veðrið er gott, er miðbýurin hugnaligur, tí tá eru fólk til gongu. Men nógv er broytt hesi seinastu árini, og tað nívir tey bæði at síggja.
- Miðbýurin er deyður. Síðani Konditaríið lat aftur, koma færri fólk oman í býin. Her eru ov nógvar skrivstovur og lagursølur, og Miðbýarfelagið er óvirkið. Handlarnir áttu at drigið somu línu og samstarvað millum annað um upp- og afturlatingartíðir, siga tey við ein munn.
Onkrir áhugaðir keyparar hava longu ligið framvið gula húsinum. Sjálvi krevja Hjalmar og Tinna ikki, at ein møguligur keypari skal reka eitt ávíst virksemi framyvir. Heldur ikki hava tey sjálvi tikið støðu til, hvat tey skulu gera framyvir.
- Nú skulu vit fyrst hava okkum eina tiltrongda summarferiu fyri fyrstu ferð í mong mong ár, sigur Tinna.

Sløknað býarmynd
“Øll vøra - 75 %” stendur á gulu skeltunum í stóru handilsgluggunum. Uttanfyri í dagsljósinum eru stórar litfagrar leikur drignar út úr goymsluni. Inni er tómligt, á hillunum liggur okkurt hissini sløð: eitt skiftispor til ein tokbana, eitt koppað sminkuhøvd, kassar av pennum, stakkar av pappírum í óseljandi litum og gratulatiónskort við danskari áskrift.
Nú Hjalmar er farin, er enn ein býarmynd horvin. Vónandi fer guli bókahandil framyvir eisini at hýsa livandi virksemi, sum lokkar fólk í øllum aldri inn á gátt.

--

Orð á vegnum:
Ein kundi segði, at nú er Havnin sum føroysk klæði, har silvurið er tikið burtur.

Ingen kommentarer: