20.10.10

Ein Rigmor og onnur...

Hvat siga tit so? Ein ektað vinylpláta við Elnu og Rigmor. Kundi soooo væl hugsað mær at hoyrt eitt nummar av hesari skivuni. Sórit herligt norskt hilla-di-hey og hopsassa Frelsens Armé aktigt nakað.
Hatta við navninum Rigmor er eitt sindur løgið, tí tað er mega gamaldags. So fólk, sum hitta meg fyrstu ferð siga ofta, at áðrenn tey møttu mær, hildu tey, at handan Rigmor fór at vera ein gomul tanta av onkrum slag.
Og so komi eg har - ung og flott og sjeikalig og alt - og tað halda tey vera ordiliga skeg:)
Faktiskt merkir Rigmor sjálvandi ein rík mamma. "Den mægtige mø" havi eg lisið onkrastaðni. Mægtig? Ja. Rík? Nei. Mamma? Ja. Mø... øhh nei, ikki um tað er ein moyggj - also ein jomfrú. Also merkir tað í veruleikanum ríka jomfrúa. "Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa", kvøða vit í Flóvin Bænadiktsson.
Ná, men eg elski mítt navn, sjálvt um tað er ommusligt. Tí eg eiti eftir ommu, sum eisini æt... øhh...Rigmor. Men hon æt Restorff og spældi klaver, og faktiskt eisini harmoniku. Akrasum Rigmor hjá Elnu.

1 kommentar:

Inna sagde ...

Also tad er ein øguliga dugnalig jazzsangarinda her í Svøríki sum eitur Rigmor ... googla hana ... hon er eisini flott o sjeikalig!!!